Ein góð byrjan

Ein góð byrjan Bólkatilboð til kvinnur, sum uppliva ótta/tunglyndi ella mistrivnað í viðgongutíð og eftir barnsburð.

Fá pláss eru eftir 🌱Vit bjóða nú aftur ókeypis bólkatilboð til kvinnur í uppliva ótta/tunglyndi - í viðgongutíð - upp ti...
16/04/2026

Fá pláss eru eftir 🌱

Vit bjóða nú aftur ókeypis bólkatilboð til kvinnur í uppliva ótta/tunglyndi
- í viðgongutíð
- upp til 2 ár eftir barnsburð
Set teg í samband við tína ljósmóður ella heilsufrøðing í Gigni. Tú kanst eisini senda okkum ein teldupost á [email protected], um tú ynskir at vita meira.

Bólkaleiðarar eru sálarfrøðingar Rannvá Sloan Jørgensen og Karin Háskor.

Soleiðis siga fyrrverandi luttakarar um bólkin 🌿

Í sambandi við barnsburð henda stórar fysiskar og sálarligar broytingar yvir stutta tíð. Tílíkar broytingar kunnu økja u...
26/03/2026

Í sambandi við barnsburð henda stórar fysiskar og sálarligar broytingar yvir stutta tíð. Tílíkar broytingar kunnu økja um sárbarið hjá foreldrum og ávirka trivnaðin. Vit bjóða nú aftur ókeypis bólkatilboð til kvinnur í uppliva ótta/tunglyndi
- í viðgongutíð
- upp til 2 ár eftir barnsburð
Set teg í samband við tína ljósmóður ella heilsufrøðing í Gigni. Tú kanst eisini senda okkum ein teldupost á [email protected], um tú ynskir at vita meira.

Soleiðis siga fyrrverandi luttakarar um bólkin 🌿

Í hesum partinum av Nert ikki við verður burðartunglyndi umrøtt. Umframt eina erliga og djarva frásøgn frá Vígdis Skorhe...
06/03/2026

Í hesum partinum av Nert ikki við verður burðartunglyndi umrøtt.
Umframt eina erliga og djarva frásøgn frá Vígdis Skorheim, greiðir Sanne Storm frá um gransking og viðgerð í Føroyum.

"Hvønn dag skammaðist eg um, at eg ikki hevði tað sama sambandið við dóttrina sum hini. Eg græt bara." Í dag nerta við við føðitunglyndi

BÓLKATILBOÐ TIL KVINNUR Í VIÐGONGUTÍÐ OG EFTIR BARNSBURЄEin góð byrjan”: Barnsburður og familjutrivnaðurNú verður aftur...
05/03/2026

BÓLKATILBOÐ TIL KVINNUR Í VIÐGONGUTÍÐ OG EFTIR BARNSBURÐ
„Ein góð byrjan”: Barnsburður og familjutrivnaður

Nú verður aftur møguleiki hjá kvinnum, sum uppliva ótta/tunglyndi í viðgongutíð ella upp til 2 ár eftir barnsburð, at luttaka í bólkatilboði. Talan er um bólkar við umleið 8 luttakarum. Tilboðið er ókeypis.

Tíðin, tá ein gerst foreldur, kann vera bæði góð og avbjóðandi. Í sambandi við barnsburð henda stórar fysiskar og sálarligar broytingar yvir stutta tíð. Tílíkar broytingar kunnu økja um sárbarið hjá foreldrum og ávirka trivnaðin. Kanningar vísa, at umleið fimta hvør føroyska kvinna vísir tekin um mistrivnað og ótta í viðgongutíð – og at fjórða hvør upplivir mistrivnað eftir barnsburð.

Um stúranir fylla meira enn vanligt í tí dagliga, ella tú kennir teg kedda ella máttleysa, so kann tað vera tekin um, at tín trivnaður er í vanda. Hesar kenslur eru hvørki skeivar ella ósunnar. Sum oftast er talan um natúrligar reaktiónir, sum eru íkomnar av stórum broytingum ella truplum umstøðum.

Gev tær sjálvari eitt andarúm til at møtast við øðrum kvinnum í somu støðu.
Tað verður arbeitt við at lætta um tína støðu og stuðla undir tín trivnað.

Fokus verður á
• at normalisera, skilja og rúma truplum tankum og kenslum
• eginumsorgan og kensluregulering
• stuðul til at finna ró og styrki

Kennir tú teg aftur og ynskir at luttaka í bólki - ella hevur tú spurningar - kanst tú seta teg í samband við Rannvá Sloan Jørgensen á [email protected].
Tú kanst eisini venda tær til tína ljósmóður ella tín heilsufrøðing í Gigni, og tey hjálpa tær víðari.

Samskiparar av „Ein góð byrjan”
Sanne Storm, PhD musikterapeut/ Rannvá Sloan Jørgensen, løggildur sálarfrøðingur

„Ein góð byrjan” samstarvar við Gigni og Ljóðmøðratænastuna um at veita skjóta hjálp til kvinnur, sum uppliva ótta/tunglyndi í viðgongutíð og eftir barnsburð.

Adresse

Jóannesar Paturssonar Gøta 24
Tórshavn
100

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Ein góð byrjan sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Del