Fysioterapeutfelag Føroya

Fysioterapeutfelag Føroya Fysioterapeutfelag Føroya- tú merkir munin Fakfelag hjá Fysioterapeutum í Føroyum

Um tú hevur okkurt tilfar (myndir, filmsbrot, gomul hjálpartól, ella annað), sum hevði verið stuttligt at haft við til 4...
06/05/2026

Um tú hevur okkurt tilfar (myndir, filmsbrot, gomul hjálpartól, ella annað), sum hevði verið stuttligt at haft við til 40 ára veitsluna, vinarliga boðað felagnum frá.

Mikudagin 6. mai møttist nevndin í Fysioterapeutfelag Føroya til ein heildagsnevndarfund á Hotel Føroyum. Á skrá var m.a. fyrireiking av tveimum limatiltøkum: padel og pagna, og 40 ára veitslan hjá felagnum. Padel og pagna verður fríggjadagin 29. mai - nærri kunning kemur skjótt. 24. o...

Serfrøðingurin hjá GMF hesa vikuna var Niklas Reginsson, fysioterapeutur 🎙️Hoyr samrøðuna við at trýsta á leinkjuna niða...
22/04/2026

Serfrøðingurin hjá GMF hesa vikuna var Niklas Reginsson, fysioterapeutur 🎙️

Hoyr samrøðuna við at trýsta á leinkjuna niðanfyri.

Niklas Reginsson er fysioterapeutur, og hesaferð tosar hann um ítróttarskaðar, áðrenn spurningar farið verður til spurningar frá lurtarum.

Fakfelagssamstarvið skipar fyri valfundi um tann góða arbeiðsmarknaðin í Finsen nú kl. 19.00 Tilber at fylgja við á hesi...
18/03/2026

Fakfelagssamstarvið skipar fyri valfundi um tann góða arbeiðsmarknaðin í Finsen nú kl. 19.00 Tilber at fylgja við á hesi leinkju:

Nú løgtingsvalið av álvara nærkast er umráðandi at umrøða arbeiðsmarknaðarmál, ið hava týdning fyri allar okkara 8.000 limir. Í hesum sambandi hevur Fakfelag...

Hvar var KVF – og hvar vóru mótmælandi fakfeløgini?Seinnapartin í gjár bjóðaðu tey 12 fakfeløgini handan avtaluna, sum v...
18/02/2026

Hvar var KVF – og hvar vóru mótmælandi fakfeløgini?

Seinnapartin í gjár bjóðaðu tey 12 fakfeløgini handan avtaluna, sum varð undirskrivað 5. februar saman við Fíggjarmálaráðnum til almenna framløgu. Endamálið var at greiða frá gongdini upp til, at henda avtala kom í lag og frá sjálvari avtaluni.

Hetta varð gjørt, tí vit mettu, at avtalan ikki hevur fingið nóg neutrala og sakliga umrøðu í miðlunum. Alt ov nógv hevur verið merkt av misskiljingum og einvegis sjónarmiðum. Tí vildu vit við hesi framløguni royna at fáa greiðu á og svara teimum ivamálum, sum hava verið.

Áleið 40 fólk møttu, og tað eru vit sera glað fyri. Tað vísir, at áhugi er fyri sakligari upplýsing og opnum kjaki.

Men spurningurin er:
Hvar var Kringvarp Føroya?
Hvar vóru mótmælandi fakfeløgini?

Hendan framløgan var ein opin og greið innbjóðing til dialog og kjak. Øll høvdu møguleika at koma, lurta og seta spurningar. At eingin av teimum forfólkum sum alment hava gramt seg um avtaluna, og at einki hevur verið í tíðindunum hjá KvF síðani, vísir manglandi áhuga at seta seg inn í tingini frá øllum sjónarhornum, og hetta eru vit vónbrotin av.

Hetta var okkara seinasta roynd at greiða frá á opnum fundi.

Nú gleða vit okkum at síggja, hvussu avtalan roynist tey næstu fimm árini. Vónandi fer hon at vísa, at nógv av kritikkinum hevur verið ógrundaður, og at fleiri fakfeløg við tíðini síggja virðið í avtaluni og koma við.

Annika O. Sørensen
Forkvinna í Fysioterapeutfelag Føroya

Nakrar myndir frá kunnandi fundinum í gjár
18/02/2026

Nakrar myndir frá kunnandi fundinum í gjár

Fakfeløgini aftanfyri avtaluna um felags lønarkarm, sum var undirskrivað 5. februar við Fíggjarmálaráðið, bjóðaðu til almenna framløgu av avtaluni í Smæruni, týsdagin 17. februar kl 16, har búskaparfrøðingar, sum hava gjørt tilmælið, greiddu frá tilmælinum, og avtalan um fela...

16/02/2026

Fakfeløgini aftanfyri avtaluna um felags lønarkarm, sum var undirskrivað 5. februar við Fíggjarmálaráðið, bjóða til almenna framløgu av avtaluni í Smæruni, týsdagin 17. februar kl. 16.

Búskaparfrøðingar, sum hava gjørt tilmælið, greiða frá tilmælinum, og avtalan um felags lønarkarm verður gjøgnumgingin.

Møguligt er at seta spurningar.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Fakfeløgini.

12/02/2026

Hevur tú ringt við at skilja, hvat gongur fyri seg millum fakfeløgini og Fíggjarmálaráðið?

Tað skilja vit væl! Tí halda vit eitt stutt webinar fyri limir í morgin, fríggjadagin, kl. 12:15-12:45, har Annika kemur at greiða frá, hvat er hent, og hvat tað er, vit hava skrivað undir uppá. Høvi verður eisini at seta spurningar.

Limir fáa leinkju sendandi við telduposti seinni í dag.

Hava tit nøkur serlig ynskir til broytingar í sáttmálanum, ella hugskot, ið vit kunnu arbeiða við, kunnu tit boðað okkum...
11/02/2026

Hava tit nøkur serlig ynskir til broytingar í sáttmálanum, ella hugskot, ið vit kunnu arbeiða við, kunnu tit boðað okkum frá, skjótast gjørligt. Antin gjøgnum tykkara álitisfólk ella við at skriva til okkara á [email protected].

Almenni sáttmálin hjá Fysioterapeutfelag Føroya fór úr gildi 1. januar, og 6. februar varð semja um felags lønarkarm undirskrivað. Fysioterapeutfelag Føroya og Fíggjamálaráðið fara tí til sáttmálasamráðingar í næstum. Hava tit nøkur serlig ynskir til broytingar í sáttmálanu...

Kennir tú títt váðastøði? Og er tín tilskilan røtt? 🤔Fysioterapeutfelag Føroya hevur eftirlønaravtalu hjá LÍV, og vóru í...
10/02/2026

Kennir tú títt váðastøði? Og er tín tilskilan røtt? 🤔

Fysioterapeutfelag Føroya hevur eftirlønaravtalu hjá LÍV, og vóru í dag á kunnandi tiltaki saman við hinum fakfeløgunum.

Á kundaportalinum “Mítt LÍV” fært tú m.a. innlit í uppsparing, persónligum tryggingum, inngjøldum og annað. 💰

Við tilskilan verður útgoldið til “næsta avvarðandi“, um ikki onnur avtala er gjørd.
“Næsti avvarðandi“ er í fyrstu atløgu eftirsitandi hjúnafelagi. Er eingin hjúnafelagi, verður útgoldið til børnini. Eru eingi børn, verður útgoldið sambært testamenti/arvalógini.
Ynskist tryggingarupphæddin útgoldin til onnur enn “næsta avvarðandi“ t.d. sambúgva, kann hetta gerast á “Mítt LÍV”. 👫

👉 Kundaportalurin “Mítt LÍV” er at finna inniá www.liv.fo

SEMJA UM FELAGS LØNARKARM: 12 FAKFELØG VIÐ Í AVTALUNIÍ dag undirskrivaðu 12 fakfeløg avtalu við Fíggjarmálaráðið um fela...
05/02/2026

SEMJA UM FELAGS LØNARKARM: 12 FAKFELØG VIÐ Í AVTALUNI
Í dag undirskrivaðu 12 fakfeløg avtalu við Fíggjarmálaráðið um felags lønarkarm. Partarnir eru samdir um, at lønarkarmurin fyri tíðarskeiðið 1. oktober 2025 til 30. september 2026 er 3,87%.
Hetta er fyrstu ferð, at hesin felags leisturin er nýttur.

Í oktober 2025 varð arbeiðsbólkur settur við endamálinum at áseta ein felags lønarkarm.

Ein samdur arbeiðsbólkur mælti til, at grundarlagið fyri lønarkarminum er miðal produktivitetsvøksturin undanfarnu 5 árini og miðal prísvøkstur 3 ár aftur. Eisini mælti bólkurin til tillagingar í mun til lønarvøksturin á privata arbeiðsmarknaðinum, fyri at taka hædd fyri útboð og eftirspurningi á arbeiðsmarknaðinum.

Partarnir eru samdir um at tillaga karmin árliga við at knýta lønarvøksturin eftir hesi avtalu til lønarkarmin á privata arbeiðsmarknaðinum. Karmurin fyri 1. oktober 2026 til 30. september 2027 verður ásettur fyrst í oktober 2026, tá nýggjastu tølini eru tøk.

Endamálið við avtaluni er at røkka einum støðugum og burðardyggum lønarvøkstri.

Hesi fakfeløgini eru við í avtaluni um felags lønarkarm:
· Starvsfelagið
· Akademikarafelag Føroya
· Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya
· Yrkisfelagið Miðnám
· Farmakonomar
· Kost- og Føðslufelagið
· Hjálparlæknaráð Føroya (Yngri læknar)
· Heilsurøktarafelagið
· Fysioterapeutfelag Føroya
· Føroya Tekniska Lærarafelag
· Ljósmøðrafelag Føroya
· Pharma Danmark

Tórshavnar kommuna søkir eftir visitator til eldraøkið. Freistin at søkja er 23. februar.
05/02/2026

Tórshavnar kommuna søkir eftir visitator til eldraøkið. Freistin at søkja er 23. februar.

Her sært tú, um vit hava eitt spennandi starv at bjóða tær.

Adresse

Tórshavn
100

Telefon

+298214284

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Fysioterapeutfelag Føroya sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Organisationen

Send en besked til Fysioterapeutfelag Føroya:

Del