10/04/2026
🌟NÝGGJ NEVND Í SINNISBATA🌟
Aðalfundur hjá Sinnisbata varð hildin 17. mars, og tríggir nevndarsessir stóðu fyri vali.
Í nevndini hjá Sinnisbata skulu sjey nevndarlimir veljast og tveir tiltakslimir. Til aðalfundin valdi Oddbjørg Johansen at takka fyri seg. Oddbjørg hevur sitið í nevndini í Sinnisbata í tvey ár, og vit takka henni fyri hennara góða arbeiði hesi árini, málbólkinum at frama. Elisabeth Carlsson og Joan B. Poulsen tóku við afturvali og Monika Hjelm Joensen er nýggj í nevndini. Vit ynskja teimum hjartaliga til lukku við valinum og Moniku vælkomnari í nevndina.
Á fyrsta nevndarfundi eftir aðalfundin skipaði nevndin seg soleiðis:
- Súsanna Olsen, forkvinna
- Oda Jóhansdóttir, næstforkvinna
- Joan B. Poulsen, kassameistari
- Minna Sólfinnsdóttir, skrivari
- Elisabeth Carlsson, nevndarlimur
- Nuka Heinrich Eidesgaard, nevndarlimur
- Monika Hjelm Joensen, nevndarlimur
- Margretha Poulsen, tiltakslimur
- Vivian Sjóðklett, tiltakslimur
Nýggja nevndin hevur sett sær fleiri mál fyri og er til reiðar at fara til verka til nevndarárið 2026/2027. Í 2026 fór Sinnisbati undir nýggja fyrilestrarrøð, og fara vit at halda áfram við hesum leisti og hava tiltøk runt í Føroyum. Nýggja Ungdómsráðgevingin er á gáttini, og fer hetta serliga at eyðmerkja nevndarárið. Vit eru takksom fyri allan stuðulin og álitið, og gleða okkum at skapa eitt fyribyrgjandi tilboð, ið kann vera við til at basa á mistrivnaði millum ung.