MEGD MEGD er meginfelag innan brekøkið í Føroyum, og arbeiðir við at tryggja øllum javnrættindi.

SAMSTARV EIN FORTREYTSamgonguskjalið byrjar soleiðis:                                                                   ...
04/05/2026

SAMSTARV EIN FORTREYT

Samgonguskjalið byrjar soleiðis: Aðalmálið hjá samgonguni er at taka ábyrgd. Tað gera vit, Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin, við at finna felags loysnir og breiðar og varandi semjur.

Búskaparliga gongur væl í Føroyum, men neyðugt er støðugt at brynja okkum til avbjóðingarnar, ið liggja fyri framman. Hetta gera vit við nýskipanum, ábyrgdarfullum fíggjarpolitikki og íløgum í framtíðina.

MEGD ivast onga løtu í, at nýggja landsstýrið ynskir at taka ábyrgd, og tó eru vit eitt sindur varðin, tá vit lesa um nýskipanir, ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk og íløgur í framtíðina.

Tað vit kenna til, tá tosað verður um fíggjarpolitikk er, at mann einans tosar um Brutto Tjóðar Úrtøku (BTÚ). Trupulleikin er tó tann, at BTÚ í sær sjálvum ikki vísur eina rættvísandi mynd í mun til trivnað, menning og vælferð hjá t.d. børnum, ungum, eldri og fólki, ið bera brek.

Gransking vísir hinvegin, at har lond stýra burturav við støði í BTÚ og peningaligum atlitum, hevur hetta neiliga ávirkan á bæði búskaparligan vøkstur, trivnað og vælferðarsamfelagið, sum heild.

Í samgonguskjalinum stendur eisini:
”Felagið Bústaðir skal byggja almannagagnligar bústaðir til ung, lesandi og lærlingar, eldri og til fólk við serligum tørvi um alt landið”.

Langtíðarætlan skal gerast fyri bústaðir til fólk við serligum tørvi.”
Og ætlanir eru um at endurskoða Bygningskunngerðina frá 2017 og laga hana til føroysk viðurskifti.

Í hesum viðurskiftum rokna vit við, at MEGD og limafeløgini verða tikin við, so at vit ikki brádliga fáa afturstig í mun til verandi Bygningskunngerð, sum annars hevur verið eitt satt framstig.

Viðvíkjandi ætlanini um, at endurskoða fyrisitingarbygnaðin í Almannaverkinum, er hetta rættiliga ørkymlandi, tí tað eru fáir stovnar, ið hava havt so nógvar bygnaðarbroytingar sum Almannaverkið hevur havt undanfarnu árini. Viðvíkjandi hesum ætlanum, rokna vit eisini við, at MEGD og limafeløgini verða tikin við í einari møguligari tilgongd, soleiðis at hetta ikki fær neiliga ávirkan á fólk, ið bera brek og avvarðandi teirra.

Í samgonguskjalinum stendur:
”Øll hava rætt til menning, læring og skúlagongd, og tí skal sernámsfrøðiliga økið betrast. Støðið skal altíð takast í næminginum, og tí skal tænastan flytast nærri næminginum. Skipanin við Sernámi skal eftirmetast”.

MEGD metir, at tað eiga at verða gjørdar skipanir, har næmingar, ið bera brek, serliga við ADHD, Autismu og øðrum ósjónligum avbjóðingum, fáa eitt so lagaligt útbúgvingartilboð, at tey megna at gjøgnumføra og fáa prógv.

Rættindi hjá fólki, ið bera brek, til javnbjóðis og dygdargóða útbúgving er ásett í grein 24 í brekrættindasáttmálanum. Politiska skipanin í Føroyum hevur sostatt skyldu at útbyggja útbúgvingarskipanina soleiðis at hon eisini fevnir fólki, ið bera brek, eitt nú við at taka forðingar burtur og við at útvega neyðugar og rímiligar tillagingar til næmingar, ið bera brek.

Í samgonguskjalinum stendur:
”Ung við serligum tørvi skulu hava møguleika til at taka eina gymnasiala ella yrkisrættaða útbúgving”.
MEGD metir, at tað eiga at verða gjørdar skipanir, har næmingar við eitt nú ADHD, Autismu og øðrum avbjóðingum fáa eitt so lagaligt skúlatilboð, at tey megna at gjøgnumføra og fáa prógv.

Í samgonguskjalinum stendur:
”Almenni arbeiðsmarknaðurin eigur at verða smidligur. Fólk skulu í størri mun hava møguleika at fara upp ella niður í arbeiðstíð”.
Serliga arbeiðsmarknaðurin, um hann er nóg rúmligur, hevur møguleika fyri, at tryggja at fólk, ið bera brek, hava møguleika fyri at verða virkin og hava sítt egna arbeiði og harvið megna at forsyrgja sær sjálvum.

Vit hava í dag fleiri fyritøkur og stovnar, ið eru góð til at seta starvsfólk, ið bera brek, og at geva hesum starvsfólkum ein møguleika.

Vit hava somuleiðis stovnar sum Dugni og Fountain Húsið, ið eru við til at geva fólki ein nýggjan møguleika, við at geva teimum arbeiðsvenjing og at hjálpa teimum víðari í arbeiði ella útbúgving. Hesir stovnar eru óumveriligir í okkara samfelag.

Tað er bæði eitt kynstur og eitt handverk at menna arbeiðsmarknaðin til frama fyri fólk, ið bera brek. Viðkomandi royndir og serkøn vitan um hetta evnið frá heimsins londum eru tíbetur skjalfest í grein 27 í brekrættindasáttmálanum, m.a. til okkum føroyingar at brúka. Neyðugt er at taka felags tøk, tvørtur um flokkar, feløg og myndugleikar, soleiðis at fólk, ið bera brek verða tikin við í arbeiðsmarknaðin. Hetta krevur at ein langtíðar brekpolitiskari virkisætlan verður gjørd, ið m.a. skipar og samskipar lógir og skipanir.

Tórshavn hin 4. mai 2026

Ása Olsen, forkvinna

28/04/2026

STONGT HÓSDAGIN 30. APRÍL VEGNA MÓTTØKU

Skrivstovan hjá MEGD er stongd hósdagin 30. apríl vegna móttøku.

Opið er aftur sum vanligt í næstu viku, týsdag, mikudag og hósdag kl. 10-15.

ALMENN MÓTTØKA FYRI ÁSU👏🌱 Í sambandi við at Ása Olsen er vald sum nýggj forkvinna í MEGD verður almenn móttøka hildin í ...
21/04/2026

ALMENN MÓTTØKA FYRI ÁSU👏🌱

Í sambandi við at Ása Olsen er vald sum nýggj forkvinna í MEGD verður almenn móttøka hildin í MEGD húsinum á Íslandsvegi 10C hósdagin 30. apríl frá kl. 14:00 - 16:00.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

EIN TÝÐANDI SIGUR FYRI RÆTTINDI HJÁ BØRNUM, IÐ BERA BREK👏⚖️☀️Í nýggjari niðurstøðu gevur Løgtingsins umboðsmaður eina ál...
17/04/2026

EIN TÝÐANDI SIGUR FYRI RÆTTINDI HJÁ BØRNUM, IÐ BERA BREK👏⚖️☀️

Í nýggjari niðurstøðu gevur Løgtingsins umboðsmaður eina álvarsliga átalu til Almannaverkið fyri at flyta umlættingina hjá einum barni, ið ber brek, úr Tórshavn til Sands, uttan at halda fyrisitingarlógina, altjóða brekrættindasáttmálan og barnarættindasáttmálan. Við hesum staðfestir rættarskipanin m.a. týðandi brek- og barnarættindi. MEGD fegnast um hendan týðandi sigur fyri brekøkið, og fer at fylgja væl við í, at rættindini eisini verða framd í verki.♟️

Øll niðurstøðan frá Løgtingsins umboðsmanni kann lesast her:

https://www.lum.fo/alit-um-avger%C3%B0-hja-almannaverkinum-at-flyta-umlaettingartilbo%C3%B0-til-sands

SAMGONGUSKJAL VIÐ NÝGGJUM OG SPENNANDI MØGULEIKUMNú samgonguskjalið er almannakunngjørt, eru nógv viðurskiftir, ið bera ...
11/04/2026

SAMGONGUSKJAL VIÐ NÝGGJUM OG SPENNANDI MØGULEIKUM

Nú samgonguskjalið er almannakunngjørt, eru nógv viðurskiftir, ið bera brá av, at mann ætlar nakað ítøkiligt við at menna rættindi á brekøkinum.

Undir heilsumál stendur soleiðis:
Barna- og ungdómspsykiatriin skal styrkjast, so bíðitíðirnar til útgreining verða styttar, og viðgerð kann bjóðast skjótt.

Mann ætlar at skipa eina endurmenningar- og endurvenjingareind, sum tryggjar neyðuga viðgerð og samskipan, har sjúklingurin hevur eitt stað at venda sær til.

Sjúklingar skulu fáa samanhangandi sjúklingagongd tvørtur um markamót.

Hetta eru grundleggjandi viðurskifti, ið kunnu koma at bøta munandi um støðuna á hesum økjum. Fyri MEGD hevur tað stóran týdning, at mann nú fer eitt stig víðari, og heldur seg til nýggja Heilsupolitikkin 2025–2035, so at hetta økið verður ment yvirum valskeið. Samstundis eiga feløgini hjá fólki, ið bera brek, at verða tikin upp á ráð í hesi tilgongd.

Um mann veruliga ætlar at gera ítøkiligar batar á hesum øki, eru langtíðarætlanir og samstarv við feløgini neyðug og týðandi amboð.

Undir almannamál stendur soleiðis:
Fólk, ið bera brek, skulu hava møguleikar til at virka javnbjóðis við onnur í samfelagnum.

Stuðul til avlamisbilar skal setast í verk aftur við tillagingum.

Atkomuviðurskifti hjá teimum við skerdum førleika skulu tryggjast í almenna rúminum.

Hetta eru nøkur grundleggjandi mál fyri, at fólk, ið bera brek kunnu virka á jøvnum føti við onnur.

Viðvíkjandi atkomuviðurskiftum í almenna rúminum, er neyðugt at taka alt við sum hevur at gera við atkomu.

Hugtakið brek fevnir um menniskju, sum hava varandi likamlig, sálarlig, vitborin og sansalig mein, sum í samvirki við ymsar forðingar í samfelagnum kunnu forða fyri, at tey til fulnar og á virknan hátt kunnu luttaka á jøvnum føti við onnur.

Sum allýsingin vísir, eru tað ikki fólk, ið bera brek, ið eru ein forðing, men alt tað, ið er rundanum persónin. Um rímiligar tillagingar verða gjørdar, fáa fólk, ið bera brek størri møguleika at liva, taka útbúgving og virka javnbjóðis við onnur. Feløgini hjá fólki, ið bera brek, hava týðandi vitan, ið kann gagna tilgongdini at fáa øll við, og vónin er at samgongan sær virðið í hesum.

Undir Javnsttøða stendur soleiðis:
Skipanir, sum arbeiða fyri javnstøðu, skulu styrkjast. Eisini skulu vit stuðla teimum tilboðum, sum arbeiða í móti mismuni og ágangi, sum eitt nú Kvinnuhúsið. Harafturat skulu vit hava javnstøðu í huga í øllum samfelagsligum evnum.

MEGD hevur víst á, at tað er neyðugt at víðka javnstøðulógina til at fevna um brek.

Somuleiðis hava vit eftirlýst, at mann ger langtíðar brekpolitiskar virkisætlanir ella vælferðarætlanir, ið áseta neyv endamál, ítøkilig mál, sum kunnu mátast, við nøktandi fíggjarætlan og ávísarum (indikatorum), sum verða nýttir til at eftirmeta framstig í íverksetanini av virkisætlanunum

Vit hava eina lóg, ið bannar mismuni á arbeiðsmarknaðinum, har kærumyndugleikin er Javnstøðunevndin. MEGD ynskir, at mann breiðkar javnstøðulógina til eisini at fevna um brek.

Brekrættindanevndin mælti til í 2024 at seta í gildi nýggja tvørgeiraliga lóg, sum bannar øllum mismuni vegna brek, eisini uttanfyri arbeiðsmarknaðin, og sum ásetir krav um rímiliga tillaging, og kann hetta verða gjørt lutfalsliga skynsamt við at breiðka javnstøðulógina.

Á hendan hátt kunnu vit bæði avmarkað óneyðug og órímilig afturstig og vónandi tryggja menning í vælferðarskipanum og á arbeiðsmarknaðinum.

”Einki um okkum uttan um okkum” er ikki bara eitt slagorð, men merkir í veruleikanum, at tá avgerðir verða tiknar, skulu hesar takast saman við okkum.

Tórshavn 11. apríl 2026

Ása Olsen, forkvinna

MEGD arbeiðir fyri, at í Føroyum skal vera gott at búgva hjá fólki, ið bera brek.

NÝGGJA FORKVINNAN Í MEGD YNSKIR SAMSTARVÁ aðalfundi felagsins mikukvøldið tók Ása Olsen við sum nýggj forkvinna hjá MEGD...
27/03/2026

NÝGGJA FORKVINNAN Í MEGD YNSKIR SAMSTARV

Á aðalfundi felagsins mikukvøldið tók Ása Olsen við sum nýggj forkvinna hjá MEGD.

Ása hevur sera drúgvar royndir, bæði sum fyrrverandi aðalskrivari í MEGD í 6 ár, sum forkvinna í Hoyr í nøkur ár, sum fakfelagsforkvinna, sum stýrisforkvinna í Dugna, sum fyrisitingarleiðari og sum deildarleiðari í landsfyrisitingini. Við royndum og útbúgving hennara verður MEGD í tryggum hondum komandi árini.

Á skránni var millum annað val av forfólki, tveimum umboðum í starvsnevndina og einum tiltakslimi. Eitt uppskot kom inn til forfólk og varð Ása Olsen vald uttan avkvøðugreislu.

Í starvsnevndina komu Kristianna Heinesen, forkvinna í Autismufelagnum, og Randfríð Sørsensen, forkvinna í Epilepsifelagnum. Sum tiltakslimur varð Hans Jákup Danielsen, formaður í Cøliakifelagum, valdur.

Tey, sum fóru úr starvsnevndini vóru Sonja Tausen, sum hevur verið starvsnevndarlimur í seinastu tvey árini, og Julianna Tórunnardóttir, sum tók við sum starvsnevndarlimur í september fyri Ásu. Julianna varð vald sum tiltakslimur í fjør fyri tvey ár, og verður tí aftur tiltakslimur eitt ár afturat. MEGD takkar teimum fyri gott og gevandi samstarv.

Ása Olsen hevur verið virkandi forkvinna síðani september í fjør, tá Ruth Thomsen valdi at fara frá av persónligum orsøkum. Ása legði tí fram formansfrágreiðing, og Bárður Atlason Ísheim, aðalskrivari, legði rakstrarætlan og grannskoðaðan roknskap fram, saman við uppskoti til býti av fíggjarliga stuðli til limafeløgini, og vórðu hesi einmælt samtykt.

Á aðalfundinum vórðu 19 út av 24 limafeløgum umboðað, og MEGD takkar teimum øllum fyri góðan fund.

Við hesum byrjar eitt nýtt skeið hjá meginfelagnum á brekøkinum, ið er væl fyrireikað at umboða limafeløgini í eini tíð, har trýstið á vælferðarsamfelagið økist alsamt.

Starvsnevndin, ið arbeiðir sambært viðtøkunum hjá MEGD til frama fyri øll 24 limafeløgini, skipar seg á fyrst komandi starvsnevndarfundi við næstforfólki. Í starvsnevndini sita nú:

Ása Olsen, forkvinna,
Anna Dahl-Olsen,
Johnny Olsen,
Kristianna Heinesen,
Randfríð Sørsensen,

Bárður Atlason Ísheim er skrivari.

Nýggja forkvinnan ynskir gott samstarv við politisku skipanina, bæði hjá landi og kommunum.

Um vit skulu flyta brekøkið fram á leið, er samstarv ein av lyklunum fyri, at hetta skal eydnast.

Ársfrágreiðingin hjá MEGD fyri 2025, forkvinnufrágreiðing fyri 2025 og ársfrágreiðingin fyri løgfrøðiligu ráðgevingina hjá MEGD liggja nú á heimasíðuni, undir https://megd.fo/arsfragreidingar .

YNSKIR TIL KOMANDI SAMGONGUNú tað stundar til sjálvan valdagin, loyvi eg mær at taka aftur í nakað av tí, ið flokkarnir ...
23/03/2026

YNSKIR TIL KOMANDI SAMGONGU

Nú tað stundar til sjálvan valdagin, loyvi eg mær at taka aftur í nakað av tí, ið flokkarnir hava sagt seg vilja arbeiða við eftir valið, og hvussu hetta samsvarar við ynskini frá MEGD.

Í samband við, at MEGD hevði vitjan av tveimum umboðum úr hvørjum flokki, var tað hugaligt at síggja, at breið semja var um at seta millum annað hesi evni á skrá:

• at gera langtíðar brekpolitiskar virkisætlanir ella vælferðarætlanir, og
• at breiðka javnstøðulógina til at fevna um brek.

Brekpolitiskar virkisætlanir ella vælferðarætlanir
Sum eg vísti á í grein, tá valið varð útskrivað, vísti altjóða brekrættindanevndin á bæði í 2024 og 2014 at tað er neyðugt, at gera langtíðar brekpolitiskar virkisætlanir ið m.a. áseta mál fyri vælferðarsamfelagið. Hesar virkisætlanir mugu fevna um øll rættindi og økir í brekrættindasáttmálanum.

Virkisætlanirnar skulu áseta neyv endamál, ítøkilig mál, sum kunnu mátast, við nøktandi fíggjarætlan og ávísarum (indikatorum), sum verða nýttir til at eftirmeta framstig í íverksetanini av virkisætlanunum. Harumframt verður mælt til, at vitanin um breksáttmálan verður breidd út bæði hjá landi og kommunum.
Tað var góður musikkur í okkara oyrum, tá eitt av umboðunum hendan dagin nevndi, at tað nyttar einki at smíða flottar og vælorðaðar lógir, um mann ikki setur pening av soleiðis, at tað lógin sigur kann setast í verk.

Um vit t.d. ímynda okkum, at langtíðar ætlanir verða gjørdar fyri útbúgvingarskipanina, arbeiðsmarknaðin og fyri barnapsykiatriina, vildu slíkar virkisætlanir sett mál fyri hvat og hvussu mann ætlar at skipa øki, m.a. bygnaðarliga og tvørtur um geirar, langtíðar ítøkilig mál fyri bíðilistar og møguliga viðgerð áðrenn, undir og eftir útgreinan, og neyðuga fígging og serkønan førleika í øllum liðum.

Breiðka javnstøðulógina
Vit hava eina lóg, ið bannar mismuni á arbeiðsmarknaðinum, har kærumyndugleikin er Javnstøðunevndin. MEGD ynskir, at mann breiðkar javnstøðulógina til eisini at fevna um brek. Brekrættindanevndin mælti til í 2024 at seta í gildi nýggja tvørgeiraliga lóg, sum bannar øllum mismuni vegna brek, eisini uttanfyri arbeiðsmarknaðin, og sum ásetir krav um rímiliga tillaging.
Fyri at fólk, ið bera brek skulu kunna virka, fáa útbúgving, arbeiða, og sum heild vera partur av samfelagnum á líka fót við onnur, er neyðugt við rímiligum tillagingum í gerandisdegi teirra, og at hetta verður tryggjað á skipaðan og munagóðan hátt.

Hetta sigur altjóða sáttmálin um rímiligar tillagingar: hugtakið” rímiligar tillagingar” eru at skilja sum neyðugar og hóskandi broytingar og tillagingar, sum ikki leggja órímiliga stóra ella óneyðuga byrði á, har tað í ávísum førum er neyðugt, til tess at tryggja fólki, ið bera brek, at fáa og brúka øll mannarættindi og grundleggjandi frælsi javnbjóðis øðrum;

Rættindi til rímiligar tillagingar eru galdandi í øllum lívsins viðurskiftum, har fólk við breki, eins og onnur, ynskja ella vera noydd til at taka avgerðir. Vit ynskja øll, at okkara ungu skulu hava eina framtíð í Føroyum, og at øll børn og ung skulu fara úr skúlanum við neyðugum førleikum, at skapa sær eina framtíð. Við hesum fyri eygað eiga rímiligar tillagingar at verða veittar á skipaðan hátt og eftir tørvi.

Tá tit, ið vera vald, fara undir at skriva eitt komandi samgonguskjal, fara vit at fylgja væl við í hvønn mun brekøkið verður tikið við.
Pappír er takksamt at skriva á, men tað, ið telur, er at flyta skrivaða orðið frá pappíri til veruleika.

Vit gleða okkum at síggja eitt komandi samgonguskjal, har vallyftini eru sett á, og at vit soleiðis komandi samgonguskeið fáa eitt betri samfelag fyri okkum øll.

Ása Olsen, forkvinna

”RÆTTINDI EIGA TÍ AT VERÐA LÓGARTRYGGJAÐ OG VEITT EFTIR TØRVI”Í døgunum fram til løgtingsvalið fer MEGD at leggja greina...
20/03/2026

”RÆTTINDI EIGA TÍ AT VERÐA LÓGARTRYGGJAÐ OG VEITT EFTIR TØRVI”

Í døgunum fram til løgtingsvalið fer MEGD at leggja greinar út frá felags fundinum sum varð hildin í MEGD húsinum í sambandi við Løgtingsvalið 2026 - eina grein fyri hvønn politiskan flokk – har valevni úr politisku flokkunum luttóku og søgdu sínar hugsanir og ætlanir við at menna brekøkið. Johan Dahl og Sonja Petersen luttóku vegna Sambandsflokkin.

Við drúgvum royndum í politikki, m.a. sum landsstýrismaður, hevur Johan Dahl sum hjartamál at tryggja, at brekrættindi verða staðfest í lóggávu. Mann sær ikki veruliga týdningin av munagóðum samfelagsskipanum, fyrr enn mann sjálvur stendur í støðuni. Tað hava vit sæð fleiri dømi um. Tað góða er at vit kunnu gera nakað við tað - og tað skulu vit, sigur Johan. Serliga eigur bústaðarpolitikkurin at verða skipaður soleiðis at hann eisini fevnir um rættindi hjá fólki, ið bera brek. Vit vita eisini hvussu tað hevur verið søguliga, tá fólk við breki vórðu send av landinum - tað eigur ikki at henda aftur.

Sonja Petersen hevur ein son við breki, ið ikki hevur fingið tær tænastur, ið honum tørvar. Sonja hevur verið rødd hansara í almenna rúminum í mong ár, men enn eru týðandi avbjóðingar í vælferðarskipanum, sum framvegis ikki megna at stuðla soni hennara í nøktandi mun. Sonja vil m.a. tí virka fyri at skriva ítøkilig rættindi inn í lóggávu, soleiðis at lógir ikki kunnu tulkast sum ein harmonika, sum land og kommunur toga í ymiskar rættningar. Rættindi eiga tí at verða lógartryggjað og veitt eftir tørvi, sum kann vera við til at fyrbyrgja at rættiliga keðiligar ella vandamiklar støður íkoma. Í sama høpi sær Sonja ein stóran týdning í at seta gongd á eitt arbeiði at byggja ellisheim til fólk við breki.

MEGD fegnast um at Sambandsflokkurin hevur sum hjartamál at staðfesta ítøkilig brekrættindi í lóggávu, soleiðis at vælferðarskipanir verða skipaðar eftir tørvi, her undir stuðulskipanir, bústaðarpolitikkurin og eldrarøktin. Hesi kunnu verða týðandi stig á leiðini at fremja altjóða brekrættindasáttmálan í verki, serliga greinar 5 um javnrættindi og ongan mismun, grein 7 um børn við breki, grein 19 um sjálvstøðug lív og grein 28 um nøktandi lívskor og almannavernd. MEGD ynskir bæði Johan, Sonju og Sambandsflokkinum eitt gott val.

MEGD er politiskt óheft, men ynskir áhaldandi at samstarva á jøvnum føti við allar teir politiskar flokkar og myndugleikar, ið arbeiða við fremja vælferð í verki, her undir rættindi fólki, ið bera brek, í øllum aldrum.

Í døgunum fram til løgtingsvalið fer MEGD at leggja greinar út frá felags fundinum sum varð hildin í MEGD húsinum í sambandi við Løgtingsvalið 2026 - eina grein fyri hvønn politiskan flokk – har valevni úr politisku flokkunum luttóku og søgdu sínar hugsanir og ætlanir við at me...

”SAMA TÆNASTUSTØÐI TIL 55.000 FÓLK, TAÐ MUGU VIT KLÁRA”Í døgunum fram til løgtingsvalið fer MEGD at leggja greinar út fr...
19/03/2026

”SAMA TÆNASTUSTØÐI TIL 55.000 FÓLK, TAÐ MUGU VIT KLÁRA”

Í døgunum fram til løgtingsvalið fer MEGD at leggja greinar út frá felags fundinum sum varð hildin í MEGD húsinum í sambandi við Løgtingsvalið 2026 - eina grein fyri hvønn politiskan flokk – har valevni úr politisku flokkunum luttóku og søgdu sínar hugsanir og ætlanir við at menna brekøkið. Fyri Tjóðveldi luttóku Sirið Stenberg og Liljan Weihe.

Sum landsstýriskvinna í almannamálum hevur Sirið Stenberg fingið stórt innlit í brekøkið og vísti m.a. á at komandi samgonga eigur at seta gongd á eitt arbeiði at gera langtíðar brekpolitiskar virkisætlanir. Langtíðarætlanirnar, sum eiga at verða gjørdar saman við feløgunum hjá fólki, ið bera brek, eru púra grundleggjandi, um tað skal bera tryggja rættindi í verki. Sirið nevndi m.a. týdning av at byggja nøktandi bústaðir til fólk við breki, at bíðilistar til psykiatriina eiga at verða styttir, at tað er neyðugt at samskipa vælferðartænastur kring alt landið og at tað neyðugt at taka starvsfólkatrotið í størsta álvara. Ein serliga álvarsom avbjóðing, sambært Sirið, er bústaðartrotið á eldraøkinum: tað eigur ikki at verða nakað yvirraskilsi at fólk við breki eisini blíva eldri - men enn er tíverri einki gjørt við at byggja bústaðir til teirra.

Liljan Weihe, sum í mong ár áhaldandi hevur arbeitt fyri at tryggja javnrættindi, vísti á, at atkoma eigur at verða fatað í breiðari merking, soleiðis at øll fáa rímiligar umstøður at liva í Føroyum. Liljan vísti á tær serliga stóru avbjóðingarnar, ið mangan kunnu standast í sambandi við ’ósjónlig’ brek ella sjúku, og fyri at veruliga fremja javnrættindi innan heilsuøkið, eigur eitt fyribyrgjandi heilsutjekk at verða bjóðað fólki, ið bera brek, og serliga fólki, ið hava menningartarn, ið kunnu hava samansettan tørv. Tvørgeiraligt samstarv er ein grundleggjandi fortreyt: sama tænastustøði til 55.000 fólk, tað mugu vit klára.

MEGD fegnast um at Tjóðveldi hevur sum hjartamál at seta gongd á eitt arbeiði at gera langtíðar brekpolitiskar virkisætlanir – ella vælferðarætlanir, sum kunnu verða við til at loysa eina røð av álvarsomum avbjóðingum á vælferðarøkinum, uttan mun til hvønn geira ella hvar í landinum viðkomandi tænastur eru staðsettar. Hetta kunnu verða týðandi stig á leiðini at fremja altjóða brekrættindasáttmálan í verki, serliga greinar 19 um sjálvstøðugt lív, grein 25 um heilsu og grein 27 um arbeiði. MEGD ynskir bæði Sirið, Liljuni og Tjóðveldi eitt gott val.

MEGD er politiskt óheft, men ynskir áhaldandi at samstarva á jøvnum føti við allar teir politiskar flokkar og myndugleikar, ið arbeiða við fremja vælferð í verki, her undir rættindi fólki, ið bera brek, í øllum aldrum.

Í døgunum fram til løgtingsvalið fer MEGD at leggja greinar út frá felags fundinum sum varð hildin í MEGD húsinum í sambandi við Løgtingsvalið 2026 - eina grein fyri hvønn politiskan flokk – har valevni úr politisku flokkunum luttóku og søgdu sínar hugsanir og ætlanir við at me...

Sí grein frá Alzheimerfelagið í sambandi við løgtingsvalið.
19/03/2026

Sí grein frá Alzheimerfelagið í sambandi við løgtingsvalið.

1.000 FØROYINGAR VIÐ DEMENS- HVØR ER POLITISKA ÆTLANIN?
Áleið 1.000 føroyingar liva í dag við demenssjúku, og uml. 4.000 nærstandandi eru rakt av avleiðingunum. Hetta talið fer at vaksa komandi árini ájavnt við demografisku broytingarnar við nógv fleiri eldri fólkum í landinum. Samfelagið má fyrireika seg nú, um vit skulu megna avbjóðingina.

Alzheimerfelagið heitir tí á øll valevni til komandi løgtingsval um at greiða frá, hvat tey ætla at gera fyri at tryggja, at Føroyar gerast eitt demensrúmligt og inkluderandi land, har fólk við demens og teirra avvarðandi fáa rætt til tað hjálp, tey hava fyri neyðini.

VIT SPYRJA VALEVNINI BEINLEIÐIS:
➡️ Hvussu ætla tit at tryggja ein yvirskipaðan demenspolitikk fyri alt landið?

➡️ Hvussu vilja tit arbeiða fyri, at tænastur og tilboð til fólk við demens og familjuna verða lógarásettar og ikki treytað av postnummari?

➡️ Hvussu vilja tit tryggja, at øll, sum fáa eina demensdiagnosu, fáa ein demenssamskipara atknýttan familjuni?

➡️ Hvussu vilja tit stimbra tilgongdina til útgreining, so fólk fáa hjálp í rættari tíð?

➡️ Hvussu vilja tit fremja eina hugburðabroyting og inkludering, so stigma og tabu verða burturbeind?

➡️ Hvussu vilja tit tryggja meira almenna upplýsing og vitan um demens í samfelagnum?

➡️ Hvussu vilja tit tryggja útbúgvin heilsustarvsfólk innan demensøkið?

➡️ Hvussu vilja tit raðfesta fyribyrgjandi átøk, sum kunnu minka um nýggjar tilburðir og tálma sjúkugongdini?

Vit vita, at røktarstarvsfólkini innan demensumsorganina í dag gera sítt allarbest, ofta undir truplum umstøðum. Men uttan greiðar politiskar ætlanir, lógarásett rættindi og raðfestingar er tað ikki møguligt at tryggja viðgerð, røkt og umsorgan, sum veruliga røkkur teimum, sum hava størstan tørv.

ONGAN DEMENSPOLITIKK
Demenssjúkur eru álvarsligar og varandi heilasjúkur, sum ávirka alt lívið hjá tí sjúka og hjá familjuni. Tær skulu virðast og takast í líka stórum álvara, sum aðrar álvarsligar sjúkur.

Kortini hava vit framvegis ongan yvirskipaðan demenspolitikk. Tað einasta, vit hava, er ein 11 ára gomul demensætlan frá 2015, og bert heilt fá av tilmælunum eru framd í verki.
Eitt av høvuðstilráðingunum í ætlanini var at gera ein yvirskipaðan demenspolitikk fyri alt landið – men hetta er aldri framt í verki. Hetta hevur við sær, at demensøkið framvegis er ójavnt skipað kring landið.

Kanningar vísa, at tað gongur alt ov long tíð at fáa staðfest eina demensdiagnosu. Í dag er bíðitíðin til fyrstu viðtalu á Demensklinikkini 2,5 mðr. og til aðru viðtalu 5,5 mðr. tvs. at tað tekur minst 8 mðr. at fáa staðfest eina diagnosu og møgulig viðgerð kann setast inn.

Fleiri uppliva eisini, at tað kann ganga upp í nógv ár, frá tí at ein fer til kommunulækna fyrstu ferð, til viðkomandi fær staðfest sjúkuna hjá serlækna. Hetta seinkar bæði medisinskari- og sosialfakligari viðgerð og vegleiðing – og ger støðuna hjá familjuni nógv truplari.

Harumframt er tað neyðugt við nógv meira upplýsing og vitan um demens í samfelagnum. Ov nógv fólk kenna framvegis ikki sjúkuna, og hetta førir til misskiljingar, ótta og skeivar fatanir. Vit mugu burtur frá fordómum og mytum, sum skapa og viðlíkahalda stigma og tabu. Hetta førir lætt til isolering og eksklusjón, og ger tað enn torførari hjá fólki við demens at liva eitt virkið og virðiligt lív.

Vit mugu broyta hugburð og áskoðan – frá at goyma demens til at fevna um menniskju við demens, sum ein natúrligan part av okkara samfelag.

GRANNALOND SKIPA SEG VIÐ DEMENSPAKKA
Samstundis síggja vit, at londini kring okkum longu arbeiða við at styrkja rættindini hjá fólki við demens. Í Danmark er uppskot lagt fram um demenspakkar, sum skulu geva bæði tí sjúka og teimum avvarðandi lógarásett rættindi. Uppskotið fevnir m.a. um:

-rætt til ein fasta demenssamskipara,
-rætt til útgreining innan 90 dagar,
-rætt til eina samlaða viðgerðar- og rehabiliteringsætlan,
-rætt til fyribyrgjandi tilboð, og
-rætt til avlastandi og stuðlandi tilboð til avvarðandi.

Hesi stig vísa, at tað ber til at seta greið rættindi, sum tryggja bæði hjálp, samanhang og virðing. Tað er júst slík hugsan, vit eisini hava tørv á í Føroyum.

HVØR HJÁLPIR TEIMUM AVVARÐANDI?
Avvarðandi hava eisini tørv á veruligum rættindum. Nógv avvarðandi mugu arbeiða niðursetta tíð ella taka farloyvi fyri at ansa sínum nærmasta við demenssjúku. Hetta førir ofta til stóran lønarmiss, sum ávirkar bæði fíggjarliga og sálarliga. Tí er tað neyðugt at tryggja við lóg, at avvarðandi, sum fara niður í arbeiðstíð ella farloyvi vegna demenssjúku hjá einum nærmasta, fáa endurgoldið lønarmiss. Hetta er ein grundleggjandi treyt fyri, at familjur ikki skulu hokna fíggjarliga eisini og bera byrðina einsamallar.

FYRIBYRGJANDI ÁTØK ERU NEYÐUG
Sama við fyribyrging – vit mugu eisini hugsa langsiktað og fyribyrgjandi. Fyribyrgjandi átøk –– kunnu bæði minka um nýggjar tilburðir og seinka gongdini um sjúkan rakar.
Tað er tí týdningarmikið at hoyra, hvussu politikarar ætla at raðfesta fyribyrgjandi átøk, og hvussu teir vilja tryggja, at øll hava atgongd til slík tilboð, óansæð hvar í landinum ein býr.

Alzheimerfelagið vil tí heita á øll valevni um at seta demensøkið ovalaga á dagsskránna komandi valskeið. Hetta snýr seg um grundleggjandi menniskjalig rættindi, virðing og lívsgóðsku.

Alzheimerfelagið

Ynski frá CPFøroyar í sambandi við løgtingsvalið.
19/03/2026

Ynski frá CPFøroyar í sambandi við løgtingsvalið.

Evni hjá politikarum at taka upp og gera nakað við eftir løgtingsvalið 2026.

• Endurskoða lóg um avlamisbilar:

Tað er ikki nóg mikið at seta gomlu greinina í lógini um Almannatrygd – og tænastur í gildi aftur. Heldur skulu betri atlit til støðuna hjá umsøkjara takast. Eisini má havast í huga, at fólk við breki ofta eru í láglønarbólki, og tískil ikki hava fíggjarligar møguleikar til at ogna sær bil uttan eina stuðulsskipan.Harafturat eigur umbygging av bilum at fara fram í Føroyum, soleiðis at eigarin fær møguleika, so tillagingarnar eydnast væl. Bilurin er eitt hjálpartól hjá eigaranum, og skal síggjast sum tað í lógarverkinum.

• Endurskoða reglur um stuðulsfólk

Tað er neyðugt hjá teimum, sum hava tørv á døgnstuðli, at fáa møguleika at búgva í egnum heimi og at virka í gerandisdegnum. Sum reglurnar eru nú, sleppa hesi fólk ikki at flyta út frá foreldrum ella øðrum avvarandi, tí stuðulstænasta ikki er alt samdøgrið.
Somuleiðis er tørvur á, at fáa eina reglu í lógina um, at til ber at fáa fylgjara til sumt, uttan at man er partur av ávísari stuðulsjáttan. Uttanlands nýta tey skipan við “klippikortum”, soleiðis at fólk fáa eina tímajáttan um árið, so viðkommandi sjálv/ur ger av, hhvussu hesir tímar skulu nýtast. Møguliga til eitt tiltak, ella til eitthvørt persónligt, ið man ikki ynskir, at húsfólkið skal vera ein partur av.

• Fáa brekískoyti í skipanina hjá Studna

Fyri at sleppa undan at noyðast at søkja Almannaverkið, fyri at fáa fíggjarligt ískoyti tá ið man er lesandi við breki, og ikki hevur møguleika at hava lestrarstørv fyri at økja um inntøkuna, meðan man er lesandi, eigur eitt brekískoyti at verða lagt inn í almennu studningsskipanina, soleiðis at umsóknarleisturin verður skjótari og smidligari. Og hetta brekískoyti skal ikki mótroknast øðrum veitingum frá Almannaverkinum.
Grannalond okkara hava hesa skipan. Tær eru ymiskar, men felags er, at man ikki nýtist at fara umvegis eina sosiala skipan, fyri at fáa eitt rímiligt ískoyti til ein lestrarstuðul.
-Ein borgari fær eina upphædd (arbeiðsbúgving) frá AV. Um borgarin so fer í skúla og fær studning, verður fyrra upphæddin mótrokna tí sum verður útgoldið frá Studna.

Vónandi verður ljós varpað á hesi evni.

Heilsan
Nevnd og limir í CP Føroyum

Adresse

Íslandsvegur 10c
Tórshavn
FO-100

Hvad er åbningstiderne?

Tirsdag 10:00 - 15:00
Onsdag 10:00 - 15:00
Torsdag 10:00 - 15:00

Telefon

00298 31 73 73

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når MEGD sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Organisationen

Send en besked til MEGD:

Del