YWAM Faroe Islands / Ung í Trúarverki

YWAM Faroe Islands / Ung í Trúarverki YWAM Føroyar arbeiðir fyri at lærusveinagerða ung fólk og senda tey út í mission

Takk fyri eitt mega gott vikuskifti!Sum vit lýstu við á møtinum, so verður tað connect kvøld í Oasuni í kvøld kl 19:30. ...
03/05/2026

Takk fyri eitt mega gott vikuskifti!
Sum vit lýstu við á møtinum, so verður tað connect kvøld í Oasuni í kvøld kl 19:30.
Øll eru hjartaliga vælkomin🤍

1.-2. Mai skipar YWAM Føroyar fyri Allan Vegin fyri Jesus” í Lívdini. Allan Vegin fyri Jesus er eitt ungdóms tiltak, sum...
28/03/2026

1.-2. Mai skipar YWAM Føroyar fyri Allan Vegin fyri Jesus” í Lívdini.
Allan Vegin fyri Jesus er eitt ungdóms tiltak, sum leggur dent á missión, og eggjar ungum at liva eitt heil hjarta lív fyri Jesusi.
Gesta talarar hesaferð eru Richard og Malin Nordvoll. Tey hava virka í YWAM í yvir 10 ár, og arbeiða á Grimerud í Noreg við trening og mobilisering. Tey hava eitt hjarta fyri lærusveinaskapi og at útrusta ungdómar at liva í sínum kalli, og at senda tey út í missión.
Tað verða tvey ungdómsmøtir, fríggjakvøld og leygarkvøld kl 20.
Leygardagin frá 10-15 verður eitt lærasveina tiltakið ´Djypri við Jesusi´, har vit fáa undirvísing, góðan felagskap og mat. Hetta tiltakið kostar 150,- og krevur tilmelding.
Meira kunning kemur seinni.
Set X í kalendarin 1.-2. mai.
Vit gleða okkum at síggja teg!

English
On May 1–2, YWAM Faroe Islands will be hosting “Allan Vegin Fyri Jesus” at Lívdin in Hoyvík.
“Allan Vegin Fyri Jesus” is a youth event with a strong focus on missions, encouraging young people to live a wholehearted life for Jesus.
This year’s guest speakers are Richard and Malin Nordvoll. They have been involved with YWAM for over 10 years and currently work at Grimerud in Norway, focusing on training and mobilization. They have a strong heart for discipleship and for equipping young people to live out their calling and be sent out into missions.
There will be two youth meetings, on Friday and Saturday evenings at 8:00 PM.
On Saturday from 10:00–15:00, there will be a discipleship event called “Deeper with Jesus”, featuring teaching, good fellowship, and food. The event costs 150,- and needs registration.
More information coming soon.
Save the date: May 1.–2.

We look forward to seeing you there!🤍

Ert tú kreativur/ kreativ??Kom til workshop fríggjakvøldið og lat teg inspirera innan at màla, tekna, doodle og skriva! ...
11/02/2026

Ert tú kreativur/ kreativ??
Kom til workshop fríggjakvøldið og lat teg inspirera innan at màla, tekna, doodle og skriva! Tiltakið er 17+ 🤩
Vælkomin við! 😊

YWAM føroyar – Ung í trúarverki 25 árÍ ár eru 25 ár, síðan YWAM Føroyar varð stovnað, og tað vilja vit hátíðarhalda við ...
05/02/2026

YWAM føroyar – Ung í trúarverki 25 ár

Í ár eru 25 ár, síðan YWAM Føroyar varð stovnað, og tað vilja vit hátíðarhalda við møtum í Oasuni í Hoyvík, fríggjakvøldið 20. og leygarkvøldið 21. februar

Við til vikuskiftið hava vit luttøku frá Jan Torland úr YWAM Noreg og Ulrik Corneliussen úr YWAM Danmark og einum DTS-toymi úr YWAM Ålesund.

Skráin er hendan:

Fríggjakvøld kl 19: Minnis- og veitslumøti
Vit fara saman at líta aftur á tað, Guð hevur gjørt hesi árini, og hyggja frameftir saman.
Á skránni verða lovsangur, heilsanir, og tala frá Jan Torland.

Leygardagin 12 verður ársaðalfundur hjá YWAM og øll eru hjartaliga vælkomin.

Leygarkvøldið kl 20: Ungdómsmøti.
À skránni er lovsangur, vitnispurðar frá DTS toyminum, og tala frá Ulrik Corneliusen um mission og góður felagskapur.

Vit gleða okkum til eitt spennandi vikuskifti saman. :)

——

YWAM Faroe Islands 25 years

This year marks the 25th anniversary of the founding of YWAM Føroyars, and we want to celebrate it in Oasuni in Hoyvík. the celebration will take place on the 20th and 21st of february.

Ulrik Corneliussen from YWAM Denmark and a DTS team from YWAM Ålesund will be participating these days.

Program:
Friday night at 7 pm:
We will look back on what God has done over the years, and look ahead together
The program will include worship, greetings, and a word from Jan Torland.

On Saturday at 12 there will be an annual general meeting of YWAM and everyone assembly and everyone is welcome.

Saturday night at 8 pm: Youth meeting
The program includes worship, testimony from the DTS team, and a word about missions by Ulrik Corneliussen.

We look forward to an exciting weekend together. :)

Ein heilsan frá Elisabet úr Noreg🇳🇴——A greeting from Elisabet in Norway🇳🇴
27/11/2025

Ein heilsan frá Elisabet úr Noreg🇳🇴

——

A greeting from Elisabet in Norway🇳🇴

Ein heilsan frá Bodil, sum í løtuni er stødd í Onglandi🇬🇧——A greeting from Bodil, currently based in England🇬🇧
08/11/2025

Ein heilsan frá Bodil, sum í løtuni er stødd í Onglandi🇬🇧

——

A greeting from Bodil, currently based in England🇬🇧

ÚT Í HEIM🌎Komandi vikurnar fara vit at hoyra frá føroyingum sum virka ígjøgnum YWAM, ymsastaðni kring heimin, bæði sum n...
07/11/2025

ÚT Í HEIM🌎
Komandi vikurnar fara vit at hoyra frá føroyingum sum virka ígjøgnum YWAM, ymsastaðni kring heimin, bæði sum næmingar og starvsfólk.
Eisini fara vit at varpa ljós á nakrir av teimum mongu møguleikunum, sum YWAM hevur at bjóða!

AROUND THE GLOBE🌎
In the coming weeks we will be sharing from Faroese people who are involved in YWAM, in different parts of the world, both as students and staff.
We will also highlight some of the many oppurtunities that YWAM has to offer!

The other day, we met with these lovely ladies for a cosy time, before they go out to different places in the world with...
03/09/2025

The other day, we met with these lovely ladies for a cosy time, before they go out to different places in the world with YWAM. We had a nice dinner and chatted and prayed for them. 😊

4 of them are going to different place to take their DTS’s.
Marjun is currently in Worcester, South Africa.
Rannvá will be going to Durban, South Africa.
Lív will be going to Honolulu, Hawaii, USA.
Poulina will be going to Grimerud, Norway.

3 of them will be going to different places to staff or take a secondary school.
Sára will be going to Perth, Austrailia to staff.
Elisabet will be going to Grimerud, Norway to take a secondary school called Bible For Life(BFL)
Hansa will be going to Rogaland, Norway to staff.

There are three more who were not able to join, two of them are taking secondary schools in Noway and Netherlands and one is also going to take DTS in Hawaii.

We are so excited to see what God has for them and wish them the best on their journeys ❤️

You are welcome to remember them in your prayers 🙏

-
Fyri stuttum møttust vit við hesum fittu gentunum, ið skjótt fara út til ymisk lond við YWAM. Vit høvdu ein lekkran døgurða, prátaðu og bóðu fyri teimum. ☺️

4 av teimum fara at taka eitt DTS á ymsum støðum.

Marjun er beint nú í Worcester, Suður Afrika.
Rannvá fer til Durban, Suður Afrika.
Lív fer til Honolulu, Hawaii, USA.
Poulina fer til Grimerud, Norra.

3 av teimum fara at vera staff ella at taka ein secondary skúla ymsa staðni.

Sára fer til Perth, Australia at vera staff.
Elisabet fer til Grimerud, Norra at taka ein skúla sum eitur Bible For Life(BFL)(Bíblian fyri lívið).
Hansa fer til Rogaland, Norra at vera staff.

Eisini eru tríggjar afturat sum ikki fingu verði við, sum fara ávíkavist til Noreg og Holland á víðari bíbulskúla og ein ferð á DTS eisini í Hawaii.

Vit eru super spent teirra vegna um hvat Gud hevur til tær hesa tídina og ynska teimum alt tað besta ❤️

Tit eru vælkomin at minnast tær í tykkara bønum 🙏

((English below))Minningarorð um Sannu Smidt Hammer: Tung vóru boðini, tá tað frættist, at Sanna var farin heim til Harr...
24/08/2025

((English below))

Minningarorð um Sannu Smidt Hammer:

Tung vóru boðini, tá tað frættist, at Sanna var farin heim til Harran. Sanna var ein brennandi kvinna, sum livdi lívið yvirgivið til Jesus.

Sanna vaks upp í Hovi, og sum ung fór hon til Danmarkar í lestrarørindum, har hon lærdi til psykiatriskan røktara. Heimaftur komin bleiv hon ein partur av tí karismatisku vekingarrørsluni. Í 1976 fór hon á lærusveinaskúla hjá Youth With A Mission í Grimerud. Hon kendi á ungum árum eitt missiónskall, og síðan var hon fleiri styttri tíðarskeið úti aftur við YWAM og tænti eisini eina tíð hjá OM í Manchester.

Í 1985 var hon við til at mobilisera yvir 100 føroyingar at koma á Go-fest, sum var ein altjóða missiónsstevna í Randers. Eftir hetta bleiv Sanna ein partur av tí fyrsta YWAM-toyminum í Føroyum, sum virkaði í Klaksvík í eitt ár.
Eftir tað fór hon til Filipsoyggjarnar at tæna. Har arbeiddi hon við at taka sær av børnum í fátækraumhvørvinum út frá einum YWAM-basa í Manila, serliga arbeiddi hon við børnum, sum vóru illa fyri. Seinnu árini arbeiddi hon sum ein partur av persónsrøktartoyminum hjá YWAM í Filipsoyggjunum, har hon arbeiddi í gott 9 ár. Miðskeiðis í 90-árunum kom Sanna aftur til Føroya, har hon virkaði sum ungdómsleiðari í Oasuni, har hon eisini skipaði fyri einum OL-missiónstúri til Atlanta í USA.

Í 2000 kendi Sanna eitt kall frá Guði at byrja YWAM-arbeiðið í Føroyum, og í 2001 bleiv YWAM Føroyar stovnað. Tað byrjaði við eini legu við 70 fólkum, har 11 tjóðir vóru umboðaðar.
Í 2004 byrjaðu tey fyrsta DTS-lærusveinaskúlan í Føroyum, sum seinni flutti til basan í Suðuroy, og har tey hildu áfram við DTS til 2011. Sanna skipaði fyri nógvum missiónstúrum til bæði Filipsoyggjarnar, Pólland, Ukraina, Sveits, Holland og víða hvar. Sanna var góður ferðaleiðari, og man var altíð tryggur í hennara hondum. Eisini hevði hon ofta tiltøk, toymir á vitjan og nógvar legur, har hon samlaði ung fólk.
Í nógv ár leigaði Sanna eini hús á Gripsvegnum, og tað var eitt fjálgt stað og eitt heim fyri mong. Sanna hevur verið virkin í Ung í Trúarverki til 2022, tá stafettin varð givin víðari.

Sanna var ein trúar- og bønarkvinna og var ein pioner, sum fekk ting at henda rundan um seg.
Hon var trúføst við tí, Guð hevði givið henni, og hevði eina gávu at umsita og at vera gestablíð. Hon fekk tað, hon hevði, at røkka langt og blomstra, hon gjørdu altíð nógv burturúr at fáa tað at vera hugnaligt, har hon var, og brúkti væl teir miðlar, hon hevði.
Sanna hevði eitt stórt hjarta fyri menniskjum og lærusveinaskapi. Tað eru nógv, sum hon tók undir sínar veingir, og sum eru upplærd í trúnni og eru blivin sterk í Harranum vegna hennara vernd og mammuhjarta. Tað eru nógv okkara, sum av hjarta kunnu siga, at tey ikki høvdu verið har, tey eru í dag, um tað ikki var fyri Sannu. Har Sanna var, var altíð nógv signing, sum dryppaði av til tey rundan um hana. Í hennara selskapi var tað gott og fjálgt at vera, og tað var eitt lærusveinaumhvørvi merkt av Guðs nærveru.

Hennara lív og tænasta hevur verið til signingar og hevur verið eitt ekkó bæði her heima og fyri tey mongu menniskju, hon hevur verið nakað fyri kring allan heimin.
Seinasta ørindi í sanginum hjá Matt Redman “10.000 reasons”, sum eisini var ein av Sannusa yndissangum, ljóðar soleiðis:

“Og tann dag, tá mín styrki svinnur
Endin nær og tíð mín komin er
Tó mín sál vil halda á at prísa
Í 10.000 ár í ævirnar.”

Hesin sangur lýsir Sannu sera væl. Hon var trúføst móti Harranum og tænti Honum til tað síðsta. Má Harrin styrkja og troysta familjuna og tykkum avvarandi í sorgini.
Vit vilja lýsa frið yvir minnið um Sannu Smidt Hammer.

Vegna Ung í Trúarverki (YWAM Føroyar)
Maria og Abraham Dalslíð

------
Memorial for Sanna Smidt Hammer:

It was with a heavy heart that we received the news of Sanna’s passing. Sanna was a woman on fire for God and lived her life fully surrendered to Christ.

Sanna grew up in Hovi, Suðuroy. In her youth she moved to Denmark to study to become a psychiatric nurse. When she came back to the Faroe Islands, she became part of the charismatic revival. In 1976 she went to Grimerud, Norway to do a DTS with Youth With A Mission. She knew from an early age that she had a call for missions. She went on several short term mission trips with YWAM and for a short time she served with OM Manchester, England.

In 1985 Sanna was a part of organizing a trip with around 100 Faroese people to go to Go-Fest, which was a national mission conference in Randers, Denmark. After this Sanna became part of the first YWAM team in Faroe Islands, which took place in Klaksvík for a year.

After that she went to the Philippines to serve. There, she worked with YWAM Manila where her main ministry was with children who lived in the poor areas. Later she also worked as a part of the personnel team for YWAM Philippines. She worked with YWAM Philippines for 9 years.
In the mid 90’s Sanna came back to the Faroe Islands where she worked as a youth leader in the church Oasan, where she also led an OL outreach to Atlanta, USA.

In 2000 Sanna felt a word from God to start YWAM in Faroe Islands and in 2001 YWAM Faroe Islands was founded. It started with a camp with around 70 people from 11 different nations. In 2004 they had their first Discipleship Training School in the Faroe Islands, which later on moved to the base in Suðuroy and it continued there until 2011. Sanna organized multiple mission trips to the Philippines, Poland, Ukraine, Switzerland, the Netherlands and other countries. Sanna was a good tour guide and you knew you were in safe hands with her. She also hosted multiple outreaches, organized different events and had many camps where she gathered a lot of young people.
For many years Sanna rented a house in Tórshavn, where a lot of young people stayed, and that was a cozy and comfortable place to be. Sanna led YWAM Faroe Islands until 2022 when she passed the touch.

Sanna was a woman full of faith, a prayer warrior and a pioneer that made things happen around her. She was faithful with what God gave her, a very hospitable woman and whatever she had, she made it work well and bloom.
Sanna had a big heart for people and for discipleship. There are many people she took under her wings, and who have grown and become strong in the Lord because of her protection and motherly heart. There are many who can say they would not be where they are today were it not for Sanna.
Where Sanna was there were always a lot of blessings, and they were passed on to those around her. Being in her company was a warm and good place to be. It was a place of discipleship and God's presence.

Her life and service has been a blessing and has echoed here on the Islands and for all many people whose lives she has touched around the whole world.
The last verse in the song 10.000 reasons by Matt Redman, which was one of Sanna’s favorite: goes like this.

“And on that day when my strength is failing
The end draws near and my time has come
Still, my soul will sing your praise unending
Ten thousand years and then forevermore”

This song describes Sanna very well. She was faithful to the Lord and served Him until her last moment.
May the Lord strengthen and comfort her family and friends. We pray for peace over the memory of Sanna Smidt Hammer.

Sincerely
Behalf of Youth With A Mission Faroe Islands
Maria and Abraham Dalslíð

Adresse

J. H. Schrøters Gøta 11
Tórshavn
100

Telefon

+298217141

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når YWAM Faroe Islands / Ung í Trúarverki sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Organisationen

Send en besked til YWAM Faroe Islands / Ung í Trúarverki:

Del