25/05/2026
DM i Spejder Dagur 4
Vit vóru vakt við tónleiki í morgun. Øll vóru ikki líka skjótt uppi, men at enda komu øll upp og fingu sær morgunmat. Tá øll vóru mett, skuldu vit til flaggheisan og andakt, men áðrenn vit fóru, máttu vit minnast til sólkrem og vatn, tí tað var sera heitt. Apropos andakt, so skuldu vit nevniliga byggja eitt model av einari kirkju, meðan andaktin var. Kirkjurnar blivu faktiskt heilt fínar í mun til tíðina og tilfarið, vit høvdu. Síðani skuldu vit gera smyrjibreyð við frikadellum, eplum og fiskaflaki. Eisini skuldu vit gera okkara egna mayones og remuladu. Alt gekk ikki sum planlagt. Tá vit byrjaðu at gera fiskaflakið, funnu vit ein orm í fiskinum, og tí máttu øll koyra fiskafløkini burtur. Restin av breyðflísunum smakkaðu væl. Tað hildu dómararnir eisini Síðani fóru vit til fyrstuhjálpararenning, har vit millum annað skuldu gera umbindingar og svara spurningum um fyrstuhjálp. Renningin gekk heilt væl, hóast børan, sum vit skuldu brúka til eina uppgávu, brotnaði. Í kvøld gjørdu vit pasta við rómasós og chili. Stig blivu ikki givin fyri matin í kvøld, sum fyrra kvøldið, men hóast tað fingu vit hann at smakka stak væl. Síðani var ein postarennning við 200 postum, bæði livandi og deyðum postum. Hvørja ferð vit høvdu loyst ein 'deyðan' post, sum vóru uppgávur á pappíri skuldu vit til eitt kontórlíki fyri at fáa stig. Tá renningin var liðug blivu vit biðin um at fara til legubál, ið bleiv avbrotin við náttarrenning, sum var ein postarennning, har vit ferðaðust í tíðini til ymsar øldir gjøgnum eina tíðarmaskinu. Beint áðrenn vit fóru í song fingu vit tomatsuppu. Tá vit vóru liðug at eta fóru vit í song Vit hava havt tað stuttligt og læruríkt í dag Síggjast í morgin til finaluna ⚜
Við Skótakvøðu
Tjaldrið