ALS Øll í arbeiði ella útbúgving

ALS-GJALDIÐ LÆKKAÐI 1. JANUAR1. januar 2026 lækkaði ALS-gjaldið úr 0,8% niður í 0,6%.Av tí at inngjaldsloftið er galdand...
25/02/2026

ALS-GJALDIÐ LÆKKAÐI 1. JANUAR

1. januar 2026 lækkaði ALS-gjaldið úr 0,8% niður í 0,6%.

Av tí at inngjaldsloftið er galdandi ALS-gjald av í mesta lagi 650.000 krónum, lækkaði inngjaldsloftið eisini 1. januar. Tað lækkaði úr 5.200 krónum niður í 3.900 krónur árliga. Tað merkir, at ongin løntakari fer at rinda meiri enn 3.900 krónur í ALS-gjaldi árliga.

FV-KORTIÐ FLYTUR Á VANGANALS heldur fram við talgildu menningini. Fyri stívliga einum ári síðani løgdu vit okkara fyrstu...
02/01/2026

FV-KORTIÐ FLYTUR Á VANGAN
ALS heldur fram við talgildu menningini. Fyri stívliga einum ári síðani løgdu vit okkara fyrstu tænastur á Vangan, og nú er tíðin komin til næsta týðandi stig: Frá 1. januar 2026 verður FV-kortið partur av Vanganum.

Hetta merkir, at limir í fiskavirkisskipanini nú kunna vátta arbeiði á fiskavirki beinleiðis á Vanganum. Bláa FV-kortið fer í søguna, og broytingin ger tað bæði lættari og skjótari hjá viðskiftafólkum at lata ALS neyðugar upplýsingar í sambandi við útgjald av stuðli úr fiskavirkisskipanini.

Broytingin ger tað eisini munandi lættari hjá fiskavirkjunum, sum ikki longur skulu prenta upplýsingar á FV-kortini og senda tey við posti til ALS.

Ein onnur broyting frá 1. januar er, at tey, sum vátta arbeiði á fiskavirki á Vanganum, fáa útgoldið stuðul hvørja viku, um tey vátta rættstundis.

Vit eru fegin um at kunna bjóða eina nýmótans, trygga og brúkaravinarliga loysn, sum gevur okkara viðskiftafólkum betri yvirlit og betri atgongd til teirra egnu upplýsingar – alt savnað á Vanganum.

Kunning og vegleiðing er á heimasíðuni hjá ALS, https://www.als.fo/.

UPPLATINGARTÍÐIR UM JÓLINISkrivstovan er stongd frá mánadegnum 29. desember til mikudagin 31. desember, báðir dagar írok...
11/12/2025

UPPLATINGARTÍÐIR UM JÓLINI
Skrivstovan er stongd frá mánadegnum 29. desember til mikudagin 31. desember, báðir dagar íroknaðir. Opið verður aftur sum vanligt fríggjadagin 2. januar 2025.

Vit vilja ynskja øllum okkara viðskiftafólkum eini gleðilig jól og gott nýggjár.

HOLIDAY OPENING HOURSThe office will be closed from Monday, December 29th, to Wednesday, December 31st, both days includ...
11/12/2025

HOLIDAY OPENING HOURS
The office will be closed from Monday, December 29th, to Wednesday, December 31st, both days included. Regular opening hours will resume on Friday, January 2nd.

We wish all our customers a Merry Christmas and a Happy New Year.

NÝTT ALS-STÝRIMargit Stórá, landsstýriskvinna í arbeiðsmarknaðarmálum, hevur tilnevnt nýtt stýri fyri Arbeiðsloysisskipa...
03/10/2025

NÝTT ALS-STÝRI

Margit Stórá, landsstýriskvinna í arbeiðsmarknaðarmálum, hevur tilnevnt nýtt stýri fyri Arbeiðsloysisskipanina. Nýggja ALS-stýrið tók við 1. oktobur 2025 og skal komandi fýra árini sita fyri og hava ábyrgdina av Arbeiðsloysisskipanini.

Stýrið hevur tilsamans sjey limir; seks eru valdir eftir tilmæli frá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, meðan formaðurin er valdur uttan tilmæli. Harumframt eru varalimir tilnevndir.

Les meiri á heimasíðu okkara:

Margit Stórá, landsstýriskvinna í arbeiðsmarknaðarmálum, hevur tilnevnt nýtt stýri fyri Arbeiðsloysisskipanina. Nýggja ALS-stýrið tók við 1. oktobur 2...

14/08/2025

Dámar tær at veita eina framúr góða tænastu, at hitta nógv fólk, og dugir tú at fáa onnur at kenna seg væl, so er tað helst tær, vit leita eftir. Les meira her: https://www.als.fo/mottokufolk 😃

Adresse

Tinghúsvegur 14
Tórshavn
100

Hvad er åbningstiderne?

Mandag 10:00 - 15:00
Tirsdag 10:00 - 15:00
Onsdag 10:00 - 15:00
Torsdag 10:00 - 15:00
Fredag 10:00 - 13:00

Telefon

+298349550

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når ALS sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Organisationen

Send en besked til ALS:

Del