Dagstovnanámsfrøði í Føroyum

Dagstovnanámsfrøði í Føroyum Dagstovnanámsfrøði í Føroyum er ein fakligur áhugabólkur hjá Føroya Pedagogfelag. Fakligi áhugabólkur er undir Føroya Pedagogfelag. W.

Endamálið við bólkinum er, at byrta uppundir samrøður/kjak um dagstovnanámsfrøði millum limir og í samfelagnum annars. Hetta merkir at allir limir í Føroya Pedagogfelag, eisini hvílandi limir, kunnu gerast limir í áhugabólkinum. Tiltøk, sum vit skipa fyri eru bert fyri limir í áhugabólkinum. Tilmelding hjá nýggjum limum fer fram við at melda seg til á [email protected]. Limagjaldi er 10

0,- um ári.

Í nevndini sita Eddu Hjartvarsdóttir forkvinna, Elin N. Tausen skrivari og Jónu Guttesen kassameistari, Ingilín Berg og Ingigerð Andreassen nevndarlimir. Endamálið við bólkinum er, at byrta uppundir samrøður/kjak um dagstovnanámsfrøði í Føroyum. Ynski er at kveikja áhuga og saman blíva klókari og menna vitanina um dagstovnanámsfrøðina í Føroyum. Bæði hjá okkum sum starvast á økinum og í samfelagnum sum heild. Dentur verður lagur á, áhaldandi at orða og miðla okkara dagstovnanámsfrøði.

Tríggir stovnar reflektera um egið praksisTann eini arbeiðir við ró og reglusemi í gerandisdegnum. Ein annar leitar efti...
29/12/2025

Tríggir stovnar reflektera um egið praksis

Tann eini arbeiðir við ró og reglusemi í gerandisdegnum. Ein annar leitar eftir samleikanum, sum skal eyðkenna stovnin. Og hin triði tekur fólkaræðið í álvara og sigur øgiliga sjáldan nei.

Skrivað hevur: Rigmor Restorff Dam

Á íblásandi limatiltaki um barnagarðsnámsfrøði, varð enn einaferð staðfest, at tað eru eins nógvir hættir at leggja sær gerandisdagin til rættis í barnagarðinum, sum tað eru námsfrøðingar. Tíbetur.

Tað var ein fullsettur salur av eldhugaðum námsfrøðingum úr øllum landinum, sum høvdu leitað sær heim á Sand hin 29. oktober 2025. Vertur fyri tiltakinum var áhughugabólkurin Dagstovnanámsfrøði í Føroyum, undir Pædagogfelagnum. Á skránni hetta fjálga heystkvøldið í Virkinum vóru tríggjar kveikjandi framløgur um barnagarðsnámsfrøð, sum allar høvdu tað í felag, at námsfrøðingarnir arbeiða reflekterandi um egna praksis, við støði í tí barnasýni, at børn og barnaárini hava virði í sjálvum sær.

Barnagarðurin í Gerðinum í Skopun rópti framløguna "Frá nærumhvørvi til námsfrøði - kreativitetur og mentan í barnahædd”. Sóljugarður í Sandavági røddi um “Rógevandi námsfrøði”. Og Býlingshúsið millum Gilja greiddi frá um "Viðávirkan og felagsskap í námsfrøðiliga arbeiðinum".

Tá ið kvøldið var av, var greitt, at hvør einasta kommuna, hvør einasti barnagarður og hvør einasti námsfrøðingur, øll hava ymsa tilgongd til námsfrøðina. Og tað er júst í hesi fjølbroyttu viftuni av arbeiðshættum, at til ber at finna íblástur frá hvørjum øðrum til námsfrøðina í gerandisdegnum.

Hvør dagur skal ikki vera ein villur barnaføðingardagur

Sóljugarður er dagstovnur í Sandavági. 80 børn eru á stovninum, 15 í hvørjari barnagarðsstovu, og 10 í vøggustovunum. Sjálvi meta tey seg vera væl mannað, og at barnabólkarnir eru hóskandi í stødd.

Tær tríggjar, Jana Egholm, leiðari, Herta J. Simonsen, námsfrøðingur og varaleiðari, og Vivi Joensen, sum er lesandi, greiddu frá, at dagstovnurin í Sandavági luttekur í oyggjaverkætlanini "Saman um barnið". Verkætlanin er úrslit av einum ynski frá leiðslunum á barnaøkinum, tí tær sóu, at ov nógv børn í oynni stríddust. Øll sum vara av barnaøkinum í Vágum samstarva, líka frá stovnum til skúlar, Gigni, Nám og frítíðarskúla, altíð við støði í eini felags barnafatan, sum tey hava brúkt nógva tíð og orku til at orða í felag.

Ein liður í hesi tilgongd er eisini at hava eitt tætt og dagligt samstarv og samskifti við foreldrini. Dentur verður lagdur á eitt opið, erligt, regluligt og virðiligt samstarv, sum skal byggja upp samábyrgd, ikki minst í skiftunum millum stovn, skúla og frítíðarskúla. Siktið er bæði at fyribyrgja og at lofta, áðrenn møguligir trupulleikar vaksa seg ov stórar og í ringasta føri stranda ella enda sum barnaverndarmál.
- Tað krevur, at vit øll eru tilvitað um hví og hvussu vit arbeiða. At vit alla tíðina vitanardeila og hava regluligar fundir á stovunum, so samskiftið skal vera nógv og á einum høgum støði í stovuni, eisini fyri nýggj, sum koma til, segði Herta.

Siglir alt, so sigla børnini eisini
Sonevnda "Rógevandi námsfrøðin", sum var heitið á framløguni, er liður í hesi tilgongd, har tey gjøgnum tilvitaða námsfrøði skapa tryggar karmar, forsýni og álit í gerandisdegnum hjá børnum og vaksnum. Yvirskipað merkir hetta, at tey koyra í "lágum geari", soleiðis at skilja, at gerandisdagurin er greiður og væl skipaður, við ró og reglusemi, týðiligum vaksnum, sum øll draga somu línu, greiðum avtalum og føstum strukturi. Alt við tí sikti at fáa børn og vaksin niður í ferð, at minka um stress, og soleiðis skapa góðar umstøður til spæl, samskifti og hugsavnan.

- Tað er umráðandi, at børnini møta inn til tað sama hvønn dag, so tey hava ein fastan struktur, og at barnabólkarnir ongantíð eru ov stórir, segði Vivi Joensen, og greiddi frá nøkrum av dagligu rutinunum: At starvsfólk møta inn væl áðrenn børnini, bryggja kaffi og skapa ein hugnaligan og friðarligan stemning við skýming og friðarligum tónleiki. Síðani setir viðkomandi smáar spælistøðir upp ymsastaðni, har børnini velja seg uppí, sohvørt sum tey møta.
- Vit hava keypt leikur og ítrivslutir í kassum, sum vit leggja út á spælistøðirnar, so tað er innbjóðandi hjá børnunum um morgunin og øll ikki renna runt og leita eftir onkrum at spæla við, fortaldi Jana.
Aftaná frukt verða børnini bólkað í smærri túrbólkar. Hetta er hvønn dag, óansæð veður og vind.
- Soleiðis verður orkan brend av fyrrapart, og av tí sama er hópurin meira avslappaður seinnapart, so børnini lættari koma í flow og megna at hugsavna seg um spæl og annað, sigur hon.

Rørslurnar stimbra og brynja
Herta forklárar, at tey arbeiða tilvitað við rørslu í náttúruni, og eru í tí sambandi takksom fyri, at tríggjar teirra læra til motorikkvegleiðara.
- Barnakroppurin er óbrúktur, og vit hava so nógv at bjóða børnunum í føroysku náttúruni. At tey røra seg í regni og vindi, stimbrar sansirnar og mótstøðuføri, so børnini eru væl brynjað til stóru skiftini í barndóminum. At brúka náttúruna gevur eisini okkum vaksnu ró, sigur hon, og rundar av við at staðfesta, at: Barnagarðsdagurin skal ikki vera sum ein stórur innandura barnaføðingardagur. Tað gagnar ongum.

At lofta nærveruna í løtuni
Í ráðgevandi námsfrøðini arbeiða tey eisini miðvíst við tilknýti millum barn og vaksin. Nærverandi vaksin, ikki bara fysiskt, men eisini mentalt.
- Har eru vit tilvitað um eygnasambandið, tá ið barnið søkir ugga ella samband. Og at vit eru til reiðar at vegleiða og stuðla, tá ið tey rætta út; ikki bara taka yvir, men veruliga at møta barninum. Soleiðis royna vit at samregulera, í staðin fyri, at tey bara reglulera sínamillum. Um alt siglir, so sigla børnini eisini. Tað er okkara ábyrgd at skapa tilknýti, í samskiftinum við bæði børn og foreldur. Soleiðis verða allir partar tryggir, og starvsfólkini fáa yvirskot og orku, endar Jana.

Minnini seta seg í kroppin

Dagstovurin í Gerðinum er í Skopun, og har ganga 52 børn. Í barnagarðinum, sum er í niðaru hædd, ganga 22 børn í tveimum samanløgdum stovum. Tær, sum løgdu fram fyri stovnin vóru Conny S. Petersen, leiðari, og Súnhild Hjalt Jacobsen, námsfrøðingur, og tær meta sjálvar, at tey eru væl mannað í barnagarðinum, við fýra námsfrøðingum og trimum hjálparfólkum.
Tær greiddu frá virkseminum á stovuni út frá yvirskriftini: “Frá nærumhvørvi til námsfrøði – kreativitetur og mentan í barnahædd.”
Stovnurin er í tí serstøðu, at nógv av starvsfólkunum eru nýggj, so enn hava tey fáa fastar arbeiðs- og mannagongir. Tí er tørvur á at menna ein stovnssamleika, sum hóskar til verandi starvsfólka- og barnabólk, har tey arbeiða tvørturum aldursbólkar í barnagarðinum.

Skapa karmar fyri læring
Tað síggja tær sum eina spennandi avbjóðing. Súnhild var liðug sum námsfrøðingur í summar, og hon hevur nógvar dreymar um, hvat kundi myndað stovnin. Enn hava tey ikki lagt seg á nakað fast, men hon hevur nógv hugskot við frá útbúgvingini á Námsvísindadeildini.
Føroyska náttúran er fremsta tilfeingi í nærumhvørvinum, so tey ynskja eina stovnsmentan, har kroppur og rørsla í náttúruni, umframt føroysk mentan og kreativitetur eru í hásæti.
- Tað, sum børn læra, situr í teimum sum vaksin. Tey skulu læra at vera sjálvbjargin, og at brúka og virða tað, sum vit eiga í Føroyum, eitt nú við at velta og kvøða, fortelur hon.
Og hon vísir á, at børnini skulu menna álit á og innlit í egnan førleika at læra. Sostatt er lærutilgongdin sentral.
Leiðarin á stovninum, Conny S. Petersen, vísti á, at tey ynskja at arbeiða miðvíst við námsfrøðiligu stevnumiðunum, har tey støðugt minna hvønn annan á, hví og hvussu tey virka.

"Børnini mugu fáa álit á og innlit í egnan førleika at læra seg at læra, og mugu verða stuðlað í teirra undran, áhuga og forvitni, heldur enn eini stremban eftir at røkka ásett kunnleika- og førleikamál. Tað er lærutilgongdin, sum hevur størstan týdning." Námfrøðiligu Stevnumiðini s. 16

Forvitni, undan og dirvi
- Vit skulu vera forvitin saman við børnunum, steðga á og undrast saman við teimum, og skipa dagin eftir tí. Eitt nú við at kanna, práta og seta nøvn á tað, sum tey møta í nærumhvørvinum, sum hevur so nógv at bjóða – áin og hagin, fjøran við rekaviði, togstubbum, fiskakassum og djóralívi, sigur Conny.

“Undranin og forvitnið hjá børnunum skal vera stýrandi. Øll læra byggir á tað, sum vekur okkara áhuga, tí áhugin er drívmegin” (Námsfrøðilig Stevnumið, s. 17)

Hon er eisini motorikkvegleiðari, so hon ynskir at arbeiða við hugtakinum "dirvi", har børnini skulu bjóðast av og fáa dirvi at fara har, ið tað krevur nakað, eitt nú í spæli millum stóru steinarnar í fjøruni.
- Sjálvandi er altíð vandi fyri, at onkur fær skaða, men vit vaksnu mugu vísa børnunum, at vit hava álit á, at hetta klárar tú væl. Minnini seta seg jú í kroppin, sigur hon.
Sami hugburður er galdandi viðvíkjandi rørslu aðrastaðni. Hvønn hósdag koyrir bussur tey inn í høllina ella at svimja.
- Tey menna seg so nógv av at svimja, so sum sjálvbjargni og vatntryggleika. Og í høllini venja vit rørslu og spæl, fortelur hon.

Ringrás í náttúruni
Eitt annað tilfeingi í nærumhvørvinum er eldrasambýli, har tey vitja og syngja saman aðruhvørja viku. Har er eisini ætlanin at gera eina veltu og ein kálgarð, sum børn og eldri kunnu hava gleði av í felag.
Hetta við at dyrka, er eisini ein ætlan, sum liggur fyri framman. Tað verður undir heitinum "Ringrás úr náttúruni" og byrjar eftir ætlan í vár, har íblástur fæst úr árstíðunum. Til dømis við at hava høsnagarð, har tey brúka matleivdir frá stovninum, vitja bóndagarðar, velta, dyrka grønmeti og taka lut í fletting og royting.

“Arbeiðið í dagstovninum skal eyðkennast av virðing og ábyrgd fyri okkara felags tilfeingi, bæði náttúru og mentan. Dagstovnurin skal leggja dent á umhvørvis- og náttúruverndarspurningar og okkara felags ábyrgd fyri lívi og heilsu. Virðingin fyri burðardyggari menning skal styrkjast, og umráðandi er at geva børnunum eina bjarta vón á framtíðina og vísa á, at í felagsskapi ber til at ávirka framtíðina” (Námsfrøðilig Stevnumið, s. 11)

Finna møguleikar í náttúruni
Við støði í náttúruni og tí, sum hon gevur okkum, kemur eisini eisini kreativiteturin inn.
- Herfyri fingu vit ein drápiligan grindakjaft, sum vit kókaðu og reinsaðu saman við børunum. Tað sá øgiligt út. Men til endans fingu børnini hvør sína hvalatonn í eitt hálsiband. Tað ger nakað. Og til elplafestivalin arbeiddu vit við smáeplum, settu eygu og bein á og spældu við figurarnar, sum síðani bleiv ein framsýning. Tað snýr seg um at finna møguleikar í náttúruni, tí tað mennir estetisku kensluna og handverksliga førleikan.
Tær vóna at vera komnar á mál við Ringrásini um tvey-trý ár, har tey eru komin ígongd við at dyrka og innrætta stovnin til nýggja samleikan.

Glimmur ger alt betri

Sum javnbjóðis medborgarar í fólkaræðisliga samfelagnum, hava børnini rætt til eina rødd og medávirkan á egið lív. Og tí er uppgávan hjá dagstovninum at fevna breitt, har umsorgan, spæl, mentan og læring mynda eina heild.

Leitað vit okkum niðan í Hoyvíkshagan, koma vit fram á Býlingshúsið millum Gilja, har tey arbeiða undir heitinum “Viðávirkan og felagsskapur í námsfrøðiliga arbeiðinum”.

Stovnurin hevur 44 børn, harav tvær barnagarðsstovur við 16 børnum í hvørjari.
Tær báðar, Elinborg E. Nolsøe, námsfrøðingur, og Elsa Henrysdóttir av Reyni, námsfrøðingur, greiddu frá, at tey høvdu havt tørv á at orða, um tey gera tað, sum tey siga seg gera?
Eftir ein ráðleggingardag við støði í dagstovnalógini, barnarættindasáttmálanum og námsætlanini hjá kommununi, komu tey ásamt um, at "viðávirkan og felagsskapur" skuldi raðfestast í námsfrøðiliga arbeiðinum. Sostatt vilja tey stimbra fyribrigdi sum tolsemi og fólkaræði, javnvirði og andsfrælsi í gerandisdegnum, eisini við tí í huga, at nýggj barnalóg er á gáttini.

Úr Dagstovnalógini:
- At menna barnanna andsfrælsi, tollyndi, javnvirði og fólkaræði.
- At búgva børnini til innlivan, samavgerð, samábyrgd, rættindi og skyldu í einum fólkaræðisligum samfelag.

ST Barnarættindasáttmálin:
Vit eru av teirri áskoðan, at barnið til fulnar eigur at búgvast til at liva sítt egna lív í samfelagnum og alast upp í tí hugsjónaranda, sum er kunngjørdur í sáttmála Sameindu tjóða og serstakliga í einum anda av friði, virðileika, tolsemi, frælsi, líkleika og samanhaldi.

Námsætlanin:
Ætlanin er at stuðla undir námsfrøðiliga kjaki um, hvussu vit best tryggja okkum, at okkara børn kunnu vaksa og menna seg í okkara føroyska gerandisdegi við og samstundis í tráð við altjóða ásetingar og krøv

Barnafundur
Tær fortaldu um ein barnafund, har børnini vórðu spurd, hvussu tey høvdu tað í býlingshúsinum, og hvat tey hugsaðu um tey vaksnu. Svarini vórðu skrivað á eina plansju. Øll svaraðu, at tey høvdu tað gott, uttan ein, sum ikki altíð hevði onkran at spæla við. Og soleiðis fingu tey eitt fruktagott prát um, hvussu til ber at tryggja framhaldandi nøgdsemi, og børnini fingu høvi at siga sína hugsan og at fáa ávirkan á stovnin.
Eisini vitjaðu tey Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismann í barnamálum, sum vísti teimum ein film og fortaldi um komandi barnalóg.
- Tað ávirkaði tey, at hann segði, at børn skulu hava tað gott, og at vit skulu vera góð við hvønn annan, sigur Elsa.

Siga sjáldan nei
Í Býlingshúsinum millum Gilja hevur tað stóran týdning, at børnini sleppa at seta dám á egnan gerandisdag, og at tey verða spurd og lurtað eftir, so nógv, sum til ber. Tey læra at hava viðávirkan, so tey verða sterk og sjálvbjargin.
- Tann kenslan av, at eg sleppi nakað, sum eg vil, tað gevur nakað, søgdu tær.
Eisini vístu tær á, at ofta siga vaksin fólk bara nei, uttan at hugsa um hví.
- Vit siga øgiliga sjáldan nei. Um vit siga meira ja, so tola tey eisini betri eitt nei, um tað verður forklárað, segði Elsa.

Opin felagsskapur
Víðari lýstu tær, hvussu starvsfólkini seta rammurnar og spælistøðir fram, har børnini kunnu velja, hvat, hvar og nær tey spæla. Ofta flyta tey seg við spælinum, og so fylgja tey vaksnu aftaná.
Av somu orsøk hava tey opnan felagsskap á stovninum, har børnini kunnu flyta seg allastaðni, har tey hava hug. Soleiðis læra øll hvønn annan at kenna og skapa felagsskapir, bæði børn og vaksin. Hurðar verða bert lætnar aftur í sambandi við samling ella tá ið tey eta matpakka. Annars kunnu øll ganga frítt ímillum allastaðni. Har eru nógv systkin, sum soleiðis kunnu vera saman og síggjast til dagligt. Siktið við tí er, at øll skulu kenna seg trygg við hvønn annan, tí tryggleiki er grundarlagið undir øllum.

- Eg haldi, at tað, at alt er so opið ger, at øll hava onkran at spæla við. Eisini er samstarvið millum starvsfólkini betri, tá ið vit kennast so væl. Harumframt kann eitt barn velja "sín" vaksna, og tað hevur stóran týdning fyri eitt barn, fortaldi Elinborg.
Samstundis vístu tær á týdningin av smáum felagsskapum fyri tey, sum ikki orka tað stóra. Til dømis at skapa nýggjar vinarbólkar við smáum túrum í náttúruni, har tey kunnu kenna seg tryggari.

Glimmur ger alt betri
Á stovninum arbeiða tey við setninginum "Tú, sum einstaklingur í felagsskapinum", har tað snýr seg um at megna at vera og at skapa í felagsskapinum, millum annað gjøgnum verkætlanir. Her verður eisini latið upp fyri, at børnini hava medávirkan í øllum, og at tey verða spurd, sum tú vildi spurt ein vaksnan.
Eitt dømi um slíka verkætlan, har medávirkan og felagsskapurin er í fokus, er eitt altjóða konsept, Álvaveitslan, har siktið er at stimbra hugflogið hjá børnum í einum álvaheimi, har tey skapa og eru kreativ við øllum hugsandi tilfari.
- Vit vaksnu leggja alt møguligt tilfar fram, og so kunnu børnini bólta sær og brúka hugflogið. Ger sum tú vilt, veingir, glimmur, gandastavar .... Tað er gott fyri felagsskapin, ikki minst fyri tey, sum eru meira varin. Tað gevur nakað, fortaldi Elsa og helt fram:
- Eg gloymi ikki ta lítlu gentuna, sum droymandi tók til: "Glimmur ger alt betri.." meðan hon drússaði glimmur út yvir tað heila.

Minst til at tað er nú Mikukvøldi kl 19.00! Bið tínar starvsfelagaðir koma við 😊
26/10/2025

Minst til at tað er nú Mikukvøldi kl 19.00!
Bið tínar starvsfelagaðir koma við 😊

Barnagarðslívið

Vælkomin til eitt kvøld har vit hugsavna okkum um námsfrøðina í barnagarði.

Tiltakið verður Mikukvøldi 29. oktober kl. 19.00 í Virkinum á Sandi.

Kvøldið er skipað soleiðis, at tað vera tríggjar framløgur við ymiskum evnum viðkomandi fyri barnagarðsvirksemi.

Framløgurnar eru:

“Viðávirkan og felagsskapur í námsfrøðiliga arbeiðinum” - Býlingshúsið millum Gilja

“Frá nærumhvørvi til námsfrøði - kreativitetur og mentan í barnahædd.” - Barnagarðurin í Gerðinum

“Rógevandi námsfrøði” - Sóljugarður

Tíð verður eisini til prát.

Hevur barnagarðsnámsfrøði tín áhuga, so kom við til eitt kveikjandi kvøld.

Tiltakið er fyri limir í “Dagstovnanámsfrøði í Føroyum”. Nýggir limir eru vælkomnir at tekna seg áðrenn ella á kvøldinum.

Møguleiki er eisini hjá stovnum at brúka høvi til eina starvsfólkafund, pedagogfund ella líknandi. Skriva til okkum á [email protected].

Vit gleða okkum til at síggja tykkum heima á Sandi.

Nevndin fyri “Dagstovnanámsfrøði í Føroyum”

BarnagarðslíviðVælkomin til eitt kvøld har vit hugsavna okkum um námsfrøðina í barnagarði.Tiltakið verður Mikukvøldi 29....
19/10/2025

Barnagarðslívið

Vælkomin til eitt kvøld har vit hugsavna okkum um námsfrøðina í barnagarði.

Tiltakið verður Mikukvøldi 29. oktober kl. 19.00 í Virkinum á Sandi.

Kvøldið er skipað soleiðis, at tað vera tríggjar framløgur við ymiskum evnum viðkomandi fyri barnagarðsvirksemi.

Framløgurnar eru:

“Viðávirkan og felagsskapur í námsfrøðiliga arbeiðinum” - Býlingshúsið millum Gilja

“Frá nærumhvørvi til námsfrøði - kreativitetur og mentan í barnahædd.” - Barnagarðurin í Gerðinum

“Rógevandi námsfrøði” - Sóljugarður

Tíð verður eisini til prát.

Hevur barnagarðsnámsfrøði tín áhuga, so kom við til eitt kveikjandi kvøld.

Tiltakið er fyri limir í “Dagstovnanámsfrøði í Føroyum”. Nýggir limir eru vælkomnir at tekna seg áðrenn ella á kvøldinum.

Møguleiki er eisini hjá stovnum at brúka høvi til eina starvsfólkafund, pedagogfund ella líknandi. Skriva til okkum á [email protected].

Vit gleða okkum til at síggja tykkum heima á Sandi.

Nevndin fyri “Dagstovnanámsfrøði í Føroyum”

Set x við 29. Oktober, tí tá skipa vit fyri einum tiltaki um barnagarðslívið.Kom við og fá fakligan íblástur - kanska ei...
22/09/2025

Set x við 29. Oktober, tí tá skipa vit fyri einum tiltaki um barnagarðslívið.
Kom við og fá fakligan íblástur - kanska eitt gott høvi til ein stovu ella starvsfólkafund.
Nærri kunning kemur seinni.

“Í lívinum hjá einum vøggustovubarni kann hvør lítil hylur á vegnum potentielt hava ovurstóran týdning. Tað snýr seg um,...
11/04/2025

“Í lívinum hjá einum vøggustovubarni kann hvør lítil hylur á vegnum potentielt hava ovurstóran týdning. Tað snýr seg um, hvussu vit møta og lofta løtuni. Tí krevur arbeiðið við teimum allarsmæstu fyrst og fremst høga fakligheit.
Harumframt eisini hópin av tíð, toli og fullkomnari nærveru. Og ikki at gloyma: ein væl skipaðan gerandisdag við reglusemi, forsýni og passaliga nógvum aldurshóskandi avbjóðingum.
Og so tryggleika í ovurmát – bæði til børn og foreldur.”

Í lívinum hjá einum vøggustovubarni kann hvør lítil hylur á vegnum potentielt hava ovurstóran týdning. Tað snýr seg um, hvussu vit møta og lofta løtuni. Tí…

VøggustovulívÁhugabólkurin “Dagstovnanámsfrøði í Føroyum” skipaði fyri einum limakvøldi við evninum “Vøggustovulív”. Tey...
14/03/2025

Vøggustovulív

Áhugabólkurin “Dagstovnanámsfrøði í Føroyum” skipaði fyri einum limakvøldi við evninum “Vøggustovulív”. Tey meir enn 70 fólkini, sum vóru savnað í Barnahúsinum Sellin á Skála, hoyrdu fýra áhugaverdar og kveikjandi framløgur frá námsfrøðingum og hjálparfólkum, sum hava sín gerandisdag í vøggustovum kring landi.

Stóra tøkk til tykkum allar, sum høvdu framløgurnar. Uttan tykkara áhuga fyri at bjóða tykkum fram, var onki tiltak. Serliga takk til Barnahúsi Sellin at bjóða okkum inn í tykkara frálíka stovn.

Her eru nakrar løtumyndir frá tiltakinum. Tað kemur meira tilfar frá tiltakinum seinni.

VøggustovulívVælkomin til eitt kvøld har vit hugsavna okkum um vøggustovunámsfrøði.Tiltakið verður hóskvøldi 13. mars kl...
02/03/2025

Vøggustovulív

Vælkomin til eitt kvøld har vit hugsavna okkum um vøggustovunámsfrøði.

Tiltakið verður hóskvøldi 13. mars kl. 19.00 í Barnahúsinum Sellin á Skála.
Kvøldið er skipað soleiðis, at tað vera fýra framløgur við ymiskum evnum viðkomandi fyri vøggustovuvirksemi.

Framløgurnar eru:
”Vøggustovunámsfrøði” – Barnashúsið Sellin
”Gerandisdagurin við fokus á námsætlanini” – Dagstovnurin Sólareyga
”Sangløtan sum málmenningaramboð” – Dagstovnurin á Argjum
”Gagnnýt smáu løturnar” – Dagstovnurin í Hósvík.
Tíð verður eisini til prát.

Hevur vøggustovunámsfrøði tín áhuga, so kom við til eitt kveikjandi kvøld.

Tiltakið er fyri limir í “Dagstovnanámsfrøði í Føroyum”. Nýggir limir eru vælkomnir at tekna seg áðrenn ella á kvøldinum.

Vit gleða okkum til at síggja tykkum

Nevndin fyri “Dagstovnanámsfrøði í Føroyum”

Sum limur í áhugabólkinum “Dagstovnanámsfrøði í Føroyum” hevur tú møguleika at luttaka á okkara limatiltøkum. Samstundis...
09/02/2025

Sum limur í áhugabólkinum “Dagstovnanámsfrøði í Føroyum” hevur tú møguleika at luttaka á okkara limatiltøkum. Samstundist ert tú við til fíggjarliga at stuðla arbeiðinum, at fáa savnað greinar um dagstovnanámsfrøi í Føroyum.
Vælkomin at vera limur í áhugabólkinum 😊

So nærkast okkara fyrsta tiltak í 2025 🙂Í ár fara vit at seta sjóneykuna á økini innan dagstovnanámsfrøði. Vit byrja við...
08/02/2025

So nærkast okkara fyrsta tiltak í 2025 🙂
Í ár fara vit at seta sjóneykuna á økini innan dagstovnanámsfrøði. Vit byrja við Vøggustovulívið, har fýra framløgur vera frá vøggustovum. Nærri kunning kemur seinni.

Seti x í kalendarin, so tú minnist til kvøldið…… og minst til at flyta limagjaldi fyri 2025 ☺️

Adresse

Faroe Island
Tórshavn
FO100

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Dagstovnanámsfrøði í Føroyum sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Organisationen

Send en besked til Dagstovnanámsfrøði í Føroyum:

Del