01/06/2026
🩵 NCC skiftir navn 🩵
Nordic Coastal Cleanup (NCC) skiftir navn til Nordic Alliance on Marine Litter. Nýggja navnið skal í størri mun endurspegla breiddina í arbeiðinum hjá netverkinum, sum er at fyribyrgja og berjast ímóti havdálking í økinum. Netverkið varð stovnað í 2017 og hevur týdningarmiklar uppgávur, m.a. at skipa fyri ruddingarátøkum fyri sjálvboðin, at skilja og skráseta burturkast og innsavna dátur. Limalondini í norðurlendska felagsskapinum hjálpast at og deila vitan, tí saman standa vit sterkari.
Burturkast í sjónum ferðast um stranda- og landamørk og krevur tí eitt felags samskipað átak. Nordic Alliance on Marine Litter fremur júst hetta og stuðlar á hendan hátt eini meira vitanargrundaða tilgongd til evnið.
Hóast navnið á netverkinum er nýtt, so eru limalondini tey somu:
Hold Norge Rent (Noreg), Håll Sverige Rent (Svøríki), Ren Natur (Danmark), Pidä Saaristo Siistinä ry (Finnland), Håll Skärgården Ren rf Åland (Áland), Rudda Føroyar (Føroyar), Worldwide Friends, Veraldarvinir (Ísland) og CSR Greenland (Grønland).