Miðlatún

Miðlatún Miðlatún arbeiðir fyri at leiðbeina, menna og samskipa ferðavinnutilboð, møguleikar og vinnuna í Vági og nærumhvørvinum.

Harumframt húsar Miðlatún Vágs Býarbókasavn og hølum, sum nýtast til ymiskt mentanarligt og vinnuligt virksemi.

Kundi tú hugsa tær, at vita meir um eftirskúlan Brúgvin í Skálavík?Eitt 10.flokks ár, sum gevur upplivingar og vinir fyr...
04/06/2026

Kundi tú hugsa tær, at vita meir um eftirskúlan Brúgvin í Skálavík?
Eitt 10.flokks ár, sum gevur upplivingar og vinir fyri lívið!

So kom í Miðlatún í kvøld klokkan 19:00, har umboð frá skúlanum hava framløgu.
Bæði starvsfólk og næmingar frá skúlanum verða á staðnum, og møguleiki verður at seta spurningar. 😊

Ynskir tú at fáa tíðindaskriv um ferðafólkaskipini, sum koma á vitjan í Vági í summar? 🚢Les meira her👇
11/05/2026

Ynskir tú at fáa tíðindaskriv um ferðafólkaskipini, sum koma á vitjan í Vági í summar? 🚢

Les meira her👇

Aftur í ár fáa okur fleiri ferðafólkaskip á vitjan í Vági, í summar eru átta skip á skránni. Í samband við hvørja vitjan verður tíðindaskriv sent út við nærri kunning um skipið, nær tað kemur og fer, væntaða talið av ferðafólkum, møguligar útferðir og annað viðkoman...

Frá Reyða Krossi í Vági:🧠 Stroke-dagur í Vági 🧠Mikudagin 6. mai skipa vit fyri Stroke-degi í Krambúðini á Gørðunum í Vág...
04/05/2026

Frá Reyða Krossi í Vági:

🧠 Stroke-dagur í Vági 🧠

Mikudagin 6. mai skipa vit fyri Stroke-degi í Krambúðini á Gørðunum í Vági.

Hendan dagin verður undirvíst í trimum umførum:

🕙 Kl. 10.00–12.00
Málbólkur: Skúlaflokkar (eldru flokkarnir)

🕑 Kl. 14.00–16.00
Málbólkur: Tilkomin fólk

🕕 Kl. 18.00–20.00
Málbólkur: Áhugabólkar, so sum skótar og ítróttarfeløg

Øll umfør eru almenn og ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin!

Síggjast í Vági 😊

Miðlatún er stongt Flaggdagin 25. apríl.
24/04/2026

Miðlatún er stongt Flaggdagin 25. apríl.

Tað er í morgin ónsdagin kl. 11.30 at Hjálmar Dam kemur at lesa søgu á barnabókasavninum. Hann fer at lesa brot úr bókin...
21/04/2026

Tað er í morgin ónsdagin kl. 11.30 at Hjálmar Dam kemur at lesa søgu á barnabókasavninum. Hann fer at lesa brot úr bókini "Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum".
Tað brotið snýr seg um mat og um at mann ikki skal eta kvønn annan.
Øll eru vælkomin🤗✨

🌿 Ruddingardagurin er í dag 🌿Kom forbí Miðlatún eftir posum og handskum. Okur bjóða eisini vatn frá Kirvi. Opið er til k...
18/04/2026

🌿 Ruddingardagurin er í dag 🌿

Kom forbí Miðlatún eftir posum og handskum. Okur bjóða eisini vatn frá Kirvi. Opið er til kl. 14.00 😊

Kommunan skipar fyri ruddingardegi leygardagin 18. apríl, og bjóðar øllum í bygdini at luttaka í eini felags roynd at halda umhvørvið reint og vakurt. Posar, handskar og vatn kunnu heintast í Miðlatúni frá kl. 10.00 leygardagin, opið er til kl 14.00.Lagt er upp til, at fólk í ymisku b...

Framsýning hjá Vágs KvøldskúlaVágs Kvøldskúli bjóðar til eina hugnaliga løtu nú kvøldskúlaárið 2025/2026 er liðugt.📅 Týs...
17/04/2026

Framsýning hjá Vágs Kvøldskúla

Vágs Kvøldskúli bjóðar til eina hugnaliga løtu nú kvøldskúlaárið 2025/2026 er liðugt.
📅 Týsdagin 28. apríl
🕖 Kl. 19.00–21.00
📍 Í Miðlatúni

Á skránni verður:
• Prógvhandan til næmingar, sum hava tikið Dugnaskapsskeið
• Framsýningar frá kreativu lærugreinunum

Hetta er eitt gott høvi hjá borgarum og luttakarum at hittast og heilsa upp á lærararnar.
☕🍰 Kvøldskúlin bjóðar kaffi og kaku.

Framsýningarnar verða at síggja restina av vikuni í upplatingartíðini hjá Miðlatúni.
Øll eru hjartaliga vælkomin!

Vinaliga
Tina Grønbech
Kvøldskúlaleiðari

💻🌿 Dávid og Jóhanna vóru tey fyrstu at royna nýggja átakið Workation Week í Vági – eina viku har arbeiðslív, upplivingar...
17/04/2026

💻🌿 Dávid og Jóhanna vóru tey fyrstu at royna nýggja átakið Workation Week í Vági – eina viku har arbeiðslív, upplivingar og lokalt lív ganga hond í hond.

Les greinina um teirra Workation week í Vági 👇

Fyrr í ár lýsti Vágs Kommuna fyri fyrstu ferð við nýggja átakinum Workation Week í Vági. Hetta er eitt royndarátak, sum sameinir arbeiðslív, ferðavinnu og lokala menning, og er ætlað føroyingum, ið kunnu arbeiða fjar ella í samráð við arbeiðsplássið brúka eina viku í Vág...

Enn eru tað fleiri plantupakkar, sum ikki eru heintaðir. Hesir standa frammanfyri Miðlatún. Tykur, sum mangla at heinta ...
16/04/2026

Enn eru tað fleiri plantupakkar, sum ikki eru heintaðir. Hesir standa frammanfyri Miðlatún.

Tykur, sum mangla at heinta tykra plantupakka, eru vælkomin forbí Miðlatún.

Adresse

Vágsvegur 57
Vágur
900

Hvad er åbningstiderne?

Mandag 10:00 - 16:00
Tirsdag 10:00 - 16:00
Onsdag 10:00 - 16:00
Torsdag 10:00 - 16:00
Fredag 10:00 - 16:00

Telefon

+298239391

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Miðlatún sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Organisationen

Send en besked til Miðlatún:

Del