02/06/2026
Í gjár, 1. juni, fór Etiopia á val. Eitt val, sum fór fram í einum landi, ið er merkt av fleiri kreppum samstundis: Vápnaðum stríðum, veðurlagsbroytingum, náttúruvanlukkum, og sum avleiðing av ófriðinum í Miðeystri hevur landið eisini stórar búskaparligar avbjóðingar.
Marita Hoydal hevur arbeitt í Etiopia fyri Reyða Kross í fýra mánaðir. Hon greiðir frá, at serliga undir valinum merkist tað, at Etiopia er í einari spentari og álvarsamari støðu.
Tí valdi etiopiski Reyði Krossur at fylgja møguligum hendingum og vandastøðum kring alt landið frá einum Emergency Operations Center, sum Marita fekk høvi at vitja.
Kom við og síggj, hvussu Reyði Krossur arbeiðir, tá eitt av størstu londunum í Afrika fer á val 🗳️
Les meira um støðuna í Etiopia her: https://www.redcross.fo/fo/um-reyda-kross/tidindi/etiopia-a-veg-inn-i-avgerandi-tidarskeid