01/05/2026
1. mai er ikki bara ein hátíðardagur, men hann er so sanniliga eisini ein stríðsdagur
Stríðsdagurin er ein áminning um, at rættindi ongantíð eru komin av sær sjálvum.
At alt tað, vit í dag taka fyri givið – arbeiðstíð, frítíð, løn undir sjúku, trygd á arbeiðsplássinum – er vunnið gjøgnum stríð. Tó er enn langt á mál, at tryggja tímaløntu starvsfólkunum javnbjóðis rættindi undir sjúku!
Vit liva í einum samfelag, har stættarmunurin gerst alsamt sjónligari. Tey ríku og vælbjargaðu fáa fleiri krónur í lønarposan til hvørjar samráðingar, enn arbeiðarin og tey í umsorganargeiranum, tí politiska skipanin ikki hevur dirvi at skera ígjøgnum, so vit fáa ein rættvísari samráðingarleist.
Stættarmunur er eitt úrslit av politiskum avgerðum og skipanum, sum menniskju hava gjørt- og tí kunnu vit eisini broyta hann.
Vit mugu tora at seta krøv. Krøv um rættvísa løn. Krøv um trygg arbeiðsviðurskiftir. Krøv um trygg arbeiðsviðurskifti. Krøv um, at vælferðin er fyri øll- ikki bara tey, sum longu hava nógv.
Vit síggja vaksandi trýst á arbeiðsplássum.
Vit síggja fleiri, sum kenna seg strongd og móð.
Vit síggja ótryggleika og ójavna vaksa – eisini her hjá okkum.
Og vit vita, hvør rindar prísin, tá sparast skal:
Tað eru løntakararnir.
Tí siga vit í dag, sum fakfelagsrørsla:
Vit krevja rættvísi.
Vit krevja virðing.
Vit krevja trygd.
Tí eitt sterkt samfelag byggir á tryggar løntakarar.
Á fólk, sum hava orku til sítt arbeiði og sítt lív.
Á fólk, sum kenna seg vird og hoyrd.
Og tað fáa vit bert, um vit standa saman.
Samhaldsfesti er okkara sterkasta amboð.
Tá vit standa saman, kunnu vit flyta mørk.
Tá vit standa saman, kunnu vit broyta kós.
Tá vit standa saman, vinna vit.
So lat hetta vera okkara lyfti í dag:
Vit fara ongantíð at tiga, tá órættur hendir.
Vit fara ikki at góðtaka verri kor.
Vit fara at standa saman – tvørtur um yrki, arbeiðspláss og bakgrund.
Framtíðin verður ikki givin okkum.
Vit skapa hana sjálvi.
So latið okkum taka hana í felag – við dirvi, við samhaldsfesti og við greiðum krøvum.
Góðan 1. mai!
Og minnist: Stríðið heldur fram – og vit standa saman. ✊