HOYR Felagið “Hoyr” er eitt áhugafelag fyri fólk, ið hava eitt hvørt hoyribrek, avvarðandi og onnur áhugaði.

Gudstænasta við teksti og teknmálstulki😊👍
14/05/2026

Gudstænasta við teksti og teknmálstulki😊👍

Nýggj forkvinna og n. forkvinna í Hoyr.Á aðalfundinum í Hoyr, ið var tann 27. mars 2026, vóru Róa Midjord og Mette Gade ...
07/05/2026

Nýggj forkvinna og n. forkvinna í Hoyr.

Á aðalfundinum í Hoyr, ið var tann 27. mars 2026, vóru Róa Midjord og Mette Gade Jacobsen nývaldar í nevndina.

Á aðalfundinum í Hoyr kom fram, at orsakað av, at Ása Olsen, ið hevur verið forkvinna í Hoyr seinastu árini nú er vald til forkvinnu í MEGD, kemur hon at leggja fra sær sum nevndarlimur í Hoyr.

Hetta merkir, at Ana Patursson nú er blivin partur av nevndini fyri komandi árið, og sær nevndin nú soleiðis út:

Róa Midjord, forkvinna

Mette Gade Jacobsen, n. forkvinna

Ana Patursson, skrivari

Annie Bjørg Petersen, kassameistari

Torkil Hansen, nevndarlimur

Lív Lervig, tiltakslimur

Torkil og Lív mangla á myndin.

04/04/2026

Títtleikin av tinnitus á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

https://hoyr.fo/upload/tinymce/55b800abb035f69d8e520d0534e4c208d5d9471f.pdf

Felagið “Hoyr” er eitt áhugafelag fyri fólk, ið hava eitt hvørt hoyribrek, avvarðandi og onnur áhugaði.

02/04/2026

Felagið “Hoyr” er eitt áhugafelag fyri fólk, ið hava eitt hvørt hoyribrek, avvarðandi og onnur áhugaði.

09/03/2026

Aðalfundurin hjá Hoyr verður 27. mars kl. 16.00 á Hotel Brandan.

Felagið “Hoyr” er eitt áhugafelag fyri fólk, ið hava eitt hvørt hoyribrek, avvarðandi og onnur áhugaði.

Áhugaverd grein
01/03/2026

Áhugaverd grein

HVØRJAR ERU POLITISKU ÆTLANIRNAR VIÐ SAMSKIFTISØKINUM Í FØROYUM? 🗣️

Við hesum skrivi vilja vit varpa ljós á ein álvarsligan trupulleika í føroyska vælferðarsamfelagnum: vantandi samanhangandi audiologopediskt tilboð til vaksin.

Tá ein persónur verður raktur av sjúku ella skaða, sum ávirkar talu og samskifti, er neyðugt við audiologopediskum serkunnleika at endurmenna hesa lívsneyðugu funktión.

Uttan møguleikan at samskifta, missir ein møguleikan at virka sjálvstøðugt. Hetta rakar serliga borgarar við:

- Afasi eftir apopleksi
- Neurologiskum sjúkum so sum parkinson, ALS og demens
- Cochlear implantat
- Øðrum mál- og samskiftistrupulleikum

Núverandi skipan ger stóran mismun á borgarum – ikki fakliga grundað á tørvin, men á aldur. Sjúklingar á sjúkrahúsum fáa audiologopediska tænastu undir innlegging, har aldur ikki er ein avmarking, men eftir útskriving er tænastan ójavnt býtt:

- 0–18 ár: Sernám veitir audiologopediska tænastu
- 18–67,5 ár: Almannaverkið veitir audiologopediska tænastu
- 67,5+ ár: Ongin skipað tænasta í eldraøkinum.

Hetta merkir, at aldursbólkurin (67,5+), ið m.a. oftast verður harðast raktur av samskiftisavbjóðingum vegna seinheilaskaða, fær onga hjálp eftir útskriving av sjúkrahúsi. At vísa hesum fólkum frá sær vegna aldur er hvørki fakliga, etiskt ella samfelagsliga forsvarligt. Harumframt verða eisini tey avvarðandi rakt, tí samskifti er ein felagsfunktión í sambondunum okkara millum.

Ójavnvág í raðfesting
Tørvurin er stórur, men tilboðið er avmarkað innan audiologopediska økið. Í mun til onnur endurmenningarøki er ójavnvágin greið (tølini eru tikin av heimasíðuni hjá Almannaverkinum og Sjúkrahúsverkinum):

- Almannaverkið: 11 fysioterapeutar, 8 ergoterapeutar – men bara normering til 2 audiologopedar.
- Sjúkrahúsverkið: 26 fysioterapeutar, 7 ergoterapeutar – men bara normering til 1 audiologoped.
- Eldraøkið: eingin audiologopedur, fleiri fysio- og ergoterapeutar í teimum ymisku samstørvunum hjá kommununum.

Hetta verður ikki nevnt, tí vit ikki meta hini fakøkini hava týdning, men fyri at vísa á ójavnvágina í raðfestingini sum heild. Tað ber heldur ikki til at samanbera hesi fakøkini beinleiðis 1:1, tí avbjóðingarnar hjá fólki eru so ymiskar. Men í praksis merkir hetta, at fólk við seinheilaskaða, ið bæði hava kropsligar og samskiftisavbjóðingar fáa tvær dagligar venjingar við ergo- og fysioterapeuti undir innlegging, meðan audiologopedisk venjing bert verður veitt 2-3 ferð um vikuna.
Eftir útskriving hava fólk við seinheilaskaða yngri enn 67,5 ár møguleika at fáa áhaldandi fysio-, ergoterapeutiska og audiologopediska endurmenning í Almannaverkinum. Innan eldraøkið steðgar audiologopediska endurmenningin við útskriving.
Hetta skapar eina greiða ójavnvág, og vit uppliva javnan, at familjur spyrja: Hví eru tala og samskifti niðurraðfest í mun til kropsliga venjing, hóast bæði eru lívsneyðug fyri at varðveita sjálvræði og lívsgóðsku?

Avleiðingar av manglandi audiologopediskari hjálp:

- Fólk missa møguleikan at varðveita ella endurmenna samskiftisførleikar.
- Avvarðandi verða sett undir stórt trýst og fáa onga vegleiðing.
- Kommunur missa møguleikan at fyribyrgja harðari røktartrupulleikum og øktum útreiðslum.

Hvørjar eru politisku ætlaninar við samskiftisøkinum í Føroyum?
Í fleiri ár hevur verið tosað um tørvin á einum betri skipaðum samskiftisøki í Føroyum - við einum møguligum samskiftisdepli, sum vit kenna tað úr Danmark. Eitt stað, har fakliga vitanin og tænastan eru savnaðar á sama stovni, í tøttum samstarvi við onnur fakøki innan endurmenning. Eitt stað, har ein og hvør við samskiftisavbjóðingum og avvarðandi kunnu venda sær at fáa eina dygdargóða tænastu, óansæð aldur.
Í 2023 tók Almannaverkið stigið og stovnaði deildina Samskiftismenning, sum vit fegnaðust um. Endiliga varð samskiftið sett í miðdepilin. Men tilboðið fevnir bert um borgarar í aldrinum 18–67,5 ár, og frá 2026 er samskiftisøkið aftur niðurlagað í Almannaverkinum, har deildirnar Samskiftismenning og Tulking eru lagdar undir aðrar deildir – eitt stórt afturstig, sum vit harmast um.

Vit ynskja politiska raðfesting og greiða ætlan fyri økið, sum t.d. at:
- Byggja upp eina landsfevnandi audiologopediska tænastu til vaksin.
- Tryggja javna játtan til samskiftisøkið í mun til onnur endurmenningarøki.
- Menna tilboð innan t.d. afasi, dysartri og alternativt samskifti.

Hetta er ikki bert ein faklig raðfesting - hetta er ein íløga í menniskjað, lívsgóðsku og í at fremja øktar møguleikar til sjálvbjargni. Vit vita, at politikarar ynskja eitt samfelag, har øll hava møguleika at samskifta – nú er tíðin at gera hetta til veruleika, og vit vóna, at okkara áheitan um at fáa hetta framt í verki, verður tikin til eftirtektar.

Áhugafelagið Føroyskir Audiologopedar

Hósdagin 2. oktober vóru tvær áhugaverdar framløgur í Smæruni í Tórshavn.Jensia Brodersen, legði fram verkætlanina um ti...
04/10/2025

Hósdagin 2. oktober vóru tvær áhugaverdar framløgur í Smæruni í Tórshavn.

Jensia Brodersen, legði fram verkætlanina um tinnitus, ið hon hevur gjørt fyri Hoyr, og sum er tann fyrsta av sínum slag í Føroyum.

Jutta Nielsen frá Hoyrnini legði fram um teirra royndir við tinnitus, og vóru spurningar til báðar fyrilestrahaldararnar.

Sum verkætlanin um tinnitus vísir, eru tað nógvir føroyingar, ið eru plágaðir av tinnitus. Nú hava vit ítøkilig tøl, og tí kunnu vit arbeiða víðari við hesum.

Skrivitulkar vóru við til tiltakið, og kunnu teir ikki umverast fyri limirnar í Hoyr.

26/09/2025
Í døgunum 10-14 september luttóku umboð fyri Hoyr á Norðurlendskum fundi í Rovaniemi í Finnlandi.Fyri okkum hevur tað se...
15/09/2025

Í døgunum 10-14 september luttóku umboð fyri Hoyr á Norðurlendskum fundi í Rovaniemi í Finnlandi.

Fyri okkum hevur tað sera stóran týdning at uppliva, hvussu Norðurlendsku feløgini samstarva og deila vitan innan hoyriøkið.

Í dag er mann komin rættiliga langt tøkniliga. Vit kunnu sita á einum fundi, har mann eitt nú tosar finskt, og fáa skrivitulka tekstin á øllum málum, ið eru í Googletranslate.

Vit liva í einari tíð, har tøknin er so framkomin, at mann kann nærum alt við tøkniligari hjálp.

Fundarluttakararnir hava allir niðursetta hoyrn, og umleið 1/3 av luttakarunum hava CI- Cochlear Implant, ið er ein verulig gáva til fólk, ið hava mist hoyrnina.

Nógv av teimum, ið hava fingið CI-Cochlear Implant eru so væl fyri, at tey hava ikki tørv á skrivitulki, men klára seg væl uttan.

Nógv verður granskað innan hoyriøkið, og er tað gleðiligt, serliga tá vælkvalifiseraði fólk, leggja alla sína vitan og orku í, fyri at so nógv sum gjørligt, skulu hava møguleika fyri, at liva eitt so vanligt lív sum gjørligt á líka fót við øll onnur.

Vit mugu ásanna, at tað mann kann í dag, hevði mann ikki droymt um fyri møguliga 10 - 15 árum síðani, og fyri okkum hevur tað týdning, at so nógv sum møguligt fáa tøkni, ið passar til teirra tørv, soleiðis at tey eru partur av samfelagnum á líka fót við øll onnur.

Um eg sum mamma hevði átt eitt barn, ið var føtt við ongari ella lítlari hoyrn, og eg visti, at við at geva barninum eina skurðviðgerð, hevði barnið havt møguleika fyri, at samskift við meg og fingið eitt vanligt lív, eri eg ikki í iva um, hvat eg hevði valt.

Tað má altíð vera rætturin hjá foreldrum at velja, um tey vilja gera tað besta fyri barnið, og ikki fordómar o.l. ið stýrir kjakinum.

Hvat merkir orðið fordómur? Forútfata ofta negativ meining, sum er eyðkend av manglandi vitan ella sum er tikin á skeivum grundarlag, og sum mann ikki vil broyta.

Okkara vón er, at mann í Føroyum eins og í londunum rundan um okkum, tekur væl ímóti granskingini á økinum, ið er gjørd á serkønum grundarlag. Ikki av leikfólki, men av fólki, ið hava granska seinastu 30 árini innan økið, og hava ment økið ljósár fram í tíðina.

Vit í Hoyr vilja verða hoyrd á hesum týdningarmikla øki, tí vit vita, at tað virkar.

Nevndin

Adresse

Íslandsvegur 10 C
Tórshavn
100

Telefon

+298519382

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når HOYR sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Organisationen

Send en besked til HOYR:

Del