Reyðakrossbúðin í Vági

Reyðakrossbúðin í Vági Endurnýtsluhandilin hjá Reyða Krossi á Oyravegi 6 í Vági. Vit selja góð brúkt klæðir, skógvar, taskir o.tíl. til kvinnur, menn og børn, umframt lutir.

Peningurin, ið kemur inn, fer til hjálpararbeiði okkara.

22/05/2026
08/05/2026

Altjóða Reyða Kross-dagur 🌍

Á hvørjum ári tann 8. mai savnast vit um at hátíðarhalda altjóða Reyða Kross-dagin. Dagurin er settur á føðingardegnum hjá Henry Dunant, sum av fyrstan tíð stovnaði Reyða Kross í 1863⛑️

Hendan dagin velja vit at hugsavna okkum um, hvat tað er, sum sameinir okkum í hesari altjóða rørslu har dagliga verður arbeitt fyri at betra um lívið hjá menniskjum í neyð – uttan mun til politisk sjónarmið, etniskan uppruna ella trúgv.

Evnið í ár er ”United in Humanity” – hetta skal vísa á, at aftanfyri øll hjálparátøk eru menniskju, sum eru bundin saman av einum felags vilja um at hjálpa og vísa menniskjaligheit.

Vit ynskja tykkum góðan Reyða Kross-dag, og takka øllum sjálvbodnum, sum gera arbeiðið hjá Reyða Krossi møguligt!❤️

Stroke-dagur í VágiMikudagin 6. mai skipa vit fyri Stroke-degi á Savninum á Gørðunum í Vági.Hendan dagin verður undirvís...
29/04/2026

Stroke-dagur í Vági

Mikudagin 6. mai skipa vit fyri Stroke-degi á Savninum á Gørðunum í Vági.

Hendan dagin verður undirvíst í fyrstuhjálp við denti lagt á stroke.

Undirvíst verður í trimum umførum:

Kl. 10-12 er málbólkurin skúlaflokkar (eldru flokkarnir)

Kl. 14-16 er málbólkurin tilkomin fólk

Kl. 18-20 er málbólkurin áhugabólkar, so sum skótar og ítróttarfeløg og aðrir bólkar

Øll umfør eru almenn og ókeypis - og øll eru hjartaliga vælkomin!

Síggjast í Vági 😊

21/04/2026
30/03/2026

Øll vøra -50% til og við 4 apríl

1001 nátt✨️🌸👡👠👗
19/02/2026

1001 nátt✨️🌸👡👠👗

Adresse

Oyravegur 6
Vágur
900

Hvad er åbningstiderne?

Mandag 14:00 - 17:30
Onsdag 14:00 - 17:30
Fredag 14:00 - 17:30
Lørdag 10:00 - 13:00

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Reyðakrossbúðin í Vági sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Del