Javni Javni er felag hjá fólki við menningartarni og familjum teirra. Learning disabilities - NGO

Herdis afturvald sum forkvinna í Spyr Meg Á aðalfundinum hjá Javna stóð forkvinnan, Herdis Johnsdóttir Johannesen, í Spy...
03/06/2026

Herdis afturvald sum forkvinna í Spyr Meg

Á aðalfundinum hjá Javna stóð forkvinnan, Herdis Johnsdóttir Johannesen, í Spyr Meg fyri vali. Vit eru fegin at kunna boða frá, at hon varð afturvald og heldur fram sum forkvinna.

Spyr Meg er ein undirnevnd í Javni, har fólk við menningartarni sjálvi koma til orðanna og arbeiða fyri rættindum sínum. Endamálið er at tryggja, at fólk við menningartarni hava eina sjálvstøðuga rødd í arbeiðinum hjá Javna – og at henda rødd verður hoyrd. Nevndin arbeiðir út frá hugsjónini um Independent Living, sum snýr seg um rættin at liva eitt sjálvstøðugt lív við neyðugum stuðli.

Vit ynskja Herdis hjartaliga tillukku við afturvalinum og gleða okkum til framhaldandi góða arbeiðið fyri at styrkja røddina hjá fólki við menningartarni. 💙

Á myndini eru øll Spyr Meg nevndin, Herdis Johansen, Meiken Olsen, Erla Valentina Marr, Lennart Magnussen, umframt Ingun Joensen og Katrin Jacobæus, sum eru hjálparar í nevndini.

SYSKTINALEGA VIÐ JAVNA 🌿Dagarnar 12.–14. juni skipar Javni fyri eini serligari sysktinalegu á Ítróttarháskúlanum í Vági ...
02/06/2026

SYSKTINALEGA VIÐ JAVNA 🌿

Dagarnar 12.–14. juni skipar Javni fyri eini serligari sysktinalegu á Ítróttarháskúlanum í Vági

Legan er fyri familjur, har eitt barn ber brek, og har systkinini hjá tí, sum ber brek, verða sett í fokus. Øll familjan er vælkomin, men vikuskiftið verður serliga skipað við systkinunum í huga – við hugna, aktivitetum, felagsskapi og góðum upplivingum saman við øðrum børnum og ungum, sum kenna hendan partin av lívinum

Systkinini, sum luttaka í aktivitetunum, skulu vera millum 9–14 ár.

Vit fara m.a. at hava:
Fotosafari
Samstarvsuppgávur
Fjálgifestival
Hugna og felagsskap
Góðar upplivingar saman

Endamálið við leguni er at skapa eitt trygt og stuttligt rúm, har systkin kunnu møta øðrum systkjum, hava tað stuttligt og bara sleppa at vera børn og ung saman.

Praktisk kunning:
12.–14. juni
Í Ítróttarháskúlanum í Vági

💰 Kostnaður:
150 kr. pr. persón fyri alt vikuskiftið – matur og logi eru íroknað.
Vaksin og børn yvir 5 ár gjalda sama prís. Børn undir 5 ár eru ókeypis.

Familjurnar skipa sjálvar fyri ferðing við Smyrli.

Legan verður bert hildin, um nóg nógv tekna seg, og avmarkað pláss er á leguni. Um fleiri familjur tekna seg enn pláss eru fyri, verður lutakast millum tilmeldingarnar. Tilmeldingin er bindandi.

📩 Tilmelding og áhugi:
Sigið frá sum skjótast – og í seinasta lagi 4. juni – á:
[email protected]

Nærri kunning um skrá, ferðing o.a. verður send út 5. juni.

Tit eru hjartaliga vælkomin at seta tykkum í samband við okkum á tlf. 208090, um tit hava spurningar.

Vinarliga heilsan
Javni

Álmanakka-umboðan fyri juni.Vinarlag og systkinakærleiki hava ómetaliga stóran týdning.Hóast Ísak ikki hevur talað við o...
01/06/2026

Álmanakka-umboðan fyri juni.

Vinarlag og systkinakærleiki hava ómetaliga stóran týdning.

Hóast Ísak ikki hevur talað við orðum, hevur hann altíð verið púra greiður í sínum boðskapi: Hann hevur tað best saman við vinnmanninum Kristiani. Og eftir tí, vit hoyra frá teimum rundan um teir, er vinarlagið líka týdningarmikið fyri báðar.

Á hesari juni myndini er Ísak saman við lítlusystur síni, Oliviu. Tey hava eitt serligt bond, bygt á umsorgan, nærveru og treytaleysa systkinakærleika. Við Olivinu er Ísak altíð í góðum hondum.

l hátíðarløtuna á skrivstovu okkara ísamandi við at Javni hevði 55 ára stovningardag bar Helena F. Jørmundsson, forkvinn...
29/05/2026

l hátíðarløtuna á skrivstovu okkara ísamandi við at Javni hevði 55 ára stovningardag bar Helena F. Jørmundsson, forkvinna í Javna røðu fram.

Lesið røðuna her:

Góðan dagin allir javnavinir og hjartaliga tillukku til okkum øll

Fyrsta forkvinnan í Javna var navni mín, Helena Samuelsen. Hon er mamma at einum sum ber brek. Eg eiti Helena, og í dag eri eg forkvinna í Javna, og eg eri eisini mamma at barni, sum ber brek.

Tað eru uttan iva nógvir felagsnevnarir okkara millum. Men eitt, sum vit ikki hava til felag er, at eg ikki, eins og Helena Samuelsen, skal stúra fyri at mítt barn verður sent til Danmarkar at búgva. Hetta eri eg sera takksom fyri.

Og tað er júst hesin munurin okkara millum, sum er byrjanin til Javna fyri 55 árum síðani. Tí hetta var lagnan hjá øllum teimun vit í dag arbeiða fyri.

Somu lagnu kenna vit frá Vilmundi, sum var sendur til Rødbygaard. Frá myndini hjá Sigruni Gunnarsdóttir við heitinum “lummaturriklæði”.

Myndin, sum myndar tí sváru løtuna, har eitt barn verður flutt til eitt fremant land, har eingin kennur hann, hansara mál og hansara mentan. Sum var tikin frá sínum heimi, landi og frá sínari mammu. Frá øllum tí hann kendi.

Til Javna veitsluna fyrr í mánaðinum greiddi Sigrun frá upprunanum til myndina og Tordur - maður hennara - hugleiddi um myndina soleiðis:

Í málninginum sæst Vilmund á veg til Danmarkar. Hann hevur navnið um hálsin og Rødbygaard merkt á kuffertinum. Í andlitinum er eingin gleði – bert hjartans kvøl.

Í hondini heldur hann fast um lummaturriklæðið. Tað er eitt bindingarlið millum hann og mammuna – eitt minni um tryggleika, umsorgan og kærleika.

Í bakgrundini sæst gula húsið við grøna takinum – heimið í Sørvági, hann varð tikin frá. Foreldrini fylgja honum so langt, tey megna – út á tromina – men ikki longur.

Dimm skýggj hanga bæði frammanfyri og yvir tí heimliga. Ein tung tíð liggur fyri framman.

Kortini er ein lítil glotti. Hurðin er farin í lás, men lykilin stendur enn í.

Á lynningini situr ein lítil spurvur, ið tykist bera eina stilla vón og ugga.

**

Eg ímyndi mær tíðina tá vit fluttu øll okkara heim aftur frá Rødbygaard við hesari myndini í huga.

Eg ímyndi mær Helenu Samuelsen og fleiri við henni brúka lykilin á myndini og opna huðrina til okkara land aftur, so øll kunnu koma heim.

Eg ímyndi mær, at hetta var lykilin, sum gjørdi, at Javni sá dagsins ljós og opnaði eina tiltrongda hurð fyri tey mongu, ið ikki megna at tala fyri seg.

**

Tá eg bleiv mamma, dugdi eg ikki at ímynda mær nakrar læstar ella afturlatnar hurðar. Kanska var eg bláoygd ella kanska var eg bert ein lukkulig mamma. Ein mamma sum hevði fingið eitt perfekt barn. Jú hann var ørvísini, men tað eru øll – hugsaði eg.

Men við einari diagnosu, og hjá okkum er tað Down Syndrom, so fylgir ymiskt við. Eitt nú flytir “systemið” inn í familjuna fyri at vera. Ella kanska kunnu vit eisini kalla hetta systemið eina ella kanska nokkso nógvar huðrar, eins og á myndini hjá Sigrun.

Men her eru ikki allar huðrar læstar. Summar eru opnar, onkuntíð standa tær bert á glopp. Onkuntíð lata opnar hurðar aftur. Og so eru tað allar tær hurðinar, sum enn mangla.

**

Javni hevur arbeitt fyri teimun ið bera brek og teirra avvarandi í 55 ár. Vit hava nógv at vísa á eftir øll hesi árini. Men enn eru vit ikki komin á mál.

Sum felag og avvarandi síggja vit hvussu okkara fólk ikki hava somu rættindi, somu møguleikar og somu atkomu sum onnur í Føroyum hava.



Í kommununi síggja vit børn, sum ikki sleppa á dagsstovn

- Foreldur sum muga fara av arbeðsmarknaðinum og vera um teirra barn, tí pláss ikki er fyri teimum – eins og tað er fyri øllum hinum børnunum í kommunini.



í skúlanum sleppa okkara børn illani at vera - oftast vend í huðrini

- Skúlaskipanin í dag er trong hjá okkara børnum. Orkan at vera um okkara børn og skipa skúlan eftir teirra førleikum er undir stórum trýsti. So stórt at fleiri skúlar hava kastað handklæðið í ringin og vísa øll við avbjóðingum á serskúla. Ella útihýsa øllum teimun við avbjóðingum.



Serskúlin er niðurslitin og har er ein áleikandi tørvur á grundleggjandi umvælingum og dagføringum á so mongum økjum.



Øll menniskju hava okkurt at geva, og okkara limir kunnu saktans geva eitt íkast til arbeiðsmarknaðin. Men onkur má stuðla uppundir, so arbeiðsgevarar ikki kenna seg einsamallar í at vera um tey ið bera brek, tá tey eru til arbeiðis.

Atkoman má vera betur, so at øll tey, ið sita í rullistólum, sleppa at luttaka og, ikki minst, hava ordulig wc viðurskifti.

**

Enn eru hurðar, sum eru læstar.
Enn eru hurðar, sum mangla.

Men vit vita nú, at lykilin finst.

Tí hann liggur í viljanum hjá okkum øllum – politikarum, fakfólki, avvarandi og samfelagnum sum heild.

Lat okkum brúka hann.
Lat okkum lata hurðarnar upp.

So øll sleppa inn.

Takk fyri!

_______________________



Javni hevur í sambandið við 55 ára stovningardagin prenta málningin hjá Sigru Gunnarsdóttir. Myndin er til keyps og fæst hjá Javna ella við et trýsta her: https://javni.fo/products/17/lummaturriklaedid

Góða Margit Stórá 💚🌿Takk fyri flottu røðuna í gjár í sambandi við, at tað eru 55 ár liðin, síðani Javni varð stovnað.Les...
29/05/2026

Góða Margit Stórá 💚🌿
Takk fyri flottu røðuna í gjár í sambandi við, at tað eru 55 ár liðin, síðani Javni varð stovnað.

Les røðuna hjá landsstýriskvinnuni í Almanna- og bústaðamálaráðnum her 👇

Javni rundar tey 55 árini

Margit Stóra, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðarmálum, var millum gestirnar til hátíðarhaldið, nú Javni fylti 55 ár. F**t av fólki hevði leitað sær í hølini hjá Javna á Hoydalsvegi 42, og har boðið varð til ein drekkamunn, onkrum góðum afturvið og høvi til eitt gott prát.

Millum røðarnar var Landsstýriskvinnu, og niðanfyri ber til at lesa røðuna:

Góðu tit øll

So var aftur eitt gott og upplagt høvið at hátíðarhalda Javna, nú felagið rundar tey 55 árini. Og eg takki fyri innbjóðingina og møguleikan at luttaka her í dag.

Sum tit sjálvi so væl orðað tað í innbjóðingini, so hava tit hesi 55 árini miðvíst arbeitt fyri javnrættindum, luttøku og betri lívskorum hjá fólki við menningartarni og teirra avvarðandi.

Tá Javni varð sett á stovn í 1971, var støðan ein heilt onnur. Sum samfelag vóru vit ikki ment til at rúma øllum føroyingum. Ein syrgilig søga, mugu vit staðfesta og sum ongin okkara er stoltur av.

Samstundis kunnu vit staðfesta, at onki kann gerast um hesum viðvíkjandi. MEN vit kunnu og skulu altíð læra av søguni.

Vit kunnu gleðast um, at tað eisini tá funnust føroyingar, sum skiltu tørvin og høvdu dirvi at fara til verka. Tey vístu, at vit vóru ment at flyta mørk. Og tey vóru og eru treisk. So treisk at tey, enn tann dag í dag, eru grundarlagið undir eini varandi menning fyri økið “menningartarnaða”.

Og tað eru tykkum vit í dag hátíðarhalda!

Eg skal vegna landsstýrið nýta høvið til at takka tykkum mongu eldsálum, ið hava lagt lunnar og bygt upp og framvegis við treysti hyggja frameftir og taka ábyrgd.

Tað gleðir meg at síggja og fylgja tykkum í tykkara virki, bæði á dagstovnum, á skúlum, serflokkum og víðari í miðnámi. Somuleiðis til frítíðar- og bútilboð til børn og ung við menningartarni, innan tónleikin, innan ítróttin við bæði Parasport Føroyar og Eydnudeildini. Og forrestin, so kenni eg eina damu, sum veruliga hevur víst seg innan skaldaheimin.

Eisini á arbeiðsmarknaðinum virka tit við at loysa uppgávur og menna okkara samfelag. Alt hetta er sera týdningarmikið og ikki minni virðismikið. Jú staðfestast má, at tit umaftur og umaftur vísa tykkara talent og breiðu skapandi evni.

Gott at tit skipa fyri og skapa karmar til at vit kunnu steðga á eina løtu og saman hátíðarhalda tykkum.

Hjartaliga til lukku, Javni, við teimum 55 árunum — og takk fyri tað stóra arbeiðið, tit hava gjørt og framvegis gera fyri einum rúmligari, sterkari og meira menniskjaligum samfelagi.

Takk fyri!

29/05/2026

Ælabogin á konsertferð í spania🇪🇸🌈🙌🎶

‼️Stuðlað Javna og ogna tær plakatina Lummaturriklæðið‼️Í sambandi við, at Javni fyllir 55 ár, hava vit útgivið vøkru pl...
27/05/2026

‼️Stuðlað Javna og ogna tær plakatina Lummaturriklæðið‼️

Í sambandi við, at Javni fyllir 55 ár, hava vit útgivið vøkru plakatina “Lummaturriklæðið”

Plakatin er málað av Sigrun Gunnarsdóttir og sniðgivin av Sigurdsdóttir. Hon vísir Vilmund á veg til Rødbygård við navnaspjaldi um hálsin – ein sterk og kensluborin mynd, sum knýtir seg til søgur og upplivingar hjá mongum av okkara limum.

Plakatin kann keypast her: https://javni.fo/products/17/lummaturriklaedid

Hoyr Sigrun Gunnarsdóttir greiða frá plakatini: https://www.facebook.com/share/v/1NZ6ehKK6W/

Stødd: A3 (29,7 x 42 cm)

Prísur: 350 kr

20/05/2026

Í sambandi við Javnaveitsluna tann 16. mai 2026 vóru Sigrun Gunnarsdóttir og maður hennara Tordur Niclassen boðin við sum serligir gestir. Sigrun stendur handan málningin Lummaturriklæðið, ið er grundarlagið undir plakatini hjá Javna í sambandi við 55 ára haldið.

Sigrun takkaði fyri, at hon og maður hennara vóru boðin við, og fyri at Javni hevði valt at nýta eitt av hennara verkum. Síðani greiddi hon stutt frá, hvussu málningurin Lummaturriklæðið varð til.

Íblásturin kom fyrst frá einum filmi, hon hevði sæð í sjónvarpinum. Filmurin var um ein drong, sum varð tikin heimanífrá og fluttur á stovn. Áðrenn hann fór, hevði mamma hansara givið honum eina skeið. Skeiðin gjørdist honum sera kær og varð nakað, sum hann altíð hevði hjá sær – eitt minni um heimið og serliga um mammuna.

Seinni, eftir at Sigrun hevði fingið kunnleika til søguna hjá Vilmundi gjøgnum familju hansara, varð íblásturin enn sterkari. Mamma Vilmund, Valborg, hevði greitt nágreiniliga frá, hvussu svárt tað hevði verið at lata son sín frá sær. Saman við søguni um drongin við skeiðini gav hetta Sigrun íblástur til málningin, ið varð málaður í 2005.

Málningurin varð soleiðis ikki bara eitt listaverk, men eisini ein søga um lagnur hjá teimum, sum upplivdu líknandi hendingar sum Vilmund og teirra avvarðandi – ein søga um føroyska almanna- og heilsuverkið fyri mongum árum síðan.

Sigrun endaði við orðunum:

"Nú livur málningurin sítt egna lív – ein tala uttan orð."

Síðani hevði Tordur Niclassen eina hugleiðing um málningin og um Vilmund á veg til Rødbygaard.

Tordur minti á, at vit mugu síggja søguna í ljósinum av síni tíð – miðskeiðis í fimtiárunum. Tá var ráðið frá sakkunnleikanum ofta greitt: børn, ið vóru øðrvísi, skuldu sendast á stovn. Foreldur fylgdu teimum ráðum, tí hvørji foreldur ynskja ikki børnum sínum tað besta?
Vilmund varð sendur til Rødbygaard í Danmark.

Tordur hugleiddi um tað ófatiliga svára hjá einum smádrongi at verða tikin úr sínum heimliga umhvørvi, loystur frá foreldrum sínum – serliga mammuni – og sendur í fremmant land, har hann hvørki kendi fólk, mál ella mentan.

Í málninginum sæst Vilmund á veg til Danmarkar. Hann hevur navnið um hálsin og Rødbygaard merkt á kuffertinum. Í andlitinum er eingin gleði – bert hjartans kvøl.

Í hondini heldur hann fast um lummaturriklæðið. Tað er eitt bindingarlið millum hann og mammuna – eitt minni um tryggleika, umsorgan og kærleika.

Í bakgrundini sæst gula húsið við grøna takinum – heimið í Sørvági, hann varð tikin frá. Foreldrini fylgja honum so langt, tey megna – út á eggina – men ikki longur.
Dimm skýggj hanga bæði frammanfyri og yvir tí heimliga. Ein tung tíð liggur fyri framman.
Kortini er ein lítil glotti. Hurðin er farin í lás, men lykilin stendur enn í.

Á lynningini situr ein lítil spurvur, ið tykist bera
eina stilla vón og ugga.

Tordur endaði við eini sterkari søgu. Tá Sigrun í 2024 hevði vitjan av einum amerikonskum ferðalagi og hevði greitt frá málninginum, kom ein av teimum vitjandi til hennara við tárum í eygunum og segði:

"This is my story."

Og kanska kunnu nógv siga tað sama:

"Hetta er mín søga."

At enda varð eisini lagt afturat, at Vilmund í 1959 – 16 ára gamal – kom aftur til Sørvágs, eftir at pápi hansara hevði vitjað hann á Rødbygaard.

Hetta er ein søga um Vilmund. Men tað er eisini ein søga, sum nógv kenna seg aftur í. Og tí livir Lummaturriklæðið framvegis sítt egna lív – sum ein tala uttan orð

Plakatin kann keypast her👉 https://javni.fo/products/17/lummaturriklaedid

Adresse

Hoydalsvegur 42
Tórshavn
100

Hvad er åbningstiderne?

Tirsdag 10:00 - 15:00
Onsdag 10:00 - 15:00
Torsdag 10:00 - 15:00

Telefon

+298 208090

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Javni sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Organisationen

Send en besked til Javni:

Del