BERIN Kontaktoplysninger, kart og anvisninger, kontaktformular, åbningstider, tjenester, stjerner, fotos, videoer og meddelelser fra BERIN, Nonprofitorganisation, Niels Finsensgøta 32, Tórshavn.

Vælkomin Femja í starvsvenjing hjá Beranum ❤️
17/04/2026

Vælkomin Femja í starvsvenjing hjá Beranum ❤️

Børn hjálpa børnum ❤ Her fyri var varaskúlastjóri, Jóna G. Christiansen, og handaði ein kekk frá innsavning í Hvalbiar S...
17/04/2026

Børn hjálpa børnum ❤

Her fyri var varaskúlastjóri, Jóna G. Christiansen, og handaði ein kekk frá innsavning í Hvalbiar Skúla.

Greitt var frá, at í samband við innsavningina, hava næmingarnir luttikið á fýra kreativum verkstovum: Smíðverkstovu, handarbeiðsverkstovu, evningsverkstovu og køksverkstovu.

Síðani hava næmingarnir selt framleiddu lutirnar á jólasølu og soleiðis savnað 27.673 kr til Beran.

Hjartans tøkk til tykkum øll frá Beranum ❤️

Upplivir tú bíðisorg og tørvar tær onkran at tosa við? Berin bjóðar m.a. einstaklingasamrøður og bólkasamrøður til børn ...
10/04/2026

Upplivir tú bíðisorg og tørvar tær onkran at tosa við?
Berin bjóðar m.a. einstaklingasamrøður og bólkasamrøður til børn og ung, ið hava álvarsliga sjúkt foreldur ella systkin.
Ring til Beran á 222993 ella skriva til [email protected]

❤️
05/04/2026

❤️

Hetta lýsir støðuna hjá einum barni, ið vegna atlit til sínar familjulimir, heldur fleiri av sínum stúranum fyri seg sjá...
13/03/2026

Hetta lýsir støðuna hjá einum barni, ið vegna atlit til sínar familjulimir, heldur fleiri av sínum stúranum fyri seg sjálvan. Tað kann føra við sær kenslu av einsemi og at føla seg ørðvísi enn sínir javnaldrar.
Tað er ikki neyðugt, at bera tínar stúranir einsamallur. Berin bjóðar m.a. einstaklingasamrøður og bólkasamrøður til børn og ung, ið hava álvarsliga sjúkt foreldur ella systkin. Ring til Beran á 222993 ella skriva til [email protected]

15/02/2026

KOMI VIÐ 🥰 Enn eru uml. 20 pláss eftir til árliga familjutiltakið hjá Beranum, sum verður leyg. 21. feb.

Tiltakið er ætlað tykkum, sum hava mist mammu, pápa, barn ella maka ❤️

Bæði tykkum, sum hava mist nýliga ella fyri nógvum árum síðani. Og tykkum, sum hava ella ikki hava verið, í Beranum.

Børn, ung og vaksin komi við til eitt sera hugnaligt og fjølbroytt tiltak við ymiskum kreativum verkstovum og framløgum. Ein avgerð sjálvur um man vil brúka kreativu verkstovurnar til at arbeiða við sorgini ella heldur vil brúka dagin til hugna og samveru ❤️🥰

Meldi til sum einstaklingar ella sum familja. Vælkomin at bjóða avvarðandi við (t.d. foreldur, ommu/abba vini ella øðrum, sum tit kenna)

Meldi til skjótast tilber (innan týsdagin) á [email protected] ella á tlf. 222993 innan týsdagin 😊

Sí nærri um tiltakið á

https://www.berin.fo/kom-vid-til-familjutiltakid-hja-beranum-a-foroya-folkahaskula-2/

https://haskulin.fo/tiltak/berin-familjutiltak/

09/02/2026

Kom við til familjutiltakið hjá Beranum á Føroya Fólkaháskúla 😊❤️
Tiltakið verður leygardagin 21. februar frá kl. 9.

Um undirtøka er, ber eisini til at gista á skúlanum til dagin eftir.
Skráin er fjølbroytt, við gaman og álvara, har hugni og samvera er í hásæti. Har verður m.a.:
• Spennandi kreativar verkstovur innan myndlist, leik, skriving og tøving
• Framløgur, har onnur, ið hava mist, siga frá síni søgu og fakfólk hugleiður um sorg, sakn og vón
• Kvøldseta við undirhaldi og tónleiki
• Í fimleikarahøllini eru góðir møguleikar at spæla stikkbólt, flogbólt, badminton og annað
• Okkurt gott til góman
• Eisini liggja ymisk borð-/familjuspøl frammi

Familjur, børn, ung og vaksin, sum á ein ella annan hátt hava havt samband við Beran gjøgnum árini, ella umhugsa at luttaka í Beranum - komið við til spennandi og áhugavert tiltak.

Børn/ung kunnu melda seg til saman við sínum nærmastu (foreldur, systkin, ommu, abba, mostur, vini ella øðrum) ella luttaka einsamøll (frá uml. 15 ár).

Kostnaðurin er 200 kr. fyri vaksin og 100 kr. fyri børn (tó í mesta lagi 500 kr. í alt fyri hvørja familju). Við í prísinum er undirvísing, undirhald, máltíðir og gisting (tilber at gista, hetta er tó ikki eitt krav).

Hetta er 12. ferð at væl umtókta familjutiltakið verður. Tað er eitt gott høvi at hitta onnur, sum skilja tína støðu, at møta teimum, tú kennir frá Beranum ella til at kobla úr vanliga gerandisdegnum.

Avmarkað pláss er, so tað er at kvika sær at melda til. Tilmeldingarfreist er mánadagin 16. februar.

Melda til ella fá nærri kunning um tiltakið við at skriva til [email protected]. Tilber eisini at melda til umvegis FB ella við at ringja tlf. 222993

Kom við til familjutiltakið hjá Beranum á Føroya Fólkaháskúla 😊❤️Tiltakið verður leygardagin 21. februar frá kl. 9Um und...
25/01/2026

Kom við til familjutiltakið hjá Beranum á Føroya Fólkaháskúla 😊❤️

Tiltakið verður leygardagin 21. februar frá kl. 9
Um undirtøka er, ber eisini til at gista á skúlanum til dagin eftir.

Skráin er fjølbroytt, við gaman og álvara, har hugni og samvera er í hásæti. Har verður m.a.:
• Spennandi kreativar verkstovur innan myndlist, leik, skriving og tøving
• Framløgur, har onnur, ið hava mist, siga frá síni søgu og fakfólk hugleiður um sorg, sakn og vón
• Kvøldseta við undirhaldi og tónleiki
• Í fimleikarahøllini eru góðir møguleikar at spæla stikkbólt, flogbólt, badminton og annað
• Okkurt gott til góman
• Eisini liggja ymisk borð-/familjuspøl frammi

Familjur, børn, ung og vaksin, sum á ein ella annan hátt hava havt samband við Beran gjøgnum árini, ella umhugsa at luttaka í Beranum - komið við til spennandi og áhugavert tiltak.

Børn/ung kunnu luttaka einsamøll (frá uml. 14 ár) ella melda seg til saman við sínum nærmastu, ommu, abba, mostur, vini ella øðrum.

Kostnaðurin er 200 kr. fyri vaksin og 100 kr. fyri børn (tó í mesta lagi 500 kr. í alt fyri hvørja familju). Við í prísinum: Undirvísing, undirhald, máltíðir og gisting (tilber at gista, hetta er tó ikki eitt krav).

Hetta er 12. ferð at væl umtókta familjutiltakið verður. Tað er eitt gott høvi at hitta onnur, sum skilja tína støðu, at møta teimum, tú kennir frá Beranum ella til at kobla úr vanliga gerandisdegnum.

Avmarkað pláss er, so tað er at kvika sær at melda til. Melda til ella fá nærri kunning um tiltakið við at skriva til [email protected]

Tilber eisini at melda til umvegis FB ella við at ringja tlf. 222993

Ein serstøk heilsan við ynskjum um vón og styrki til tín og tykkum, sum hava mist ella, sum eru rakt av álvarligari sjúk...
26/12/2025

Ein serstøk heilsan við ynskjum um vón og styrki til tín og tykkum, sum hava mist ella, sum eru rakt av álvarligari sjúku ❤️

Adresse

Niels Finsensgøta 32
Tórshavn
100

Hvad er åbningstiderne?

Mandag 08:30 - 16:00
Tirsdag 08:30 - 16:00
Onsdag 08:30 - 16:00
Torsdag 08:30 - 16:00
Fredag 08:30 - 16:00

Telefon

+298222993

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når BERIN sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Organisationen

Send en besked til BERIN:

Del