Ráðið fyri Ferðslutrygd (RFF)

Ráðið fyri Ferðslutrygd (RFF) Her fært tú góð ráð og stuðul til eina tryggari tilveru í ferðsluni. Vælkomin á facebooksíðuna hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd.

Í hesum bólki verða søgur lagdar út, sum ætlandi økja tilvitskuna hjá okkum øllum um ferðslutrygga atferð. Hagtøl yvir deyð í ferðsluni í Føroyum vísa, at vit framvegis eru omanfyri lond, sum vit fegin vilja samanbera okkum við: Noregi, Svøríki, Finland og Danmark. Tí er arbeiðið fyri betraðum vanum í ferðsluni sera viðkomandi.

Á ársfundinum hjá RFF hesaferð varð prátað um ábæra ferðslu. Um at fyrstu smáu jaligu árinini av ferðslulógarbroyting um...
22/04/2026

Á ársfundinum hjá RFF hesaferð varð prátað um ábæra ferðslu. Um at fyrstu smáu jaligu árinini av ferðslulógarbroyting um fartelefonir sæst aftur í hagtølunum. Og so hevur starvsnevndin fingið nýggja forkvinnu.
Les meira her 👇

Ábær ferðsla. Tað virkar at herða ferðslulógina. Og nýggj forkvinna í starvsnevndini!

Á føstulávint fara nógvar fittar grýlur at ganga hús úr húsi. Minst til endurskinini. So ert tú tryggari. 🌟🤠🌟👻🌟🤡🌟
16/02/2026

Á føstulávint fara nógvar fittar grýlur at ganga hús úr húsi. Minst til endurskinini. So ert tú tryggari. 🌟🤠🌟👻🌟🤡🌟

Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur rundan føðingardag!Tann 19. januar 2026 er ein stórur dagur. Tað eru nevniliga júst 50 ár ...
18/01/2026

Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur rundan føðingardag!

Tann 19. januar 2026 er ein stórur dagur. Tað eru nevniliga júst 50 ár síðani Ráðið fyri Ferðslutrygd varð sett á stovn. Lesið meira á okkara heimasíðu.

Føðingardagurin verður hildin seinni - tá allir hondbóltsfjeppararnir eru heimkomnir 😉

https://www.rff.fo/tidindi/rff-50-ar

Á ársins síðsta degi ynskja vit í Ráðnum fyri Ferðslutrygd øllum eitt gott gamlaárskvøld og eitt vælsignað nýggjár. Vit ...
31/12/2025

Á ársins síðsta degi ynskja vit í Ráðnum fyri Ferðslutrygd øllum eitt gott gamlaárskvøld og eitt vælsignað nýggjár. Vit síggjast aftur í 2026.
Ansið væl eftir tykkum á vegunum og minnist til alkoholfríu sjampanjuna til tey, sum skulu koyra heim eftir nýggjársveitsluna.

Ráðið fyri Ferðslutrygd ynskir øllum eini gleðilig jól og eitt eydnuberandi nýggjár. Við ynski um eitt ferðslutrygt 2026...
23/12/2025

Ráðið fyri Ferðslutrygd ynskir øllum eini gleðilig jól og eitt eydnuberandi nýggjár. Við ynski um eitt ferðslutrygt 2026.

12/12/2025

Tú hugsar kanska ikki altíð um, hvussu torført tað kann vera at síggja fólk til gongu í ferðsluni. Um veturin er tað serliga torført, tí tað er myrkt og kanska regn og ringt sýnið. Tá tú ert bilførari er tað næstan ógjørligt at síggja fólk, um tey ikki brúka endurskin og kanska enntá eru í myrkum klæðum.
Minst tí til endurskin - serliga um veturin! Tað er bílig lívstrygging.

05/12/2025

Um tú brúkar endurskin, sæst tú nógv betri í vetrarmyrkrinum og so ert tú tryggari í ferðsluni. Endurskin kann vera so nógv - at smoyggja á eina jakkaermu, at heingja í taskuna, um skógvarnar. Endurskin fáast til keyps og ofta púra ókeypis. Á skrivstovuni hjá Ferðslutrygd hava vit altíð endurskin at lata. Ver vælkomin á gátt.

Tað er hátíð fyri jólaborðhald og tað er nakað at gleða seg til. Ein løta at koma saman og taka sær av løttum, og kanska...
28/11/2025

Tað er hátíð fyri jólaborðhald og tað er nakað at gleða seg til. Ein løta at koma saman og taka sær av løttum, og kanska eisini at smakka sær á.

Ikki koyra skít - eitt glas er eitt ov nógv!

Lat tí bilin standa, um tú hevur drukkið - hvørjaferð! Og hjálpið heldur hvørjum øðrum at koma trygt heimaftur. Avtala hvør koyrir heim, áðrenn tit fara í veitslu. Ring eftir einum hýruvogni, ella gang.

Ein býtt avgerð í eini óumhugsaðari løtu, kann fáa álvarsligar avleiðingar.

25/11/2025

Endurskin eru ein bílig lívstrygging. Brúkar tú endurskin, sæst tú úr 140 metra fjarstøðu, um bilurin brúkar nærljós. Brúkar tú ikki endurskin, sæst tú nústani, tá bilurin er 25-30 metrar burturfrá. Roknað um til tíð, hevur bilførarin ávikavist 10 sekund og 2 sekund at umráða seg í, alt eftir um tú brúkar endurskin ella ikki.

Koyrið varliga, nú kuldi og hálka er um alt landið! ❄️❄️❄️- Kanna veðurlíkindini, áðrenn tú fert heimanífrá- Tryggja tær...
19/11/2025

Koyrið varliga, nú kuldi og hálka er um alt landið! ❄️❄️❄️

- Kanna veðurlíkindini, áðrenn tú fert heimanífrá
- Tryggja tær at bilurin er væl skøddur
- Skava kavan av øllum rútum, taki, lyktum og nummarplátum
- Laga ferðina eftir koyriumstøðunum og halt frástøðu til bilin frammanfyri
- Hav í huga, at bremsulongdin er longri í kava og hálku.

Fleiri góð ráð um vetrarferðslu á heimasíðu okkara > https://www.rff.fo/a-vetri

14/11/2025
25/10/2025

Vit koyra enn ov skjótt í Føroyum og ferðsluvanlukkur henda framvegis.
Hóast miðlarnir ofta siga at , so drepur ferð ofta nógv annað - dreymar, sjálvsálit, lærupláss, vinarløg. Ein óansin løta í ferðsluni kann hava stórar avleiðingar fyri restina av lívinum. Hvat hevði tú verið kedd/ur um at mist?

Adresse

Bøgøta 15, Postboks 3209
Tórshavn
110

Hvad er åbningstiderne?

Mandag 09:00 - 15:00
Tirsdag 09:00 - 15:00
Onsdag 09:00 - 15:00
Torsdag 09:00 - 15:00
Fredag 09:00 - 15:00

Telefon

+298220064

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Ráðið fyri Ferðslutrygd (RFF) sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Organisationen

Send en besked til Ráðið fyri Ferðslutrygd (RFF):

Del