12/09/2025
💛Nú er tíðin komin til árligu kekkhandanina. Okkara gulu hetjur hava súkklað og savnað pening inn til børn við lívshættisligum sjúkum, og vit fáa nú at vita, hvussu nógv tey hava savnað inn ❤️
📅Leygardagin 13. september, kl. 14.30
📍Aulan í Eysturskúlanum
Team Rynkeby bjóðar øllum til kekkhandan av innsavnaða peninginum 💛
Leygardagin 13. september kl. 14.30 verður hátíðarløta í Aulini í Eysturskúlanum, har Team Rynkeby Føroyar setur punktum fyri rynkuárið 2024/2025.
Tá verður ársins innsavnaða upphædd handað teimum felagsskapum, sum fáa stuðul frá Team Rynkeby Føroyar. Skráin er bæði einfald og fjølbroytt – við røðum og tónleiki, har vit líta aftur á árið, sum er farið, og fegnast um úrslitið av felags arbeiði og stuðli frá so mongum ymiskum pørtum í samfelagnum ❤️
Øll eru hjartaliga vælkomin. 💛