Kris Føroyar

Kris Føroyar Høvuðsvirksemið hjá KRIS er:
- Persónlig ráðgeving
- Sjálvhjálparbólkar
- Upplýsing og skeiðvirksemi

Hvussu verja vit børn betur á netinum í eini tíð við AI?Børn hava rætt til eitt trygt talgilt lív. Tað krevur politiskt ...
13/05/2026

Hvussu verja vit børn betur á netinum í eini tíð við AI?
Børn hava rætt til eitt trygt talgilt lív. Tað krevur politiskt mót, ábyrgdarfull tøknifyritøkur – og handling nú!

English below 👇🏼Hetta er seinasti partur av átakinum um Lokking.Vit hava verið inni á hvat lokking er – Lokking stig fyr...
11/05/2026

English below 👇🏼
Hetta er seinasti partur av átakinum um Lokking.
Vit hava verið inni á hvat lokking er – Lokking stig fyri stig – og Tekin at halda eyga við.
Seinasti partur er um, hvat vit gera, um vit eru stúrin um, at barn verður lokkað.
Takk tit øll, ið hava fylgt við og fyri at deila.

Hvat gera vit, um vit eru stúrin fyri, at eitt barn verður lokkað?
Tað er heilt natúrligt at gerast stúrin, um vit hava eina kenslu av, at eitt barn kann vera í vanda. Tað týdningarmesta er at taka kensluna í álvara og handla varliga men skjótt.
Her eru nøkur boð uppá, hvat vit eiga at gera.

1. Tosað við barnið á ein tryggan hátt
Spyr varisliga: "Eg havi lagt merki til okkurt – vilt tú fortelja mær, hvat hendir á alnetinum?"
Ikki skelda ella vísa vreiði. Barnið følir longu skomm og/ella ótta.
Lurta meira enn tú tosar, og lat barnið avgera ferðina.

2. Savnað prógv
Tak skýggjamynd, goym boð, brúkaranøvn og leinkjur.
Ikki strika samrøður ella profilar – tað kann oyðileggja prógv.
Skriva dagfesting og tað, barnið sigur.

3. Steðga sambandinum
Hjálp barninum at ”blokera” viðkomandi.
Ikki skriva til tann, tú ert stúrin um – tað kann órógva eina møguliga kanning.
Fortel barninum, at tað ikki hevur gjørt nakað galið.

4. Fáa hjálp frá fakfólki
Tit kunnu altíð venda tykkum til:
Kommununa / barnaverndina (fyri at fáa ráðgevin ella gera eina fráboðan)

Løgregluna, um tað er bráðfeingis vandi
Kris fyri ráðgeving og vegleiðing

Barnabata ella annan stovn, fyri ráðgeving

SSP (skúli, sosialur myndugleiki, løgregla), um barnið gongur í skúla

Tað krevst ikki prógv fyri at fráboða – ein stúran er nóg mikið.

5. Boða frá
Lokking er lógarbrot.
Tú kanst boða frá til løgregluna, eisini um tú bara ert í iva.
Um støðan er bráðfeingis, ring beinanvegin.

6. Tryggja stuðul til barnið
Barnið kann hava tørv á at tosa við ein fakperson.
Halt eyga við broytingum í atburði, svøvni, matarlysti og trivnaði.
Tú kanst eisini fáa ráðgeving frá fakfólki, sum arbeiða við digitalum ágangi.

👉 Vælkomin til at deila

Fyri meira kunning- ring ella skriva:
📞+298 448181 / +298 268881
✉️[email protected]

English
What should we do if we are worried that a child is being groomed?
This is the final part of the campaign about grooming. We have already covered what grooming is – grooming step by step – and the signs to watch for. The final part is about what we should do if we are worried that a child is being groomed.
Thank you all for following along and for sharing.
It is completely natural to become worried if we have a feeling that a child may be in danger. The most important thing is to take it seriously and act carefully but quickly.

1. Talk to the child in a safe way
Ask gently: “I’ve noticed something — would you like to tell me what’s happening online?”
Do not scold or show anger. The child already feels shame and/or fear.
Listen more than you talk, and let the child set the pace.

2. Gather evidence
Take screenshots, save messages, usernames, and links.
Do not delete conversations or profiles — this can destroy evidence.
Write down dates and what the child says.

3. Stop the contact
Help the child “block” the person.
Do not write to the person you are worried about — it can interfere with a possible investigation.
Tell the child that they have not done anything wrong.

4. Get help from professionals
You can always contact:
The municipality / child protection services (to receive guidance or make a report)
The police, if there is immediate danger
Kris for advice and guidance
Barnabata or another organization for advice
SSP (school, social services, police) if the child attends school It does not require proof to make a report — concern alone is enough.

5. Report it
Grooming is a criminal offense.
You can report it to the police even if you are unsure.
If the situation is urgent, call immediately.

6. Ensure support for the child
The child may need to talk to a professional.
Keep an eye on changes in mood, sleep, appetite, and general wellbeing.
You can also get advice from professionals who work with digital abuse.

👉 Welcome to share
For more information – call or write:
📞+298 448181 / +298 268881
✉️[email protected]

Tekin um lokking English below 👇🏾Børn siga sjáldan frá við orðum, men broyttur atburður kann vera tekin um at barnið ikk...
30/04/2026

Tekin um lokking
English below 👇🏾

Børn siga sjáldan frá við orðum, men broyttur atburður kann vera tekin um at barnið ikki hevur tað gott.
Her er eitt yvirlit yvir vanligastu tekin, ið kunnu benda á lokking

1. Broyttur atburður
* Barnið gerst meira trist, óróligt ella óvanliga kensluborið
* Barnið dregur seg burtur frá familju og vinum
* Barnið virkar upptikið av einum ávísum vaksnum ella eldri ungum

2. Loyndarmál og óvanlig nógv fyri seg sjálvan
* Barnið vil ikki vísa telefonina ella skriva, hvør tey tosa við
* Barnið hevur brádliga nógv loyndarmál
* Barnið sigur frá “einum vini”, men vil ikki greiða frá, hvør tað er

3. Óhóskandi samband við vaksin
* Ein vaksin (ella eldri ungur) gevur barninum serliga nógv uppmerksemi
* Persónurin roynir at fáa barnið at halda sambandið loyniligt
* Persónurin roynir at fáa barnið at síggja seg sum “serligan” ella “einasti, sum skilur meg”

4. Gávur, pengar ella fyrimunir
* Barnið fær gávur, pengar, spøl, klæðir ella annað, sum tit ikki kenna upprunan av
* Barnið fær innbjóðingar, sum ikki eru hóskandi fyri aldur
* Persónurin lovar barninum okkurt, um tað heldur sambandið loyniligt

5. Óvanligur atburður á netinum
* Barnið er nógv meira á netinum enn vanligt
* Barnið skiftir skjótt millum appir, tá onkur kemur inn í rúmið
* Barnið fær boð frá ókendum kontum
* Barnið fær ella sendir myndir, sum ikki eru hóskandi

6. Kropslig ella kenslulig tekin
* Barnið virkar ótrygt, bangið ella stressað
* Barnið vil ikki til ávís støð ella møta ávísum persónum
* Barnið hevur trupulleikar við svøvni, missir matarlyst ella sjálvsáliti
*
Einki av hesum teknum er prógv í sær sjálvum – men fleiri tekin saman kunnu vera sterk ávaringartekin. Um tit eru í iva, er tað altíð betri at tosa við fakfólk enn at bíða.

Um tú ert stúrin
Tosa róliga við barnið.
Lurta meira enn tú tosar.
Vís, at tú ert har fyri at hjálpa, ikki fyri at revsa.
Og um tú ert veruliga stúrin, so er týdningarmikið at venda sær til fakfólk ella myndugleikar, sum kunnu hjálpa.

👉 Vælkomin til at deila


Fyri meira kunning, ring ella
skriva á:
📞 +298 448181
✉️ [email protected]

In English
Signs
Children rarely express things directly with words, but changes in behavior can be a sign that something is wrong.
Here is an overview of the most common signs that may indicate grooming.

1. Changed behavior
* The child becomes more sad, restless, or unusually emotional
* The child withdraws from family and friends
* The child seems preoccupied with a particular adult or older youth


2. Secrets and unusually much privacy
* The child does not want to show their phone or say who they are talking to
* The child suddenly has many secrets
* The child talks about “a friend” but does not want to explain who it is

3. Inappropriate contact with adults
* An adult (or older youth) gives the child an unusual amount of attention
* The person tries to get the child to keep the contact secret
* The person tries to make the child feel “special” or like “the only one who understands me”

4. Gifts, money, or benefits
* The child receives gifts, money, games, “cool” clothes, or other items you don’t know the origin of
* The child gets invitations that are not age‑appropriate
* The person promises the child something if they keep the contact secret

5. Unusual online behavior
* The child is online much more than usual
* The child quickly switches between apps when someone enters the room
* The child receives messages from unknown accounts
* The child receives or sends images that are inappropriate

6. Physical or emotional signs
* The child appears insecure, scared, or stressed
* The child does not want to go to certain places or meet certain people
* The child has trouble sleeping, loses appetite, or loses self‑confidence

None of these signs are proof on their own – but several signs together can be strong warning signals. If you are in doubt, it is always better to talk to professionals than to wait.

If you are worried: Speak calmly with the child. Listen more than you talk. Show that you are there to help, not to punish. And if you are truly concerned, it is important to reach out to professionals or authorities who can help

👉 Feel free to share

For more information, write or call:

📞 +298 448181
✉️ [email protected]

21/04/2026

Skomm er ein vanlig sálarlig reaktión hjá teimum, ið hava verið fyri kynsligum ágangi.
Her lýsir sálarfrøðingur og granskarin Helene Flood Aakvaag tær mekanismur, sum gera skommina so altumfatandi, og hvørjar tilgongdir kunnu minka um hennara ávirkan.

Lokking Stig fyri stig English below 👇🏼 Í fyrsta parti bleiv lýst hvat lokking er.Í dag verður lýst nærri hvussu lokking...
16/04/2026

Lokking Stig fyri stig

English below 👇🏼

Í fyrsta parti bleiv lýst hvat lokking er.
Í dag verður lýst nærri hvussu lokking fer fram, tilvitað og stigvíst og hví lokking er so trupul at eyðmerkja.

Soleiðis fer lokking vanliga fram

Lokking fer ofta fram í smáum stigum, har ein vaksin byggir upp samband, álit og síðani trýst á barnið. Stigini kunnu koma í ymiskari raðfylgju, men mynstrið er vanliga tað sama.

1. Innleiðandi samband
Lokkari finnur eitt barn, ið tykist viðbrekið, og skapar samband gjøgnum alnetið, frítíðarvirksemi ella av tilvild.
Nógvir lokkarir siga, at teir hava havt lætt við at fáa eyga á viðbrekin børn.

2. Vinalag og álit
Hann gerst vinarligur, umsorganarfullur og álitisvekjandi. Barnið kennir seg serstakt, sæð og stuðlað.

3. Krøv og trýst
Smátt um smátt setur lokkarin krøv: fyrst ósek, síðani meira kynslig. Hann kann hótta við at taka vinalagið ella fyrimunir frá barninum.

4. Loyndarmál og skuld
Eftir ágang krevur lokkarin, at barnið tegir. Hann kann hótta við ymiskum, ella fáa barnið at kenna ábyrgd og skomm.

5. Lokking av umhvørvinum
Lokkari skapar sær frírúm og tykist ofta vera serliga umsorganarfullur, so onnur síggja hann sum álitisvekjandi.


Tí er tað so trupult at eyðmerkja:

* Tað sær út sum vanligt samband ella vinarligur áhugi.
* Tað líkist vanligari umsorgan, og bæði børn og vaksin síggja tað sum jaligt.
* Loyndarmál skapa kensluband og gera tað torført at søkja hjálp.
* Tað hendir í smáum stigum, so barnið kennir seg ofta ábyrgdarfullt
* Barnið kennir seg ofta bundið, skammfult ella bangið fyri at missa “vinin”.
* Barnið er ofta so fastlæst í skomm og ótta, at tað ikki torir at siga frá.

Lokking er altíð ábyrgdin hjá tí vaksna.
Einki barn hevur nakrantíð skyldina.
Tí er umráðandi at tosa opið um lokking og kenna tekinini, so børn hava trygg vaksin rundan um seg.

👉 “Vælkomin at deila”

Fyri meira kunning, ring ella
skriva á:
📞 +298 448181
✉️ [email protected]


In English

In the first part, we described what grooming is.
Today we will look more at how grooming happens — deliberately and step by step — and why it is so difficult to detect.

This is how grooming usually happens:

Grooming often happens in small steps, where an adult builds a relationship, gains trust, and then gradually puts pressure on the child. The steps can come in different order, but the pattern is usually the same.

1. Initial contact
The groomer finds a child who seems vulnerable and creates contact through the internet, leisure activities, or by chance.
Many groomers say that it has been easy for them to spot vulnerable children.

2. Friendship and trust
The groomer becomes friendly, caring, and trustworthy. The child feels special, seen, and supported.

3. Demands and pressure
Little by little, the groomer starts making demands: first harmless, then increasingly sexual. They may threaten to withdraw the friendship or the benefits they have given the child.

4. Secrets and guilt
After the abuse, the groomer demands that the child keeps quiet. They may use threats or make the child feel responsible or ashamed.

5. Grooming the surroundings
The groomer creates space for themselves and often appears especially caring, so others see them as trustworthy.

Why it is so difficult to detect
* It looks like a normal relationship or friendly interest.
* It resembles ordinary care, and both children and adults may see it as positive.
* Secrets create emotional bonds and make it hard to ask for help.
* It happens in small steps, so the child often feels responsible.
* The child may feel tied, ashamed, or afraid of losing their “friend”.
* The child is often so caught in shame and fear that they don’t dare to tell anyone.

Grooming is always the responsibility of the adult.
A child is never to blame.
That is why it is important to talk openly about grooming and recognize the signs, so children have safe adults around them.

👉 “Feel free to share”

For more information, call or write:
📞 +298 448181
✉️ [email protected]

11/04/2026
English below 👇🏾Hvat er lokking? Vit skulu øll kenna tekin, skilja vandan og tora at handla. Lokking er ein tilvitað og ...
07/04/2026

English below 👇🏾

Hvat er lokking?

Vit skulu øll kenna tekin, skilja vandan og tora at handla.

Lokking er ein tilvitað og stigvís prosess, har ein vaksin byggir upp eitt serligt og ofta loyniligt samband við eitt barn ella ein ungan, har ið endamálið er: vald, ávirkan, álit og á tann hátt skapa atgongd til at misnýta tað.

Lokking kann fara fram á bæði netinum og í veruliga lívinum, og tað byrjar næstan altíð við, at tann vaksni virkar vinarlig/ur, álítandi og umsorganarfull/ur.

Lokking er ein av teimum mest fjaldu og vandamiklu prosessunum, tá ið talan er misnýtslu, tí tað byrjar altíð sum nakað, sum sær út til at vera gott.

Lokking kann byrja við vinarligum boðum, føgrum orðum - ella sum ein spurningur, sum tykist óskyldigur og við ynski um at hjálpa/stuðla.

Men! Handan orðini kann liggja ein skipað roynd at fáa vald.

Lokkarin arbeiðir við…
• at gera barnið so bundið og ótrygt, at tað ikki torir at siga frá.

Hetta er ikki tilvild – hetta er valdsmisnýtsla.

In English
What is grooming?
We should all know the signs, understand the danger, and dare to act.

Grooming is a deliberate and gradual process in which an adult builds a special and often secret relationship with a child or young person, with the purpose of gaining: power, influence, trust, and access to exploit them.

Grooming can take place both online and in real life, and it almost always begins with the adult appearing friendly, trustworthy, and caring.

Grooming is one of the most hidden and dangerous processes when it comes to abuse, because it always starts as something that looks good.

Grooming can begin with friendly messages, sweet words – or with a question that seems innocent and meant to help or support.

But behind the words there may be a deliberate attempt to gain power.

The groomer works to…
• make the child so attached and insecure that they do not dare to speak up.
This is not accidental – this is abuse of power.

English belowKris setir nú eitt nýtt upplýsandi átak í gongd um lokking.  Í des 2023 samtykti Løgtingið einmælt at broyt...
25/03/2026

English below

Kris setir nú eitt nýtt upplýsandi átak í gongd um lokking.
Í des 2023 samtykti Løgtingið einmælt at broyta revsilógina um kynsliga avnoyðslu og lokking. Hetta inniber, at lokking og kynslig avnoyðsla vera kynslig brotsverk í Føroyum, eins og tey eru í nógvum øðrum londum.
Í hesum sambandið, fer Kris, komandi tíðina, at leggja stutt og upplýsandi tilfar út á Facebook um lokking og fyribyrging av lokking.

Vit gera tað, tí vit síggja avleiðingarnar av kynsligum ágangi — ikki bara í barnaárunum, men heilt inn í vaksnamannalívið.

Vit arbeiða hvønn dag við vaksnum, sum hava verið fyri kynsligum ágangi sum børn.
Vit hoyra søgurnar.
Vit síggja sárini.
Vit vita, hvussu nógv tað hevði broytt, um onkur hevði sæð, lurtað — ella bara spurt.

Vit vilja seta ljós á lokking.

- Tí lokking byrjar sjáldan sum nakað, sum sæst.
- Tað byrjar við áliti, vinarligum orðum og einum vaksnum, sum byggir eitt samband við eitt barni við tí dulda endamáli at misbrúka álitið.
- Vit vilja broyta tað.
- Vit vilja geva foreldrum, fakfólki og ungum kunnleika, sum verjir.
- Vit vilja gera tað lættari at tosa saman.
- Vit vilja gera tað lættari at síggja tekinini.
- Vit vilja gera tað lættari at siga frá.

Vitan verjir børn.

Saman kunnu vit tryggja, at færri, helst ongi børn fáa sár, sum tey mugu bera inn í vaksnamannalívið.
———————————————————

Kris launches a new awareness campaign about grooming
In December 2023, the Faroese Parliament unanimously approved changes to the criminal law regarding sexual exploitation and grooming.

This means that grooming and sexual exploitation are now defined as sexual offences in the Faroe Islands, just as they are in many other countries.

In this connection, Kris will in the coming period share short and informative material on Facebook about grooming and how it can be prevented.
We do this because we see the consequences of sexual abuse — not only in childhood, but far into adult life.
We work every day with adults who were subjected to sexual abuse as children.
We hear the stories.
We see the wounds.
We know how much it would have meant if someone had seen, listened — or simply asked.
We want to shine a light on grooming.
* Because grooming rarely begins with something visible.
* It begins with trust, kind words, and an adult who builds a relationship with a child with the hidden intention of abusing that trust.
* We want to change that.
* We want to give parents, professionals, and young people the knowledge that protects.
* We want to make it easier to talk together.
* We want to make it easier to recognise the signs.
* We want to make it easier to speak up.
Knowledge protects children.
Together we can ensure that fewer — ideally no — children carry wounds with them into adulthood.

“Politiið í Føroyum fær fimm til sjey NCMEC-mál um vikuna. Løgreglan metir vanliga, at eitt til trý av hesum málum kunnu...
20/03/2026

“Politiið í Føroyum fær fimm til sjey NCMEC-mál um vikuna. Løgreglan metir vanliga, at eitt til trý av hesum málum kunnu vísa seg at vera revsiverd.”

Tað eru fimm til sjey fráboðanir ov nógv
Vit mugu standa saman um at fyribyrgja lokking.
Kris vil vera við til at fyribyrgja lokking.
Kris fer komandi vikurnar at leggja upplýsandi og fyribyrgjandi tilfar um lokking út á Facebook.
Eitt átak, ið vónandi er við til at hjálpa øllum at skilja hvat lokking er og samstundis hvussu vit kunnu hjálpa børnum at verja seg móti lokking.
Lokking kann raka øll – men saman kunnu vit forða fyri tí.
Vit kunnu ikki síggja alt, men vit kunnu síggja meira.
Vit kunnu ikki steðga øllum, men vit kunnu steðga fleiri.
Vit kunnu ikki vita alt, men vit kunnu læra meira.
Vit verja børnini – tá vit tora at tosa, tora at lurta og tora at handla.

Dømi eru um, at børn heilt niður í níggju ár hava verið fyri grooming ella lokking

Adresse

À Kneysum 6
Toftir
650

Telefon

00298448181

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Kris Føroyar sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Organisationen

Send en besked til Kris Føroyar:

Del