Hjartafelagið

Hjartafelagið Hjartafelagið arbeiðir fyri at røkja áhugamálini hjá hjartasjúklingum, umframt at upplýsa og leiðbeina um hjartasjúkur, og stuðla gransking.

❤ Góðan mammudag til allar mammur ❤
10/05/2026

❤ Góðan mammudag til allar mammur ❤

Hjartafelagið ynskir Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinnu í heilsu- og orkumálum, hjartaliga til lukku við sessin...
14/04/2026

Hjartafelagið ynskir Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinnu í heilsu- og orkumálum, hjartaliga til lukku við sessinum, blíðan byr og hepna hond

Í dag var móttøka í Heilsu- og orkumálaráðum, í sambandi við, at Eyðdis Hartmann Niclasen tekur við sum landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum, sum áður hava verið málsøki hjá Margit Stórá og Sirið Stenberg.

20/03/2026

Kona og børn eru ársins fyrstuhjálparar fyri skjótu hjálpina, tey góvu Thorleifi Dahl, tá hann í november fekk hjartasteðg

Aðalfundurin valt nýggja nevndLýsti aðalundurin hjá Hjartafelagnum var 18. mars, og eftir at fundurin hevði viðgjørt yms...
19/03/2026

Aðalfundurin valt nýggja nevnd

Lýsti aðalundurin hjá Hjartafelagnum var 18. mars, og eftir at fundurin hevði viðgjørt ymsu punktini á skránni, vórðu hesi vald at umboða nevndina komandi árið:

• Eyðna Joensen, forkvinna
• Amy Ljósheim, næstforkvinna
• Fríðálvur A. Jensen, skrivari
• Páll Hammer, nevndarlimur
• Jacobina Kristiansen, nevndarlimur (ikki á myndini)

Tiltakslimir
• Sigga Durhuus
• Tórur Jørgensen

Framløga við
Valborg Heinesen, hjartalækna

Eftir at øll punktini vóru avgreidd legði Valborg fram eina sera góða og væl uppsetta framløgu, har vit øll fingu gott innlit í arbeiðið hjá teimum á hjartadeildini og hvat vit øll onnur skulu hava fyri eygað, tá hugsað verður um góða hjartaheilsu og annað.

Ynskt verður Tóra Jørgensen vælkomnan í nevndina og takka Ingibjørg Egholm fyri hennara góða arbeiði í nevndini!

Í frágreiðingini nevndi Eyðna Joensen, forkvinna, at vit fara at stremba eftir teimum málum, sum vit hava sett okkum fyri, og at vit eisini fara at fáa fund í lag, tá nýtt landsstýrisfólk er sett fyri heilsumál.

Vit kundu hugsað okkum, at fleiri høvdu møtt, men ein góður og gevandi fundur!

Vegna nevndina
Fríðálvur A. Jensen, skrivari

Hvussu virkar hjartað?
16/03/2026

Hvussu virkar hjartað?

Hjertet virker som en pumpe, som holder hele kroppen i gang. Kroppen og hjertet skal bruge ilt og næring for at fungere. Kroppen får ilt ved, at vi trækker l...

Eg mátti í 2019 leggja meg undir skurð í hjartanum, fyri júst tað sama, sum sonur Liam Neeson nú er viðgjørdur fyri.Munu...
08/03/2026

Eg mátti í 2019 leggja meg undir skurð í hjartanum, fyri júst tað sama, sum sonur Liam Neeson nú er viðgjørdur fyri.
Munurin er bara tann, at eg gekk góð 30 ár longri við deformaðum hjartaklappi, sum verður nevnt "bikuspide aortenklappe" (ein tvídeildur hjartaklappi, sum eigur at vera trídeildur).
Sum vit í felagnum ofta hava víst á, er tað avgjørt neyðugt at fáa seg kannaðan, so slíkt kann viðgerast í góðari tíð.

Vinarliga
Fríðálvur A. Jensen

Han har hele sit liv levet med en medfødt hjertefejl.

08/03/2026

06/03/2026

Ársins fyrstuhjálparar í 2025 eru Adrian, Tinna, Gerda, Kári, Pætur og Matteus

25/02/2026

Hjartafelagið hevur ársaðalfund 18. mars kl. 19 í Megd-húsinum á Íslandsvegi 10C í Havn. Skrá sambært viðtøkunum.

Eisini fer Valborg Heinesen, yvirlækni, at greiða frá um hjartaheilsu.

Allir limir eru hjartaliga vælkomnir

30/01/2026

[ Tín lýsing her ] Tað skal ikki vera loyvt hjá vanligum handlum og kioskum at selja sigarettir og aðrar tubbaksvørum.Tað halda næmingar í 9. flokki í Runavík.Í næstu viku er ungdómsting í Løgtinginum og har fara næmingar úr sjey skúlum kring landi at virka sum akkurát sum vanlig...

⭐️Veitst tú onkran, sum átti at verið Ársins Fyrstihjálpari 2025?Freistin at senda inn uppskot er 4. februar kl. 14:00.T...
25/01/2026

⭐️Veitst tú onkran, sum átti at verið Ársins Fyrstihjálpari 2025?
Freistin at senda inn uppskot er 4. februar kl. 14:00.
Tann, tú tilnevnir, skal í farna ári hava givið kropsliga ella sálarliga fyrstuhjálp á serligan hátt – og harvið gjørt ein veruligan mun.
👧 Ársins Barnaheiður
Eins og í fjør lata vit eisini Ársins Barnaheiður, ið verður givin børnum, sum hava sýnt serstakt avrik innan fyrstuhjálp.
Hví gera vit hetta?
Vit vilja varpa ljós á týdningin av at duga fyrstuhjálp og eggja fleiri at læra seg hana – tí fyrstuhjálp bjargar lívum.
✍️ Soleiðis tilnevnir tú
Øll kunnu lata inn uppskot. Dómsnevndin hjá Reyða Krossi fer at viðgera øll uppskotini.
🔗 Tilnevningarskjal: redcross.fo/tilnevning
📧 Teldupostur: [email protected]
📬 Vanligur postur: Reyði Krossur, Stiðjagøta 6, 100 Tórshavn
Vinnarin av Ársins Fyrstihjálpara 2025 verður kosin í februar 2026.

Uppskot til Ársins Fyrstahjálpara og Ársins Barnaheiður Reyði Krossur Føroya

Adresse

Íslandsvegur 10 C
Tórshavn
110

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Hjartafelagið sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Organisationen

Send en besked til Hjartafelagið:

Del