Starvsfelagið

Starvsfelagið Starvsfelagið - stórt, breitt og sterkt Starvsfelagið er fakfelagið hjá teimum, sum eru í fólksins tænastu.

Hetta eru tey, sum starvast innan tað almenna í Føroyum, bæði hjá kommunum, landinum, interkommunalum felagsskapum og almennu partafeløgunum Posta og Føroya Tele. Felagið telur útvið 2000 limir, og hetta ger Starvsmannafelagið til eitt tað størsta fakfelagið á almenna arbeiðsmarknaðinum. Endamál felagsins er á demokratiskum og javnstøðiligum grundarlagi støðugt at virka fyri betri arbeiðskorum. Mi

llum limirnar finna vit gjøgnum tíðina omanfyri 300 ymisk starvsheiti, so á mangan hátt er Starvsfelagið tað, grannalondini rópa eitt fakforbund. Tí siga vit ofta, at eyðkenni felagsins er, at tað er stórt, breitt og sterkt.

🤝 NÝGGJUR SÁTTMÁLI UNDIRSKRIVAÐURStarvsfelagið hevur í dag undirskrivað nýggjan 1-ára sáttmála við Fíggjarmálaráðið, gal...
28/05/2026

🤝 NÝGGJUR SÁTTMÁLI UNDIRSKRIVAÐUR

Starvsfelagið hevur í dag undirskrivað nýggjan 1-ára sáttmála við Fíggjarmálaráðið, galdandi frá 1. oktobur 2025 til 30. septembur 2026.

Sáttmálin byggir á ein samlaðan lønarkarm á 3,87 prosent. Meginparturin av karminum, 3,64 prosent, verður lagdur beinleiðis omaná lønina hjá limunum.

Lønin verður regulerað aftur til 1. oktobur 2025, og væntanin er, at eftirreguleringin verður útgoldin í lønarflytingini fyri juni mánað.

Tað eru nú 8 mánaðir síðani sáttmálin fór úr gildi. Tí hava partarnir arbeitt fyri at fáa avtalu um, hvussu lønarkarmurin skuldi brúkast, soleiðis at limirnir skjótast gjørligt fáa ta løn, sum tey eiga til góðar.

Samráðingarnar um komandi sáttmála fara samstundis í gongd beinanvegin.

👉 Les alla greinina á heimasíðuni:
https://www.starvsfelag.fo/tidindi/sattmali-undirskrivadur-vid-figgjarmalaradid/

Stutt limakanning um vitlíki og arbeiðslív 📩Í gjárkvøldið sendu vit limum okkara eina stutta dulnevnda limakanning um vi...
28/05/2026

Stutt limakanning um vitlíki og arbeiðslív 📩
Í gjárkvøldið sendu vit limum okkara eina stutta dulnevnda limakanning um vitlíki og arbeiðslív.

Vitlíki fyllir meira og meira á arbeiðsplássum kring landið, og við kanningini vilja vit fáa betri innlit í, hvussu okkara limir brúka vitlíki í arbeiðslívinum í dag.

Vit vóna, at nógv av tykkum vilja brúka 2–3 minuttir uppá at svara 😊

ℹ️ Summi mailforrit vísa ikki myndir automatisk í teldupostinum frá okkum um limakanningina. Tað er tískil púra í lagi at trýsta á “vís myndir”, um telduposturin sær eitt sindur tómur út.
📬 Hjá summum kann telduposturin eisini vera endaður í spam-/junkmappuni, so kanna har eisini.

Sáttmálasamráðingarnar við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) eru nú veruliga farnar í gongd.Í gjár handaðu partarnir ...
20/05/2026

Sáttmálasamráðingarnar við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) eru nú veruliga farnar í gongd.

Í gjár handaðu partarnir sínámillum krøv á fundi í hølunum hjá Starvsfelagnum.

Nýggi sáttmálin verður galdandi við afturvirkandi kraft frá 1. oktober 2025, tá verandi sáttmáli fór úr gildi.

Les meira her 👇
https://www.starvsfelag.fo/tidindi/krov-handad-kaf/

13/05/2026

Samráðingarnar í gongd – fyrsti fundur hildin

Seinnapartin í gjár hittust Starvsfelagið og lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum til fyrsta veruliga samráðingarfundin.

Fundurin fór fram í góðum og jaligum anda. Tó er týdningarmikið at undirstrika, at hetta ikki sigur nógv um endaliga úrslitið, sum vit vóna fyriliggur um ikki so langa tíð.

Tað eru nú 8 mánaðir síðani galdandi sáttmáli gekk út. Orsøkirnar til seinkingina eru m.a. samráðingarnar um felags lønarkarm og løgtingsvalið, sum varð útskrivað.

Somuleiðis eru samráðingarnar við KAF eisini farnar í gongd. Fyrireikandi fundur millum partarnar var fríggjadagin 8. mai. Partarnir hittast aftur týsdagin 19. mai.

Formaðurin hevur sett sær sum mál, at samráðingarnar ikki skulu draga longur út enn neyðugt, soleiðis at ein nýggj sáttmálaavtala kann undirskrivast, áðrenn summarferian byrjar.

Partarnir hittast aftur í næstu viku.

🎧 Formaðurin var í útvarpinum á middegi – hoyr samrøðuna her: https://kvf.fo/greinar/2026/05/13/heilsuhjalparar-og-kaf-fara-nu-til-semingsstovnin

Vit síggja hetta sum eitt týðandi stig á leiðini 🛡️👇Føroyska UNESCO-nevndin hevur handað Bárði á Lakjuni, landsstýrisman...
05/05/2026

Vit síggja hetta sum eitt týðandi stig á leiðini 🛡️👇
Føroyska UNESCO-nevndin hevur handað Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum, tilráðing um etiskar leiðreglur fyri vitlíki – eitt evni, sum Starvsfelagið hevur varpað ljós á fleiri ferðir.

Serliga týdningarmikið er, at bæði næmingar, lesandi og starvsfólk fáa førleikar at brúka vitlíki, samstundis sum rættindi hjá listafólkum verða vard.

👉 Les tilráðingina her: https://landsstyri.cdn.fo/savn/42mi13vd/tilrading-um-etiskar-leidreglur-fyri-vitliki_undirskrivadar-300420206.pdf?s=9-lB87c5T96ZTl5gYKwBKR3p_uk

GÓÐAN 1. MAI ✊Altjóða arbeiðaradagurin er ein dagur, har vit steðga á og minnast, at rættindi á arbeiðsmarknaðinum ikki ...
01/05/2026

GÓÐAN 1. MAI ✊

Altjóða arbeiðaradagurin er ein dagur, har vit steðga á og minnast, at rættindi á arbeiðsmarknaðinum ikki eru komin av sær sjálvum. Tey eru vunnin gjøgnum meira enn hundrað ára felags stríði, fakligum samanhaldi og politiskum vilja at skapa eitt samfelag, har arbeiði gevur bæði virði og virðing.

Í hesi greinini hugleiðir formaðurin í Starvsfelagið um støðuna og kósina við denti á m.a.:

- Trípartasamstarv og fakliga ávirkan
- Smidlig og trygg arbeiðskor
- Førleikamenning og lívlangari læring
- Arbeiðstíð og møguleikan fyri styttari arbeiðsviku
- Vitlíki og framtíðar arbeiðsmarknaðin

➡️ Les alla greinina her: https://www.starvsfelag.fo/tidindi/1-mai-2026-ein-arbeidsmarknadur-bygdur-a-virding-samstarv-og-tryggleika/

28/04/2026

📢 Broyttar upplatingartíðir

Skrivstovan er stongd frá týsdegnum 28. apríl kl. 12 til og við fríggjadagin 1. mai.
🧭 Hesir dagarnir hava nevnd og umsiting arbeiðsdagar, har ætlanir verða lagdar fyri komandi árið.

Um okkurt átrokandi er, kunnu limir venda sær til okkum á 📧 [email protected]

Sáttmálasamráðingar farnar í gongdSamráðingarnar hjá Starvsfelagnum við Fíggjarmálaráðið eru nú byrjaðar. Fyrsti verulig...
23/04/2026

Sáttmálasamráðingar farnar í gongd

Samráðingarnar hjá Starvsfelagnum við Fíggjarmálaráðið eru nú byrjaðar. Fyrsti veruligi samráðingarfundur verður 5. mai, og samráðingar við Kommunala Arbeiðsgevarafelag verða væntandi tiknar upp í næstum.

Starvsfelagið leggur dent á eitt gott og munadygt samstarv undir samráðingunum.

👉 Les tíðindini her: https://www.starvsfelag.fo/tidindi/sattmalasamradingar-farnar-i-gongd/

Mikudagin og hósdagin skipaðu vit fyri álitisfólkaskeiði fyri okkara nýggju álitisfólkum.Skeiðshaldarar vóru Anna Johann...
10/04/2026

Mikudagin og hósdagin skipaðu vit fyri álitisfólkaskeiði fyri okkara nýggju álitisfólkum.

Skeiðshaldarar vóru Anna Johannesen, skrivari í Starvsfelagnum, og Sigmund Poulsen, løgfrøðingur, sum undirvístu í leiklutinum og uppgávunum hjá álitisfólkum.

Í alt 27 álitisfólk luttóku á skeiðinum. Vit fegnast um góða undirtøku og ynskja teimum góða eydnu í leiklutinum 💪

Næsta álitisfólkaskeið verður í heyst 🙌

Adresse

J. H. Schrøtersgøta 9, Boks 165
Tórshavn
100

Hvad er åbningstiderne?

Mandag 10:00 - 15:00
Tirsdag 10:00 - 15:00
Onsdag 10:00 - 15:00
Torsdag 10:00 - 15:00
Fredag 10:00 - 15:00

Telefon

+298614868

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Starvsfelagið sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Organisationen

Send en besked til Starvsfelagið:

Del