Grannakaffi

Grannakaffi Grannakaffi er ein peningainnsavnan til frama fyri Krabbameinsfelagið. Krabbameinsfelagið er áhugafelag hjá føroyskum krabbameinssjúklingum. apríl 2022. Feløgum.

Grannakaffi verður í vikuskiftinum 22. - 24. Grannakaffi er árliga innsavningin hjá Krabbameinsfelagnum, har fólk kunnu gera sína egnu innsavning til frama fyri Krabbameinsfelagið.

„Hvat kann eg gera fyri at hjálpa? Hvussu kann eg gera mun?” Henda spurningin kenna tey flestu og henda spurningin fær felagið javnan frá fólki, ið kundu hugsað sær at tikið lut í stríðnum ímóti krabba. Hóast tað til

tíðir kann tykjast torført at fáa greiði á, hvussu ein best kann veita hjálp, so er einfalda loysnin at hjálpa teimum, sum longu hjálpa. Einstaki innsavnarin setur sín dám á innsavningina, so leingi tað ikki stríðir móti virðunum hjá Krabbameinsfelagnum.Tú kanst hava Grannakaffi heima, bjóða grannunum til ein drekkamunn og spyrja um tey vilja lata eitt oyra í bússuna. Tú kanst hava bússuna við til arbeiðis og hava eina innsavning við tínum starvsfeløgum. Tú kanst eisini fara ein túr í grannalagnum við bússuni, hava hana við í skúla, hava loppumarknað, ella tú kanst biða fólk lata Krabbameinsfelagnum eina gávu, tá tú hevur føðingardag. Ja møguleikarnir eru nógvir. Nýt hugflogið, tað er tú sum avgerð hvussu tín innsavning sær út. Krabbameinsfelagið vónar at fáa innsavnarar kring alt landið. Tey, ið hava hug at hava Grannakaffi fáa nærri kunning um, hvussu ein ber seg at við at venda sær til Krabbameinsfelagið ella nema sær kunning á www.krabbamein.fo og á facebook.com/grannakaffi

Endamálið hjá Krabbameinsfelagnum er uppýsa um krabbamein, stuðla gransking í krabbameini og hjálpa teimum, sum fáa boðini: ‘Tú hevur krabbamein’. Og at hjálpa teimum, sum eiga tey, sum fáa hesi boðini. Í 43 ár hevur tað borið til hjá okkum at hjálpt. Og tað hevur borið til, tí felagið fær dyggan stuðul. Frá sjálvbodnum. Fyritøkum. Einstaklingum. Takk fyri tykkara áhaldandi stuðul. Hann er grundarlagið undir okkara arbeiði.

Grannakaffi hjá Stuðulsbólkinum hjá Krabbameinsfelagnum í Suðuroy💜💜
31/03/2026

Grannakaffi hjá Stuðulsbólkinum hjá Krabbameinsfelagnum í Suðuroy💜💜

Tá vit sóu at Krabbameinsfelagið lýsti við grannakaffi, hugsaðu vit í grunddeild í Fuglafirði, at vit, saman við næmingu...
31/03/2026

Tá vit sóu at Krabbameinsfelagið lýsti við grannakaffi, hugsaðu vit í grunddeild í Fuglafirði, at vit, saman við næmingu- num, kundu samla pening inn til felagið.

Næmingarnir hava havt eina evnisviku, sum vit kallaðu: “Føroysk og støddfrøði vika”. Teir hava arbeitt í bólkum og hava verið sera ágrýtnir, tí hildu vit, at tað hevði verið stuttligt, at bjóða avvarandi til eina hugnaløtu, har tey høvdu høvi at síggja og hoyra, hvat næmingarnir hava arbeitt við, fáa ein drekkamunn og hava høvi at stuðla Krabbameinsfelaganum.

Evnisvikan:
Í føroyskum hevur 1. flokkur kvøði: “Veturin kom við kulda og kava” og “Burtur á heiði”. Tey hava eisini arbeitt við sanginum: “Í millum vøkur fjøll”, og kom Jógvan á Lakjuni at hugleiða og syngja fyri teimum tann síðsta dagin.

Í støddfrøði hava næmingarnir gjørt Minecraft sjálvsmynd, so har hava tey arbeitt við fýrakantum, og høvdu foreldur møguleika at keypa tær heim við.

Í føroyskum lýsti 2. flokkur kvæði Øskudólgur og sópingarkona við veggjarmyndum.

Í føroyskum hevur 3. flokkur gjørt stuttar filmar um Nykursvísu, sum vórða vístir í heimastovuni.

Í støddfrøði gjørdu 2. og 3. flokkur eitt “Dinoland”, har teir skuldu rokna út, hvussu stórt pláss hesir ymisku dinosaurarnir skulu hava, og hvussu nógv egg teir kunnu fáa.

Verkætlanin “Tann besti skúlin”, sum dreingirnir í 3. flokki hava gjørt, varð eisini at síggja, og ymiskt handarbeið, sum genturnar høvdu gjørt.

Vit vóru so heppin, at dagligi leiðarin hjá Krabbameinsfelagnum, Jansy Gaardlykke, kom og segði nøkur orð.

Vit gleddust um løtuna og at kunna geva Krabbameinsfelaganum bússurnar, sum Pætur Solmunde Leivsgarð handaði.

Adresse

Tórshavn
100

Telefon

+298317959

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Grannakaffi sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Organisationen

Send en besked til Grannakaffi:

Del