10/03/2026
Nú ber til at brævatkvøða til løgtingsvalið og vit mæla tí til at gera hetta sum skjótast! Sendistova Føroya í Keypmannahavn viðmælir, at man í seinasta lagi greiðir atkvøðu fríggjadagin 13. mars, soleiðis at atkvøðan kann sendast heima til valstøðini í Føroyum í góðari tíð.
Í Danmark kanst tú brævatkvøða á kommunukontórum. Set teg í samband við tína kommunu, um tú ert í iva um hvussu tú gert.
Ert tú uttan fyri Danmark, kanst tú brævatkvøða á føroyskum ella donskum sendistovum.
BRÆVATKVØÐUGREIÐSLA TIL LØGTINGSVALIÐ 2026
Frá mánadegnum 9. mars kl. 10 kunnu veljarar staddir í Danmark greiða brævatkvøðu til Løgtingsvalið 2026 á:
Sendistovu Føroya í Keypmannahavn
Strandgade 91, 4. hædd
1401 København K.
Atkvøðugreiðslan á sendistovuni heldur fram alla vikuna kl. 10-15.
Mælt verður til at greiða brævatkvøðu í seinasta lagi fríggjadagin 13. mars kl. 15, soleiðis at greiddar atkvøður kunnu sendast heim til valstøðini í góðari tíð.
LESANDI
Sum lesandi uttanlands hevur tú valrætt til Løgtingsvalið.
Fyri at koma á vallistan sum lesandi uttanlands, skalt tú lúka hesar treytir:
• Bústaðarkrav: tú hevur búð í Føroyum og hevur verið skrásett/ur í fólkayvirlitinum í minsta lagi 5 ár tilsamans.
• Tú skalt ikki hava havt tilhald uttan fyri Føroyar í meira enn 8 ár.
• Tú ert uttanlands í lestrarørindum.
Soleiðis gert tú:
Tú søkir um at sleppa á vallistan í tí kommunu, har tú seinast var skrásett/ur í landsfólkayvirlitinum. Fleiri kommunur hava sjálvgreiðslu á Vanganum, har tú kanst søkja um at fáa valrætt á Vanganum.
1. Rita inn á Vangan
2. Vel ta kommunu, tú búði í, áðrenn tú flutti uttanlands
3. Søk um atkvøðurætt til Løgtingsval
Um tín kommuna ikki er á Vanganum, skalt útfylla skjal 1, sum tú finnur handan leinkið til kunngerðina (sí fyrstu viðmerking til hetta uppslagið).
Eru ivamál skalt tú venda tær til kommunuskrivstovuna.
Gev gætur, at tú fært ikki nakað valkort sendandi, tá tú hevur søkt um upptøku á vallistan. Tú mást tí minnast til at hava samleikaprógv við, tá tú greiðir brævatkvøðu. Samleikaprógv kann annaðhvørt vera pass ella koyrikort.
SJÚKLINGAR
Sjúklingar og avvarðandi á Sjúklingahotellinum, kunnu harumframt greiða brævatkvøðu á Sjúklingahotellinum hósdagin 12. mars kl. 11-15.
Eru ivamál, ber til at ringja til okkara á tlf. +45 32 83 37 70.
Sendistovan ynskir øllum føroyingum eitt gott val! 🇫🇴 🇫🇴 🇫🇴