11/06/2026
Í dag byrjar FIFA World Cup. Heimsmeitstaraheitið í fótbólti savnar fjepparar um allan heim í gleði og gaman. Samstundis eru milliónir av fólki í vertslondunum fyri mannarættindabrotum:
⚽️ Í USA seta ógvuslig álop á tilflytarar, deyðilig valdsnýtsla og hópvarðhald øll í vanda, eisini fjepparar.
⚽️ Fleiri enn 133,500 fólk eru horvin og saknaðið í Mexico. Kvinnur, ið krevja rættvísi fyri síni nærmastu, skipa tí mótmælisgongu tá fyrsti HM dysturin verður leiktur í Mexico City.
⚽️ Heimleys folk í Kanada eru í vanda fyri at verða avskorin frá neyðugum tænastum, at hald verður lagt á ognir teirra og fyri at verða noydd burtur úr almenna rúminum.
⚽️ LGBTQI+ fjepparar eru fyri mismuni í øllum trimum vertslondunum.
FIFA og stjórnirnar í vertslondunum mugu beinanveg taka stig til at verja fjepparar, spælarar, miðlafólk og samfeløg.
Fólkið má vinna! 💛