Lions Club Tórshavn

Lions Club Tórshavn Vælgerandi felagsskapur Um Lions
Framtakssemi var lyklaorðið, tá Melvin Jones 7. Hann sá tær stóru, loyndu kreftirnar, limahópurin umboðaði. mars 1948. 15.

juni 1917 í Chicago, Illinois, savnaði eitt tal av handilsmonnum yviri í USA fyri millum annað at víðka um sjónarringin og ganga saman við javnlíkum aðrastaðni, ikki bara fyri at skapa betri handilssamskifti, men meira fyri at betra um samfelagið. Melvin Jones, sum var borin í heim í Fort Thomas í Arizona í 1879, var tryggingarmaður, og hevði í nøkur ár verið limur í einum felagsskapi, ið bar heit

ið “Business Circle”, ið einamest røkti og stuðlaði áhugamálum hjá limunum. Hesar kreftir vildi hann samskipa í eina størri eind, sum skuldi gera ósjálvsøkið, mannavinarligt arbeiði í lokalum klubbum. Og tað eydnaðist honum at fáa sett á stovn felagsskapin Lions Club International. Endamálið var frá byrjan at arbeiða fyri tey medmenniskju, ið høvdu tørv á hjálp, og sjálvur arbeiddi Melvin Jones sum aðalskrivari fyri Lions heilt fram til sín deyðadag í 1961. Lions sum felagsskapur
Fullfíggjaða heiti felagsskapsins er The International Association of Lions Clubs. “Lions” er ein stytting av slagorðunum: “Liberty, Intelligence, Our Nation’s Safety”. Rakstrarrópið hjá Lions er sera beinrakið: “We Serve”. Lions felagsskapurin hevur síðan stovnanina í 1917 breitt seg um allan heimin, og hevur í dag næstan 1,4 milliónir limir í yvir 44.500 klubbum í meira enn 190 londum ella geografiskum umráðum. Felagsskapurin var ikki umboðaður eystan sokallaða jarntjaldið, men eftir at jarntjaldið fall, vórðu í 1999 stovnaðir 358 klubbar við umleið 8.300 limum stovnaðir har. Lions er ikki hin elsti, men hinvegin hin størsti hjálparfelagsskapurin í heiminum. Lions í Føroyum
Í 1948 kom Lions til Europa, har fyrsti klubbin varð chartraður í Stockholm 24. september 1950 kom Lions til Danmarkar, tá Lions Club København varð chartraður. Lions kom til Føroya 19. november 1966, tá Lions Club Tórshavn varð chartraður á hátíðarløtu í Kommunuskúlaaulini, har millum aðrar Hákun Djurhuus, løgmaður, Mogens Wahl, ríkisumboðsmaður, og Sigfred Skaale, borgarstjóri, vóru til staðar. Tað vóru teir báðir, Absalon Eysturoy, stoypimeistari, og Zacharias Bech, snikkarameistari, ið tóku stig til at fáa sett á stovn ein Lions Club í Tórshavn. 16 mans undirskrivaðu charterskjalið. Lions í Føroyum hoyrir undir sonevnda Lions distrikt D í Danmark, og fevnir í dag um klubbar í Tórshavn, Klaksvík, Eysturoy, Vágum og Suðuroy, umframt ein klubba í Tórshavn fyri kvinnur, nevndur Liljan. Limaskapur
Ein Lions-klubbi er skipaður sum eitt vanligt felag við nevnd og limum. Eingin kann tó melda seg inn í ein Lions-klubba, men verða limirnir bidnir um at koma við. Nógvir fundir fara til skipan av komandi tiltøkum, sum ætlandi skulu útvega pening til okkurt ávíst endamál. Eisini er umráðandi, at limirnir hugna sær og hava tað stuttligt á fundunum. Tað er umráðandi og avgerandi, at limirnir eru virknir – og at teir eru sinnaðir at nýta tíð og orku til at hjálpa øðrum.

Lions heiðrar harmonikufelagLions Tórshavn hevur í sambandi við ársaðalfund sín í vikuni heiðrað Havnar Harmonikufelag s...
09/05/2026

Lions heiðrar harmonikufelag

Lions Tórshavn hevur í sambandi við ársaðalfund sín í vikuni heiðrað Havnar Harmonikufelag sum “Ársins borgara 2026”.

Í heyst kann Havnar Harmonikufelag hátíðarhalda sín 20 ára stovningardag, sum var tann 22. oktobur í 2006. Men longu nú hava harmonikuspælararnir í høvuðsstaðnum nakað at fegnast um á sínum “føðingardagsári”.

Tað byrjaði fyri enn fleiri árum síðani við, at fleiri eldri og musikalsk fólk í Havn hittust við hvør síni harmoniku og onkur við gittara. Fyrst og fremst snúði tað seg um at hugna sær við góðum tónleiki, men við tíðini spurdist felagið burturúr og við tí hópin av tónlistarligum virksemi.

Føroyingar eru glaðir fyri harmonikutónar, og tað merkja tey í Havnar Harmonikufelag, tí ofta eru boð eftir teimum at lívga um og skapa trivnað ymsastaðni. Tað veri seg á røktarheimum sum Boðanesheiminum, Vallalíð ella Tjarnargarði, men eisini aðrastaðni vitja harmonikurnar.

Skapa góðar løtur
Á ólavsøku er fast, at Havnar Harmonikufelag skipar fyri spæli á Vaglinum ella umborð á Westward Ho, og eisini hevur felagið spæl á Bátastevnuni í Vestmanna. Hartil koma eini tvey harmonikutiltøk á Reinsaríinum í Havn og afturvendandi tiltakið “Ein dagur á grynnuni”, har felagið er fastur fúsur.

Nú hevur Havnar Harmonikufelag so fingið eitt herðaklapp fyri sítt íkast til at skapa góðar løtur og seta lív í við harmonikutónleikinum, sum er eitt frítíðarítriv, hesir góðu tónleikarar hugna sær við, og sum teir eru væl kendir fyri í høvuðsstaðnum.

Beint undan undan aðalfundinum hóskvøldið kundi kassameistarin í Havnar Harmonikufelag, Steingrím Abrahamsen, vegna felagið taka ímóti heiðrinum sum “Ársins borgari 2026”, ið Petur Elias Petersen vegna Lions Tórshavn handaði honum.

MYNDATEKSTUR:

Steingrím Abrahamsen tekur vegna Havnar Harmonikufelag ímóti heiðrinum “Ársins borgari 2026”, sum Petur Elias Petersen handaði vegna Lions Tórshavn

Tarmfelagið 50.000 frá LionsLions Club hevur um dagarnar handað Tarmfelagnum ágóðan frá stórsteypadystunum í hondbólti o...
15/04/2026

Tarmfelagið 50.000 frá Lions

Lions Club hevur um dagarnar handað Tarmfelagnum ágóðan frá stórsteypadystunum í hondbólti og fótbólti, sum vórðu spældir ávikavist í septembur í fjør og februar/mars í ár.

Síðstu árini hevur Lions Club sligið ágóðan av stórsteypadystunum í bæði hondbólti og fótbólti saman, so talan kundi gerast um eina størri upphædd, ið gjørdi størri mun hjá móttakaranum. Tí kundi Lions hesaferð handað Tarmfelagnum tilsamans 50.000 krónur.

– Tað kemur ordiliga væl við hjá okkum at fáa eitt íkast til raksturin av felagnum. Vit hava ymsar verkætlanir í gongd og hóast arbeiðið hjá okkum er ólønt, kostar alt pengar at gera, so stuðulin ger tað møguligt hjá okkum at halda fram at arbeiða, sigur Asta av Vollanum, forkvinna í Tarmfelagnum.

Hon nevnir eina verkætlan um strongd, mat og rørslu í mun til tann tarmsjúka og tey avvarðandi, har Tarmfelagið er í samstarvi við eitt universitet í Milano. Men so hevur hon eisini eitt hjartasuff:

– Eg kann nevna, at vit eru í ferð við at menna eina app, ið vísir til tað vesið, tú ert tættast við, og hvar í Føroyum almenn vesi eru at finna. Tá ið tað kemur til atkomu, verður ov lítið hugsað um vesini, so tað eru ov fá almenn vesi og hartil eru nógv kundavesi annaðhvørt stongd ella niðurløgd, tíverri.

Nýtt navn
Felagið kallaðist til fyri kortum Colitis-Crohn Felagið, men hevur júst skift navn og eitur nú Tarmfelagið. Hetta skal millum annað gera tað lættari hjá fólki at skilja, hvat felagið er og hvat endamál tað hevur.

– Herfyri skifti danska felagið navn, og so valdu vit at gera tað sama, tí tað eru ikki øll, ið skilja, hvat Colitis-Crohn stendur fyri. Vit arbeiða jú eisini við øðrum tarmsjúkum, so vit hildu tað vera best at skifta navn nú, sigur Asta av Vollanum.

– Tarmfelagið er eitt greiðari og rættari navn, ið fevnir breiðari og lýsir virksemið betri, og vónandi fer tað at gera tað lættari hjá fólki at finna okkum. Fyrsta dagin fáa vit eisini nýggja adressu til heimasíðuna, sum kemur at eita tarmfelag.fo.

Forkvinnan í Tarmfelagnum sigur, at føroyingar tíverri hava heimsmet í tarmsjúkum, tí yvir túsund fólk í Føroyum hava staðfest tarmsjúku, men hildið verður, at hetta tal óivað er hægri enn so. Endamálið hjá Tarmfelagnum er at betra viðurskifti hjá tarmsjúkum í Føroyum.

MYNDATEKSTUR:
Poul Geert Hansen frá Lions handar Astu av Vollanum og Kristinu Viderø frá Tarmfelagnum tær 50.000 krónurnar, sum er ágóðin frá stórsteypadystunum í hondbólti og fótbólti

Lions stuðlar SSB á 100 ára degnum.Í sambandi við, at Skótafylki Sigmunds Brestissonar (SSB) hátíðarhelt 100 ára stovnin...
03/02/2026

Lions stuðlar SSB á 100 ára degnum.

Í sambandi við, at Skótafylki Sigmunds Brestissonar (SSB) hátíðarhelt 100 ára stovningardag sín 2,. februar, hevur Lions Tórshavn latið skótunum stuðul á 20.000 krónur.
Handanin fór fram á hátíðarhaldinum í Skótahøllini við Havnará, har nógv fólk vóru savnað at hátíðarhalda elsta skótaliðið í Føroyum og samstundis 100 ára søguna hjá føroysku skótarørsluni.
Stuðulin frá Lions stavar frá jólatiltakinum í viðarlundini í fjør, sum varð skipað í samstarvi við skótarnar. Tiltakið var eitt gott dømi um, hvussu sjálvboðið arbeiði og felagsskapur kunnu skapa bæði hugna og stuðul til samfelagsgagnligt endamál.
Bæði skótarnir og Lions byggja á eitt sterkt virðisgrundarlag, har dentur verður lagdur á hjálpsemi, ábyrgd, felagsskap og tænastu fyri onnur.
Skótalyftið og skótalógin bera hesi virðini víðari til børn og ung – virðir, sum vóru viðkomandi fyri 100 árum síðani og sum eru minst líka týdningarmikil í dag.

Myndatekstur:
Poul Geert Hansen frá Lions club Tórshavn handar gávuna til Sigurð L. Lamhauge formanni fyri Skótafylki Sigmund Brestissonar

Myndina hevur Bjarni Árting Rubeksen tikið

KÍ og HB í stórsteypadystumÁrsins stórsteypadystir í fótbólti bæði hjá kvinnum og monnum verða í ár millum stórfeløgini ...
02/02/2026

KÍ og HB í stórsteypadystum

Ársins stórsteypadystir í fótbólti bæði hjá kvinnum og monnum verða í ár millum stórfeløgini KÍ og HB. Mansdysturin verður 28. februar og kvinnudysturin 14. mars, og ágóðin frá dystunum fer um Lions Club til vælgerðarendamál.

Sum tað hevur verið í mong ár, verða stórsteypadystirnir hjá kvinnum og monnum spældir á Tórsvølli, men teir verða ikki sama dag. Menninir hjá KÍ og HB spæla leygardagin 28. februar klokkan 17, og kvinnurnar hjá KÍ og HB spæla leygardagin 14. mars klokkan 17.

Menninir hjá KÍ gjørdust í fjør greipuvinnarar, tí umframt at basa Víkingi í steypafinaluni, blivu teir føroyameistarar í stórum stíli við níggju stigum fleiri enn nummar tvey, sum var HB, og tað enntá uttan at tapa ein einasta dyst. Sum silvurvinnari í landskappingini er HB við í stórsteypadystinum.

Tað er rárasta hending, at nakar annar enn KÍ-kvinnurnar fer avstað við meistaraheitinum, og soleiðis var eisini í fjør, tá ið KÍ vann sítt 24. meistaraheiti. KÍ var eisini í steypafinaluni, men mátti lúta fyri HB, sum tí sum steypavinnari er hitt liðið í stórsteypadystinum.

Colitis-Crohn Felagið fær ágóðan
Stórsteypadystirnir kunnu ofta geva eina góða ábending um, hvat vit kunnu vænta okkum av liðunum, ið stóðu seg best av øllum kappingarárið í fjør. Men samstundis er endamáli við hesum dystum, sum Fótbóltssambandi og Lions Club í felag skiopa fyri, at stuðla einum góðum og vælgerandi endamáli.

Seinnu árini hevur Lions Club lagt ágóðan frá stórsteypadystunum í hondbólti og fótbólti saman, so talan kann gerast um eina munadyggari upphædd. Sum longu varð kunngjørt, tá stórsteypadystirnir í septembur vóru í hondbólti, fer allur ágóðin hesaferð til Colitis-Crohn Felagið.

Felagið er fyri tarmsjúk, avvarðandi og onnur. Føroyingar hava tíverri heimsmet í tarmsjúkum, tí yvir túsund fólk í Føroyum hava staðfest tarmsjúku, men hildið verður, at hetta tal óivað er hægri enn so. Av tí at alt arbeiði í Colitis-Crohn Felagnum er sjálvboðið, siga tey tað koma væl við at fáa stuðulin frá øllum stórsteypadystunum.

MYNDATEKSTUR:
Bæði hjá kvinnum og monnum verða stórsteypadystirnir í fótbólti í ár millum stórfeløgini KÍ og HB
Mynd: Álvur Haraldsen

Lions stuðlar SinnibataLions Tórshavn hevur atið Sinnisbata 180.000 krónur í stuðli, sum serliga er ætlaður arbeiðinum v...
09/12/2025

Lions stuðlar Sinnibata

Lions Tórshavn hevur atið Sinnisbata 180.000 krónur í stuðli, sum serliga er ætlaður arbeiðinum við Headspace-skipanini, ið vendir sær til ungdómin.

Lions Tórshavn vil stuðla tilgongdini hjá Sinnisbata at byrja eina sokallaða Headspace-skipan, sum er eitt fyribyrgjandi lággáttartilboð til ung, við lættari sálarligum avbjóðingum.

Við Headspace kunnu tey ungu tosa um ivamál og avbjóðingar í einum skipaðum og opnum felagsskapi. Líknandi tilboð er í fleiri norðurlondum og nú skjótt eisini í Føroyum.

Um dagarnar handaði Leif Ellingsgaard, forseti í Lions Tórshavn, Sinnisbata stuðulin á limafundi. Stuðulsupphæddin upp á 180.000 krónur var ágóðin frá árligu ólavsøkuframsýningini hjá Lions Tórshavn í Müllers pakkhúsi.

Súsanna Olsen, forkvinna í Sinnisbata, tók ímóti stuðlinum, og Ninna Reinert Simonsen, sum starvast á skrivstovuni hjá Sinnisbata, greiddi frá virkseminum hjá felagnum, við serligum denti á Headspace, sum arbeitt verður við løtuni.

MYNDATEKSTUR:
Ninna Reinert Simonsen og Súsanna Olsen frá Sinnisbata tóku ímóti stuðlinum frá forsetanum í Lions Tórshavn, Leif Ellingsgaard

Jólahugni í PlantasjuniÁrligi jólahugnin hjá Lions Club Tórshavn verður í Plantasjuni nú sunnudagin 30. novembur millum ...
25/11/2025

Jólahugni í Plantasjuni

Árligi jólahugnin hjá Lions Club Tórshavn verður í Plantasjuni nú sunnudagin 30. novembur millum klokkan 14 og 16.30. Ágóðan hesaferð fáa gulu skótarnir í Havn.

Sum vant, ber til at stuðla einum góðum endamáli hesa seinnapartsløtuna í Plantasjuni, har fólk kunnu keypa lidnar jóladekoratiónir ella tilfar til dekoratiónir, umframt at okkurt gott er til góman.

Tiltakið vendir sær til øll, tí her er nakað fyri bæði børnini og tey vaksnu, so hetta er eitt gott familjutiltak, nú farið verður inn í adventina og niðurteljingin til jólini byrjar.

Hesaferð verður ágóðin av tiltakinum latin Skótaliði Sigmunds Brestissonar, sum næsta ár fyllir 100 ár, samstundis sum Lions Club Tórshavn fyllir 60 ár.

Í Plantasjuni í yvir 45 ár
Teir gulu skótarnir verða eisini við til jólatiltakið sunnudagin, har teir koma at passa bálini og gera tað møguligt at tilgera okkurt leskiligt har, so sum deiggj og smáar pylsur.

Eisini fer Havnar Hornorkestur aftur hesaferð at seta sín dám á løtuna við góðum tónum, blíðir jólamenn fara at vitja og í allar mátar verður hugnin settur í hásæti, nú stór sum smá gleða seg til jólahøgtíðina um ein lítlan mánað.

Jólahugnin í Plantasjuni fyrsta sunnudag í advent hevur verið fastur táttur hjá Lions Club Tórshavn í yvir 45 ár, og hjá mongum er henda løtan fyrsti smakkurin av komandi jólunum.

Frá byrjan hevur tætt samstarv verið við Skógrøkt Landsins, ið útvegar tilfar til jóladekoratiónir og grann at pynta við, og soleiðis er tað enn.

MYNDATEKSTUR:
Ágóðin av jólahugnanum í Plantasjuni í Havn sunnuagin verður latin Skótaliði Sigmunds Brestissonar, sum næsta ár fyllir 100 ár

Hondbólturin í gongd afturSunnudagin 7. septembur verður hondbóltskappingin skotin í gongd við dystunum um Lionsbikarið ...
28/08/2025

Hondbólturin í gongd aftur

Sunnudagin 7. septembur verður hondbóltskappingin skotin í gongd við dystunum um Lionsbikarið hjá kvinnum og monnum. Allur ágóðin fer til Colitis-Crohn Felagið.

Dystirnir eru millum føroyameistarar og steypavinnarar, sum hesaferð eru ávikavist H71 og Kyndil hjá kvinnum og Kyndil og H71 hjá monnum. Kvinnurnar spæla sunnudagin 7. septembur klokkan 16 og menninir klokkan 18.

Nú tey fremstu og vinnandi liðini frá undanfarna kappingarári møtast í dystunum um Lionsbikarið, ber ofta eisini til at fáa eina hóming av, hvussu tey eru fyri, nú sett verður á eitt nýtt kappingarár vikuna eftir.

Samstundis eru dystirnir eitt gott høvi til at stuðla einum góðum og vælgerandi endamáli, tí sum vant er talan um eitt samstarv millum Hondbóltssambandið og Lions Club. Og hesaferð fer allur ágóðin til Colitis-Crohn Felagið, umframt ágóðin frá stórsteypadystunum í fótbólti, sum eru til várs.

Alt er sjálvboðið
– Í seinastuni hava vit varpað ljós á tørvin á almennum vesum, tí teimum hava vit alt ov fá av í Føroyum, sigur Asta á Vollanum, forkvinna í felagnum, sum er fyri tarmsjúk, avvarðandi og onnur áhugað.

– At hava atgongd til almenn vesi hevur nógv at siga fyri okkara limir, millum annað til ítróttartiltøk, festivalar og annað. Vit kundu hugsað okkum at ment eina app, ið altíð kundi víst til tað vesið, tú ert tættast við, men eisini víst á, hvar í Føroyum almenn vesi eru at finna.

Føroyingar hava tíverri heimsmet í tarmsjúkum, tí yvir túsund fólk í Føroyum hava staðfest tarmsjúku, men hildið verður, at hetta tal óivað er hægri enn so.

– Alt arbeiði hjá okkum er sjálvboðið, so allur stuðul kemur væl við. Ikki minst, nú vit fyri kortum eru boðin við í eina verkætlan hjá einum universiteti í Milan, sum snýr seg um strongd, mat og rørslu í mun til tann tarmsjúka og tey avvarðandi, sigur forkvinnan í Colitis-Crohn Felagnum.

Yvirlit:

Lions-bikarið, kvinnur
2014 Kyndil-Neistin 29-26
2015 Neistin-Kyndil 30-25
2016 Neistin-VÍF 20-19
2017 Kyndil-Neistin 24-22
2018 VÍF-Kyndil 28-23
2019 Kyndil-VÍF 33-30
2020 Kyndil-H71 28-26
2021 StÍF-H71 21-27
2022 H71-Kyndil 38-22
2023 H71-Kyndil 23-30
2024 Kyndil-StÍF 27-25
2025 H71-Kyndil

Lions-bikarið, menn
2014 KÍF-Kyndil 20-26
2015 VÍF-Neistin 26-32
2016 VÍF-H71 19-24
2017 H71-VÍF 32-29
2018 H71-Kyndil 30-21
2019 H71-Neistin 31-21
2020 H71-VÍF 23-22
2021 VÍF-H71 31-33
2022 H71-KÍF 28-34
2023 H71-VÍF 26-32
2024 H71-VÍF 29-22
2025 Kyndil-H71

MYNDATEKSTUR:
Í kvinnudystinum um Lionsbikarið eru tað FM-finalistarnir frá síðsta kappingarári, H71 og Kyndil, ið møtast sunnudagin 7. septembur, tá ið mansliðini hjá somu feløgum eisini spæla stórsteypadyst
Mynd: Sverre Egholm

Sonni Djurhuus úr Klaksvík var hepni vinnarin av málninginum í samband við ólavsøkuframsýningina hjá Lions
02/08/2025

Sonni Djurhuus úr Klaksvík var hepni vinnarin av málninginum í samband við ólavsøkuframsýningina hjá Lions

Adresse

Tórshavn
100

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Lions Club Tórshavn sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Del