Liv uttan harðskap

Liv uttan harðskap Harðskapsráðgeving fyri kvinnur, menn og avvarðandi. Ring 320032 millum 10 - 15 yrkadagar

Visti tú:- At tráfylging er revsivert?- At tráfylging ofta byrjar við atferð ið kann líkjast umsorgan - men at tað í ver...
08/05/2026

Visti tú:
- At tráfylging er revsivert?
- At tráfylging ofta byrjar við atferð ið kann líkjast umsorgan - men at tað í veruleikan snýr seg um kontrol?
- At tráfylging kann hava álvarsamar avleiðingar fyri tann ið er fyri tráfylgingini?
Ert tú ella kennir tú onkran ið er fyri tráfylging, ber til at ringja til Liv uttan harðskap og fáa ráðgeving.
Tlf: 320032 og svarar allar dagar frá 10-16

28/04/2026
”At tosa um tað (harðskap), uttan at verða bangin fyri at blíva fordømd ella at kennast skeiv” -soleiðis sigur kvinna, i...
14/01/2026

”At tosa um tað (harðskap), uttan at verða bangin fyri at blíva fordømd ella at kennast skeiv” -soleiðis sigur kvinna, ið hevur luttikið í samrøðubólki🧡

Nýggjur samrøðubólkur byrjar í næstum 🌱

Nýggjur bólkur fyri kvinnum, sum eru ella hava verið útsettar fyri harðskapi í parlagi og/ella nærsambondum byrjar, tá ið hann er fullteknaður.

Í bólkinum fær tú høvi at deila upplivingar, hugsanir og kenslur saman við øðrum kvinnum í líknandi støðu.
Í bólkinum verður í stóran mun práta um evni innan harðskap við støði í tí, sum luttakararnir ynskja at práta um. Bólkurin verður leiddur av tveimum harðskapsráðgevum, sum stuðla og leggja lag á.

Dentur verður lagdur á at uppbyggja álit og tryggleika í bólkinum, fyri at gera tað lættari hjá luttakarunum at seta orð á. Samrøðubólkurin er í hugnaligum hølum hjá ráðgevingini Liv uttan harðskap í Havn. Í bólkinum verða 6 - 8 luttakarar.

Ynskir tú at frætta meira um bólkin? Ring til Liv uttan harðskap tlf. 320032, til Kvinnuhúsið tlf. 317200 millum kl. 10-15 ella at send ein teldupost til [email protected]📞📬

Harðskapur kann vera likamligur, sálarligur, seksuellur, talgildur, fíggjarligur, materiellur og tráfylging.
Tey flestu, sum vit eru í samband við, uppliva fleiri sløg av harðskapi.

Kvinnuhúsið ynskir øllum eitt gott vikuskifti 🌸Vit hava fingið eina vakra dekoratión frá einari megnar kvinnu.Hjartans t...
19/12/2025

Kvinnuhúsið ynskir øllum eitt gott vikuskifti 🌸
Vit hava fingið eina vakra dekoratión frá einari megnar kvinnu.

Hjartans tøkk fyri hesa fittu gávu 💜

🌸Mánadagin 15.desembur kl. 17-19 verður aftur Skapandi Netverk og eftirvernd🌸Hevur tú havt samband við Ráðgevingina, Liv...
11/12/2025

🌸Mánadagin 15.desembur kl. 17-19 verður aftur Skapandi Netverk og eftirvernd🌸
Hevur tú havt samband við Ráðgevingina, Liv uttan harðskap, ella Kreppumiðstøðina hjá Kvinnuhúsinum? Kom við til hugnaliga samveru og eina máltíð saman við øðrum kvinnum og børnum í líknandi støðu.
Fráboða luttøku á tlf. 317200, á [email protected] ella á messenger🌱
Sí nærri kunning um Skapandi Netverk við eftirvernd við at trýsta á leinkjuna: https://kvinnuhusid.fo/nytt-tilbod-netverk-og-eftirvernd/?fbclid=IwY2xjawNkITlleHRuA2FlbQIxMQABHn8RQxAjEozjA98jMOIuE82uUlSw8ARJmfeC-GkDIB1VyDliANikVsFkXFZm_aem_bf-Knu6h3QSbhTXGgE8sFA

Juli122024Tíðindi Nýtt tilboð til kvinnur, ið hava verið fyri harðskapi Skapandi netverk og eftirvernd Kvinnur og møgulig børn verða boðin til hugnaliga samveru og gevandi felagsskap við øðrum kvinnum, børnum, sjálvbodum og ráðgevum hjá Kvinnuhúsinum mánadagin 26. august kl. ....

14.novembur var átakið ‘Børn hjálpa børnum’, í Skúlanum við Løgmannabreyt. Børnini skipaðu fyri jólakafé og arbeiddu sam...
08/12/2025

14.novembur var átakið ‘Børn hjálpa børnum’, í Skúlanum við Løgmannabreyt. Børnini skipaðu fyri jólakafé og arbeiddu saman fyri at gleða onnur børn.
Tá børn hjálpa børnum, verður verðin eitt sindur tryggari og ljósari.
Í ár fór allur ágóðin til børnini, sum gista á Kreppumiðstøðini hjá Kvinnuhúsinum, og til morgunsangin í morgun, varð kunngjørt, hvussu nógvan pening børnini høvdu savnað inn.
Vit takka hjartaliga fyri flotta stuðulin❤️

Nýtt samstarv: Saman ímóti fíggjarligum harðskapiLiv uttan harðskap og Føroya Banki undirskrivaðu í gjár samstarvsavtalu...
05/12/2025

Nýtt samstarv: Saman ímóti fíggjarligum harðskapi

Liv uttan harðskap og Føroya Banki undirskrivaðu í gjár samstarvsavtalu ið er liður í at basa fíggjarligum harðskapi í parløgum og nærsambondum.

Ráðgevararnir hjá Liv uttan harðskap kunnu nú vísa til Føroya Banka, í teimum førum har fíggjarliga støðan kann verða partur av harðskapinum - óanaæð um ein er kundi hjá Føroya Banka ella ikki.
Ráðgevarar hjá Føroya Banka fáa undirvísing frá Kvinnuhúsinum, um hvussu harðskapur kann vísa seg, og hvussu man á bestan hátt stuðlar menniskjum ið eru útsett fyri harðskapi.

Vit eru fegnar um og ernar av at standa saman við enn einum týdningarmikl aktøri í arbeiðinum at basa harðskapi í parløgum og nærsambondum!

Liv uttan harðskap tlf 320032 svarar yrkadagar kl 10-16, og er til kvinnur og menn ið eru útsett fyri harðskapi og til avvarandi at harðskapsraktum.

Adresse

Postsmoga 278
Tórshavn
110

Telefon

+298320032

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Liv uttan harðskap sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Del