04/05/2026
Stóri fuglateljingardagurin, 9 mai
Tú kanst vera við í heimsins størsta bólkaarbeiði!
Stóri fuglatejingardagurin “Global Big Day”, verður hildin tvær ferðir árliga, einaferð um várið (seinni leygardagur í mai) og einaferð um heystið (seinni leygardagur í oktobur). Í ár verður dagurin 9 mai, ið samstundis er “Heimsins flytifugladagur” (https://www.worldmigratorybirdday.org/).
Øll kunnu vera við, og tað er lætt. Í Føroyum vóru 78 fuglasløg eygleidd henda dag í 2025.
Í heimshøpi tóku yvir 69000 fólk lut í hesum degi í mai 2025, og fleiri enn 8000 fuglasløg vóru eygleidd.
Hvussu vita vit tað? Jú, tí at øll sum taka lut í teljingum hendan dag skráseta sínar eygleiðingar í eBird (https://ebird.org/home).
eBird er ein stórur dátabasi við fuglaeygleiðingum har øll sjálvboðin kunnu leggja sínar teljingar inn.
Her ber til at síggja, hvat fyri fuglasløg eru eygleidd í Føroyum (https://ebird.org/region/FO?yr=all), nær fuglurin sæst í Føroyum og nær hann fer av landinum aftur (https://ebird.org/barchart?r=FO&yr=all&m=), fleiri enn 7500 myndir av fuglum úr Føroyum (https://media.ebird.org/catalog?searchField=region®ionCode=FO), og fleiri enn 130 ljóðupptøkur av fuglaláti úr Føroyum (https://media.ebird.org/catalog?searchField=region®ionCode=FO&mediaType=audio).
Hví skulu vit eygleiða og telja fugl? Tað er tvær høvuðsorsøkir til hetta.
Fyrsta orsøkin nevna vit fuglafrøi: Tað er ein gleði í at eygleiða fugl, tí teir eru vakrir og nógvir teirra hava yndislig lát, ið gevur eina kenslu av várið og friðsælu. Tað er stuttligt og spennandi at eygleiða atburð teirra, og ikki minst, kann fuglurin geva okkum eina orsøk at fara út í náttúruna og at røra okkum. Bæði tann sálarligi og tann kropsligi parturin er gott fyri okkum og fyri fólkaheilsuna.
Seinna orsøkin nevna vit fuglafrøði: Fuglurin er ein umhvørvisábending fyri støðuna í náttúruni. Tá nógvar eygleiðar savnast á einum stað, skapar tað eitt betur yvirlit yvir fuglastovnarnir í verðini, stovnsrák teirra, og hvussu fólk og veðurlagsbroytingar ávirka fuglin. Vit kunnu fylgja við flytifuglunum: hvussu flyta teir gjøgnum árið, koma teir fyrr ella seinni enn undanfarin ár, ella flyta teir seg longur norðeftir?
HVUSSU KANST TÚ TAKA LUT Í HESUM?
1. Skráset teg í eBird. Tað er ókeypis.
2. Á degnum, 9 mai, brúkar tú nakrir minuttir at eygleiða fuglin, og skriva niður tal, slag og stað fyri teljingina.
3. Skráset eygleiðingarnir í eBird. Um tú nýtir eBird appina, eBird Mobile, kann hetta gerast beinleiðis. Annars kunnu teljingarnar leggjast inn seinni á heimasíðuni www.ebird.org. Um tú hevur tørv á hjálp at áseta fuglaslagi, kann appin Merlin Bird ID nýtast til akkurát tað, antin (i) við einum “Wizard”, har man svarar uppá einkultar spurningar um fuglin; ella (ii) við at taka eina mynd av fuglinum; ella (iii) við at gera eina ljóðupptøku av fuglalátinum.
4. Skráset umframt hetta gjarna fuglaeygleiðingar gjøgnum alt árið.
Fuglafrøðifelagið ger eina bólkafrágreiðing fyri 9 mai teljingarnar, sum á ein lættan hátt kann taka samanum alt dáta og allar eygleiðingar, sum eru tengd at hesi bólkafrágreiðing. Um tit ynskja at vera partur av hesi bólkafrágreiðingini, send okkum so ein teldupost við tykkara brúkaranavni i eBird, ið var nýtt til at skráseta teljingarnar í eBird seinast 8 mai á [email protected], so verður tú tengd at hesum gjøgnum eBird.