ADHD-felagið

ADHD-felagið Øll, sum taka undir við endamálum felagsins kunnu vera limir, eisini stovnar og fyritøkur!

ADHD-felagið er eitt felag fyri fólk við ADHD og teirra avvarðandi.

Í felagnum hitta vit onnur, sum kenna til ADHD í gerandisdegnum og skapa eitt netverk, sum kann stuðla og ráðgeva. Ert tú limur í felagnum, og vil við í limabólkin á Facebook, kanst tú melda teg til her: https://www.facebook.com/groups/adhdlimir

Ert tú ikki limur enn, kanst tú tekna teg sum lim her: https://adhd.fo/limaskapur/

So ótrúliga týdningarmikið at hugsa um 👇
27/05/2026

So ótrúliga týdningarmikið at hugsa um 👇

Det er ikke længere nok at behandle ADHD og autisme som et psykiatrisk spørgsmål

Måske er det ikke menneskerne, der i stigende grad afviger fra samfundet.
Måske er det samfundets rammer, der i stigende grad afviger fra mennesker.

Vi har bygget et samfund op omkring forestillingen om det ensartede menneske.
Et menneske, der kan sidde stille hele dagen. Navigere ubesværet i sociale fællesskaber. Arbejde stabilt i højt tempo uden at bryde sammen.

Men virkeligheden ser anderledes ud.

Og børnene mærker det først.
I mistrivsel. Skolevægring. Angst. Udbrændthed. Følelsen af hele tiden at være forkert.

Det er ikke børnene, forældrene, familierne, menneskerne, vi skal problematisere.
Det er de rammer, vi forventer, at alle skal passe ind i.

“Mennesker bliver ikke mindre eksisterende af, at samfundet er trætte af at høre om dem.”
Den sætning burde måske egentlig stoppe hele diagnosedebatten et øjeblik.

Sammen med Autismeforeningen sætter vi ord på en udvikling, vi ikke længere kan ignorere.

Læs hele debatindlægget her
https://www.altinget.dk/social/artikel/foreninger-folks-diagnoser-forsvinder-ikke-bare-fordi-samfundet-har-faaet-nok

Jú fyrr børn við ADHD verða møtt, fáa forstáilsi og verða útgreinað, jú størri er møguleikin fyri trivnaði og einari væl...
20/05/2026

Jú fyrr børn við ADHD verða møtt, fáa forstáilsi og verða útgreinað, jú størri er møguleikin fyri trivnaði og einari væleydnaðari skúlagongd.

Danska ADHD felagið vísur á eina nýggja finska gransking, sum vísir á, at ein tíðliga ADHD-greining hongur saman við betri fakligum úrslitum og minni vanda fyri fráfalli.

Tí so eigur hetta ikki at koma óvart á nakran. Men hví kemur hjálpin framvegis ov seint til alt ov nógv børn?

https://www.dagensmedicin.dk/nyheder/psykiatri/tidlig-adhd-diagnose-forbundet-med-bedre-skolegang/?

Út at ferðast við heilivági ✈️🇫🇴😎Tekur tú dagliga heilivág og fert at ferðast, er umráðandi at hava heilivágin við á fer...
17/05/2026

Út at ferðast við heilivági ✈️🇫🇴😎

Tekur tú dagliga heilivág og fert at ferðast, er umráðandi at hava heilivágin við á ferðini. Hesi viðurskifti mugu tit hava í huga:

✅ Hav altíð heilivágin í upprunapakkanum, so at myndugleikarnir í viðkomandi londum beinanvegin síggja, hvør heilivágurin er.

✅ Í ávísum førum er neyðugt at kunna skjalprógva, at heilivágurin er til egna nýtslu. Hetta er serliga galdandi, um talan er um turvelvandi (euforiserandi) heilivág.

Ein heilivágsváttan fæst frá apotekinum og er ókeypis. Vit viðmæla, at tit biðja um eina heilivágsváttan í góðari tíð, áðrenn tit fara at ferðast. Best um tað er 14 dagar áðrenn hon skal brúkast.

Tað er ikki neyðugt við heilivágsváttan til Danmarkar og Grønlands, tí ríkisfelagsskapurin er eitt felagsøki í Schengen-høpi. Á www.medicin.dk er møguleiki at síggja, um heilivágurin, tú tekur, krevur heilivágsváttan, hetta sæst á síðuni undir Schengen.

Til okkara limakafé sunnudagin 3. mai hoyrdu vit Beintu Bak Simonsen, barnafysioterapeutur, greiða okkum frá nýggja venj...
05/05/2026

Til okkara limakafé sunnudagin 3. mai hoyrdu vit Beintu Bak Simonsen, barnafysioterapeutur, greiða okkum frá nýggja venjingartilboðnum til børn og ung.

Venjingin fevnir um stuttligan fysiskan aktivitet, umframt fysio-edukatión um nervalagið, heilan og signalstoffini, sum hava ávirkan á okkara trivnað. Hesi signalstoffini hava ávirkan á okkara kropsligu signalir so sum hjartabankan, ilt í búkinum, innara óró, svøvnloysi o.a. sum kann verða tekin um eitt strongt nervalag.

Endamálið er, at geva børnunum eitt konkret verbalt mál fyri tað tey merkja, læra tey at skilja hví og geva teimum amboð at handfara hesi signalir væl.

Les meir um venjingartilboðið her:
https://adhd.fo/greinar/2026/limakafe-moyggjabitin-og-sjohesturin-ein-vegur-til-betri-trivnad-gjoegnum-kroppin/

Hevur tú spurningar ella ynskir at vita meira, ert tú hjartaliga vælkomin at ringja ella skriva til Beintu á tlf 261664 ella [email protected]

Í hesum døgum eru vit í Oslo til árliga fundin við norðurlendsku ADHD feløgini 🇳🇴Í ár luttaka Noreg, Ísland, Danmark, Sv...
25/04/2026

Í hesum døgum eru vit í Oslo til árliga fundin við norðurlendsku ADHD feløgini 🇳🇴Í ár luttaka Noreg, Ísland, Danmark, Svøríki, Finland, Áland og Føroyar.

Vit er limir í felagsskapinum ADHD Norden, har norðurlendsku ADHD feløgini eru limir og skiftast vit til at møtast á hvørjum árið í okkara norðurlendsku londum. Her samstarva vit um at deila okkara vitan og tilfar. Vitan er ein týðandi táttur og amboð fyri at røkka málinum, og tí er sera týdningarmikið, at vit áhaldandi fylgja væl við og veita góða vegleiðing, og tað gera vit við eitt nú, at luttaka í samstørvum í Føroyum og uttanfyri Føroyar.
Gott at minnast til at taka regluligar pausur, serliga eftir ein langan dag, har vit hava sitið og verið nógv konsentreraði 😊

Vit í felagnum verða ofta biðin at koma út á stovnar og skúlar, at fortelja um ADHD 🙌 Í dag var okkara Maybritt við Stro...
13/04/2026

Vit í felagnum verða ofta biðin at koma út á stovnar og skúlar, at fortelja um ADHD 🙌 Í dag var okkara Maybritt við Strond í kreativa skúlanum Rótini í Klaksvík og hevði fyrilestur um ADHD 😊 Fyrispurningar um fyrilestur um ADHD kunnu sendast til [email protected] ella ringja á tlf 228898😊

ADHDvitan tiltak í dagStóra takk Torunn Højgaard Osa fyri týdningarmiklu granskingina, ið staðfestir týdningin av tíðlig...
11/04/2026

ADHDvitan tiltak í dag

Stóra takk Torunn Højgaard Osa fyri týdningarmiklu granskingina, ið staðfestir týdningin av tíðliga útgreining, bæði fyri at fyribygja stressrelateraðar sálarsjúkur, ið hanga saman við seinari útgreining, og fyri at tryggja javnbjóðis atgongd til skúla, arbeiðsmarknaðin, góða sálarheilsu og lívsgóðsku.

Takk Eyðdis Hartman Niclasen, komandi landsstýriskvinna í heilsumálum, og øll tit mongu fyri at koma.
Tiltakið varð stroymt, leinkjan er her: https://www.youtube.com/live/OU3t1RI0Ca0

Samgongan minnist til okkara! 🙌Vit eru væl nøgd við nýggja samgonguskjalið og síggja fleiri batar til frama fyri fólk vi...
10/04/2026

Samgongan minnist til okkara! 🙌

Vit eru væl nøgd við nýggja samgonguskjalið og síggja fleiri batar til frama fyri fólk við ADHD/ADD og øðrum neuromenningarligum avbjóðingum 💙. Serliga fegin eru vit um, at Barna- og ungdómspsykiatriin positivt er nevnd 😊, men vit harmast um, at vaksinpsykiatriin ikki er nevnd, tí tað standa fleiri enn 850 vaksin fólk og bíða eftir útgreining fyri ADHD/ADD ⏳.

Tó so fegnast vit um fleiri setningar í samgonguskjalinum – her eru nakrir av teimum:

- Barna- og ungdómspsykiatriin skal styrkjast, so bíðitíðirnar til útgreining verða styttar, og viðgerð kann bjóðast skjótt ⚕️

- Tilboð skulu vera til tey, sum ikki trívast og aftra seg við at fara í skúla 🏫

- Øll hava rætt til menning, læring og skúlagongd 📚, og tí skal sernámsfrøðiliga økið betrast

- Støðið skal altíð takast í næminginum 👧🧑, og tí skal tænastan flytast nærri næminginum

- Skipanin við Sernámi skal eftirmetast 🔍

- Ung við serligum tørvi skulu hava møguleika til at taka eina gymnasiala ella yrkisrættaða útbúgving 🎓

- Vit skulu skipa eina endurmenningar- og endurvenjingareind, sum tryggjar neyðuga viðgerð og samskipan 🤝, har sjúklingurin hevur eitt stað at venda sær til

- Orðblindaøkið má raðfestast og skipast betri í skúlaverkinum ✍️

- Fólk, ið bera brek, skulu hava møguleikar til at virka javnbjóðis við onnur í samfelagnum 🙋‍♂️

- Atkomuviðurskifti hjá teimum við skerdum førleika skulu tryggjast í almenna rúminum 🚪

Felagið ynskir nýggja løgtinginum og landsstýrinum blíðan byr 🌟

Adresse

Íslandsvegur 10C
Tórshavn
100

Hvad er åbningstiderne?

Mandag 08:00 - 13:00
Onsdag 08:00 - 13:00
Fredag 08:00 - 13:00

Telefon

+298202303

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når ADHD-felagið sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Organisationen

Send en besked til ADHD-felagið:

Del