12/06/2026
🌊 VIT MUGA VERJA HØVINI
Í dag hava sjey umhvørvisfeløg úr Grønlandi, Íslandi, Noregi, Svøríki, Danmark, Álandi og Føroyum sent felags skriv til forkvinnuna í Evropakommissiónini, Ursulu von der Leyen, norðurlendsk fiskimálaráð, limir í Evropatinginum við ábyrgd fyri umhvørvis- og lívmargfeldispolitikki og til aðrar viðkomandi myndugleikar.
Í skrivinum vísa vit á, at ovurfisking og oyðileggjandi fiskiskapur framvegis fara fram í havøkjum, sum skulu eitast at vera vard.
Granskarar vísa ferð eftir ferð á, at sterk havvistfrøði er grundarlagið undir framtíðar fiskivinnu. Tí er vernd av havumhvørvinum ikki bara ein spurningur um náttúru - tað er eisini ein spurningur um matvørutrygd, búskap og hvørja náttúru vit lata komandi ættarliðum.
Skrivið er sent undan COP17-ráðstevnuni um lívmargfeldi, sum verður hildin í Armenia seinni í ár. Og boðskapurin hjá feløgunum er greiður: Politisk lyfti um vernd av lívmargfeldi mugu fylgjast upp við veruligum átøkum.
Tað er Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag sum saman við Danmarks Naturfredningsforening hevur leitt arbeiðnum at savna náttúruverndarfeløg úr øllum Norðurlondum um eina felags áheitan um sterkari verju av havlívinum.
🇫🇴🇬🇱🇮🇸🇳🇴🇸🇪🇩🇰🇦🇽