03/04/2026
Tíðin er komin til broytingar
Vit, sum arbeiða innan heilsurøkt, vita betur enn tey flestu, hvussu týdningarmikið okkara arbeiði er, bæði fyri borgaran og fyri samfelagið sum heild. Men tíverri er veruleikin tann, at okkara arbeiðsumstøður ikki altíð endurspegla hendan týdning.
Eg stilli upp til nevndarvalið, tí eg ynski eina greiða og sterka rødd fyri okkum øll.
Fyrst og fremst vil eg siga, at tað arbeiðið, sum felagið longu hevur gjørt, er gott og hevur havt stóran týdning fyri okkara fak. Men tíðirnar broytast, og krøvini frá limunum broytast við teimum. Tað er bæði natúrligt og sunt, at vit støðugt menna okkum og laga okkum eftir nýggjum avbjóðingum og væntanum.
Arbeiðsumhvørvið má raðfestast nógv hægri. Tað skal vera trygt, mennandi og virðiligt at fara til arbeiðis. Vit skulu ikki bara “halda út” – vit skulu trívast. Tað krevur, at vit fáa betri karmar og møguleika at brúka okkara fakligu førleikar til fulnar.
Samstundis havi eg eina greiða visión um eitt meira sjónligt, opið og atkomuligt felag. Eitt felag, sum ikki bara er til staðar á pappírinum, men sum veruliga sæst og hoyrist – og sum byggir á gott samstarv, bæði innanhýsis millum limir og úteftir við myndugleikar og arbeiðsgevarar. Vit standa sterkari, tá vit standa saman.
Eitt annað týðandi mál er hvílitíðin millum vaktir. Vit kenna hvussu tungt tað er at fara av kvøldvakt og síðan upp tíðliga morgunin eftir á dagvakt. Tað er als ikki haldbart, at starvsfólk arbeiða undir treytum, har tey ikki fáa nóg góða hvíld. Tað gongur út yvir bæði heilsuna hjá starvsfólkunum og góðskuna í arbeiðinum.
Lønin er eisini ein av okkara størstu avbjóðingum. Nógvir av okkara limum eru undirløntir, tvs verða ikki løntir eftir sáttmálanum, og tað ikki rættvíst og tað skulu vit ikki góðtaka!
Serliga skeivt kennist tað, tá arbeiði um høgtíðir ikki verður lønt eftir veruliga virðinum. Í dag enda tímarnir fyri td jóladag í avspáking, sum síðani verður útgoldin sum vanlig tímaløn. Tað merkir í praksis, at tað ikki kostar nógv meira at hava okkum til arbeiðis um høgtíðir enn ein vanligan dag – og tað er ikki í lagi. Tað eigur at vera dýrari, tí vit lata okkara frítíð, okkara familjutíð og okkara høgtíðir.
Eg vil arbeiða fyri, at vit fáa møguleika at fáa slíkar vaktir útgoldnar beinleiðis í pengum í staðin. Tað hevði givið bæði størri virðing og størri rættvísi.
Vit standa eisini framman fyri eini framtíð, har tørvurin á heilsurøktarum bara fer at vaksa. Tí er tað avgerandi, at vit gera yrkið meira attraktivt – bæði fyri tey, sum longu eru í fakinum, og fyri tey, sum umhugsa at velja tað.
Eg stilli upp, tí eg trúgvi upp á, at vit kunnu byggja víðari á tað góða arbeiðið, sum longu er gjørt, samstundis sum vit tora at hugsa nýtt og taka neyðugu stigini fram á leið.
Vel eina rødd, sum vil broytingar.
Vel meg 🤞
Beinta Simonsen