03/05/2026
Forkvinnan í felagnum fekk tann heiður, at halda røðu á 1. maidagshaldinum hjá Havnar Arbeiðarafelag - takk fyri ❤️
Nógv er vunnið, men vit hava nógv eftir at stríðast fyri ✊
Síðsta nýggja, sum arbeiðsgevari hevur funnið uppá er, at seta lækna á árbeiðsplássinum - tað verður kalla góð starvsfólkarøkt.
NEI - hetta er ikki starvsfólkarøkt. Arbeiðsfólkið hava fingið noktandi svar at sleppa til læknan og nú skulu teir bíleggja sær tí hjá hesum læknanum á arbeiðsplássinum. Tey skulu arbeiða og arbeiða, og minst møguligt burtur frá arbeiði. Tað er ikki tí at arbeiðsgevarin rindar teimum fasta løn, tey eru tímalønt og missa løn tá tey eru burtur frá arbeiði í m.a. læknaørindum.
Røðan kann lesast her:
Góðu føroyingar, góðu verkafólk og góðu limir í arbeiðararørsluni.
Vit eru savnað her í dag — ikki bara fyri at hátíðarhalda ein dag í árinum, men fyri at minna okkum á, hví vit hava ein arbeiðaradag.
Arbeiðaradagurin er ikki komin av tilvild. Hann er ein dagur, sum er kravdur. Ein dagur, hvørs eyðkenni er sveitti, kropsligt slit og dirvi hjá verkafólki gjøgnum seinastu 100 árini.
Vit eru her, tí vit vita, at EINKI KEMUR AV SÆR SJÁLVUM.
Rættindi detta ikki niður úr himli, og onki verður okkum givið uttan stríð. Tað sum verkafólk hava, er fingið, tí tað er kravt.
Vit eru her, tí vit vita, at søgan hjá verkafólki er søgan um at reisa seg aftur og aftur — hóast mótstøðu og trýst. Og sjálvt um tey, sum altíð hava havt maktina, royna at trútta niður í okkum, at vit skulu halda okkum kúrr.
Men vit hava ikki verið kúrr ella bangin, hóast prísurin ofta er høgur hjá verkafólki, so hava verkafólk dirvi at siga frá, og at krevja tað, sum er okkara.
Verkafólk hava staðið saman, bæði tá tað mesta av tjóðini hava staðið við okkara lið, men eisini, tá ið ongin annar stóð saman við okkum.
Og júst tí eru vit her í dag! Tí vit vita, at hvørja ferð verkafólk hava tikið eitt fet fram, so hava vit eisini sæð, at tað altíð eru tey somu, sum vilja hála okkum aftur.
Tey eru, sum siga, at; “tíðirnar hava broytt seg, fleksibilitetur er neyðugur, vit mugu hugsa nýtt”.
Løgið nokk, so hevur hetta “nýggja” altíð sama gamla endamál: at gera lívið hjá verkafólki eitt sindur tyngri, og lívið hjá teimum, sum longu hava nógv, eitt sindur lættari.
Tí er altjóða arbeiðaradagurin ikki bara ein hátíðardagur, men ein áminning um, at vit mugu hava dirvi, ikki bara í orðum, men í verki.
Dirvi at standa saman og krevja okkara rættvísa part. Dirvi at siga: VIT GEVA OKKUM IKKI.
Vit vita, at okkara sterkasta vápn er organisering – organisering og uppaftur meir organisering.
Uttan fakfeløg høvdu verkafólk onki.
Vit síggja tað í Føroyum hvønn einasta dag:
• tá arbeiðsgevarar royna at sleppa undan yvirtíðarløn
• tá arbeiðspláss verða mannað við óskipaðari útlendskari arbeiðsmegi
• tá arbeiðsfólk verða biðin um at gera meira fyri minni
• tá arbeiðsumhvørvið verður sett til síðis fyri skund og vinning
• tá fólk stempla inn og út eftir tørvi uttan tryggleika í starvinum
• tá arbeiðspláss taka av pausur og hótta fólk við livibreyðnum, um tey gera vart við seg.
Uttan fakfeløg hevði eingin tikið hetta upp og vart tykkum. Uttan fakfeløg hevði eingin sagt: “Hetta er ikki í lagi.”
Organisering er ikki bara týdningarmikil — hon er lívsneyðug.
Vit hava nógv útlendskt verkafólk í Føroyum, men organiseringin er so sum so. Tey vera ofta hildin tilvitað uttanfyri av arbeiðsgevarum, sum siga; “tit nýtast ikki fara í fakfelag, tað bara kostar. Tit fáa góða løn og treytir uttan fakfeløgini” men gloyma, at siga teimum alt tað tey missa.
Hesi fremmandu fólkini tora ikki at siga arbeiðsgevaranum ímóti – alt er fremmant í hesum nýggja landinum – tey eru her fyri at arbeiða, so sjálvandi skulu tey gera, sum arbeiðsgevarin sigur. Tey vita ikki, at roynt verður at splitta arbeiðsfólk, og at seta fólk upp ímóti hvør øðrum – føroyingar móti útlendingum. Hetta síggja vit eisini, tá ið føroyingar vera biðin um at fara heim, tí tað er minnið arbeiði, og útlendingarnir eru til arbeiðis. Hetta er ikki í lagi – kanst tú sum arbeiðspláss tryggja útlendskari arbeiðsmegi fulla tíð, so er ikki meir enn rímiligt, at tað sama er galdandi fyri føroysku arbeiðsmegini, sum var her frammanundan. Alt annað er órættvíst og er við til at skapa illstøður, sum eru keðiligar fyri øll. Fyri fáum døgum síðani kom ein ungur maður, útlendingur, á skrivstovuna. Hann manglaði løn fyri meir enn 200 tímar - hann arbeiddi sum kokkur á matstovu í Tórshavn.
Vit hitta ikki útlendingarnar fyrr enn tað er gingið galið. Hesi fólkini kenna ikki síni rættindi, og vera tí brúkt og stundum útnyttaði, sum bílig arbeiðsmegi. Tey tora ikki at siga frá.
Hesi brotini eru eisini við til at máa støðið undan teimum sáttmálum, sum vit feløg seinastu 100 árini hava stríðst við.
Skal ein arbeiðsgevari hava útlendska arbeiðsmegi, so má viðkomandi vera limur í arbeiðsgevarafelagnum – tað er lógarkrav. Vit siga, skal nakar inn her at arbeiða, so skulu tey eisini vera limir í fakfelag – hvørki meir ella minnið – hetta skal eisini vera lógarkrav. Soleiðis eru báðir partar javnt viðfarnir, og vit fáa tryggja fólkið og sáttmálaøkið.
Vit mugu eisini minnast til, at tað er ikki einans útlendsk arbeiðsmegi, sum kemur higar at arbeiða – hetta eru menniskju – og hvør er betri at tryggja viðurskiftini og verja tey, enn vit fakfeløg!
Vinnan í Føroyum hevur upplivað ein ófatiliga stóran vøkstur tey seinastu árini.
Vit tosa um metár í alivinnuni, í fiskivinnuni, í útflutningi, í yvirskoti, í løn til leiðslur og metár í vinningsbýti.
Samlaði vinningurin er hægri enn nakrantíð, og kortini er ein onnur sannroynd galdandi.
Ovurstóri vøksturin er IKKI komin verkafólki til góðar.
Vit síggja tað: Lønirnar standa ikki mát við vøksturin í vinnuni ella prísvøksturin. Ein løn, sum fyrr bar eina familju, ber nú bert ein part av mánaðinum. Lønin, sum fyrr gav møguleikar, gevur nú bara tað mest neyðuga, og tað eru verkafólk – sum kenna hetta harðast. Inflasjónin er kenslan av at arbeiða líka hart sum altíð – men fáa nógv minni burtur úr tí. Hjá nógvum føroyingum er hon innkeypsposin, sum ikki longur kann fyllast, og húsaleigan, sum tekur størri og størri bita av lønini. Familjur stríðast við at fáa mánaðin at hanga saman, lønin hjá okkara verkafólki strekkir styttri og styttri, hóast vinnan hevur meira enn nakrantíð.
Hetta er ikki ein tilvild – hetta er ein avgerð, Vinningurin fer uppeftir til leiðslu og eigarar, meðan byrðurnar vera lagdar á herðarnar á verkafólki, sum mugu renna skjótari.
Tí mugu vit tosa um umfordeiling, og at tey, sum skapa virðini, EISINI skulu fáa sín rættvísa part. Tí uttan okkara verkafólk vóru eingin hægri virðir, yvirskot ella vinningsbýti. Vit biðja ikki um olmussu ella marglæti, vit krevja eina løn, sum er til at liva av.
Fyri 2 árum síðani noyddust vit at leggja arbeiðið frá okkum og fara í verkfall, bara fyri at fáa nakrar fáar krónur, sum av sær sjálvum skuldu verið latnar uttan stórvegis hóvasták.
Tað var ein øgiligur grátur eftir verkfallið um tær 100tals milliónirnar hetta fór at kosta, og at prísurin fyri lønarvøksturin fór at vera størri enn vit hildu.
Vit kunnu bara staðfesta nú tvey ár seinni, at tað hevur ikki staðið betur til enn tað sama í vinnuni í Føroyum. Yvirskot vaksa, virksemi veksur, men verkafólki, tey hava enn ikki fingið eina rímuliga løn í boði. Tvørturímóti verður hildið fast um hvørt oyrað, og man unnar ikki verkafólkunum eina løn, sum er til at liva av, hóast vit kenna ovurstóru yvirskotini, sum somu verkafólk eru við at skapa hvønn dag.
Eg havi veruliga hug at spyrja arbeiðsgevararnar
“HVAT BILLA TIT TYKKUM INN!!!”
Hví skulu okkara verkafólk slíta seg upp hjá tykkum, og tit unna teimum ikki eina ordiliga løn og kor, sum eiga at vera vanlig í 2026. Til tykkum arbeiðsgevarar havi eg hug at siga, kom inn í nýggju øldina. Okkara fólk taka fegin eitt tak fyri tykkum, vit taka fegin eyka tøk, okkara fólk stempla inn í øllum veðri og í øllum hugsandi umstøðum fyri at gera sína skyldu – tað er ikki ov nógv, at krevja ordiliga løn, ordiliga arbeiðsumstøður og tryggleika í starvinum, soleiðis at tú veitst, at óansæð hvussu sær út, so hevur tú eina fasta mánaðarløn at dúva uppá.
Fyri okkara limir er tað altavgerðandi, at lønin er til at liva av, og at seta búgv eigur eisini at vera ein møguleiki og ikki bara ein veruleikafjarður dreymur. Okkara fólk, skulu hava eina framtíð at byggja á, tí er eisini neyðugt, at ein skattalætti verður málrættaður verkafólki, og at gjørdar vera skipanir, sum gera, at møguleiki er at seta føtur undir egið borð. Í dag eru alt ov nógv ungar familjur og verkafólk, sum mugu bíða, hóast tey eru klár, tí prísirnir hækka nógvar ferðir skjótari enn lønirnar. At seta búgv eigur ikki at vera luksus fyri tey fáu, men ein møguleiki fyri fjøldina, tí krevja vit, at átøk vera gjørd, sum gera tað møguligt at fáa eitt heim, ein tryggleika og eitt stað hjá okkara fólki at skapa sína egnu søgu.
1. mai er dagurin, har vit minnast, at vit hava vunnið nógv — men vit hava nógv eftir at stríðast fyri. Vit hava rættindi, men vit hava ikki tryggleika. Vit hava virðing, men ikki rættvísi. Vit skulu hava okkara part í tí stóru framgongd, sum hevur verið.
Men tit í politiska landslagnum – tit skulu eisini á banan. Verkafólk vera framvegis viðfarin øðrvísi í lóggávuni enn starvsmenn – verkafólk hava færri rættindi og verri rættindi og tað skal broytast. Tað skulu tit í løgtinginum syrgja fyri, soleiðis at í Føroyum hava vit løntakararættindi fyri øll, og ikki bara ein úrvaldan skara.
Arbeiðaradagurin er sanniliga enn aktuellur, og enn hava vit nógv eftir, men skulu vit framá, so er einasti vegurin organisering, at standa saman og krevja okkara rætt.
Vit eru verkafólk - vit eru arbeiðararørslan. Og vit geva okkum ikki fyrr enn vit hava fingið, tað sum vit eiga.
Ynski tykkum framhaldandi ein góðan 1. Mai.
Takk fyri
Send a message to learn more