24/01/2026
VITLÍKI KANN STUÐLA LÆRARAYRKINUM, MEN SKAL IKKI AVLOYSA TAÐ.
Tøknin kann vera ein virðismikil stuðul í undirvísingi – men hon broytir ikki ta ábyrgdina, sum lærarin hevur.
Í dag, sum er Altjóða dagur fyri útbúgving (International Day of Education), verður ljós varpað á týdningin, sum útbúgving hevur fyri fólkaræði, javnstøðu og burðardygga menning í heiminum. Vit, sum skriva hetta, umboða tilsamans yvir eina hálva millión lærarar og skúlaleiðarar í Norðurlondunum. Vit virka í einari samtíð, har menningin innan tøkni gongur skjótt, og har hátturin, sum vitlíki verður brúkt í skúlanum, fer at ávirka, hvørt grundleggjandi virðini hjá skúlanum verða varveitt, ella um tey máast burtur.
Spurningurin er ikki, um menningin hendir – men hvussu og eftir hvørjum treytum. Tí er neyðugt, at okkara rødd fær serstaka ávirkan í avgerðunum fyri framman.
Vit halda, at um tøkni skal fremja undirvísing á høgum støði, so má sjálvræðið hjá lærarayrkininum, gerast greitt og verjast. Tað má vera lærarayrkið, sum avger, um, nær og hvussu vitlíki verður brúkt í undirvísingini. Undirvísing er grundað á yrkisfakligt skyn, didaktiskar førleikar og viðurskifti millum fólk, og her kann tøknin vera eitt amboð – men ongantíð útgangsstøðið í undirvísingini ella ráðandi normurin.
Samstundis síggja vit ein øktan vanda fyri, at stórar avgerðir um tøkni verða tiknar langt frá flokshølunum. Tá lærarayrkið ikki verður tikið uppí, er vandi fyri, at menningin verður stýrd av øðrum fyrilitum, enn tørvunum hjá undirvísingini. Avgerðir um vitlíki og talgilding í skúlanum mugu verða grundaðar á gransking og skjalprógvaðar royndir, og tær mugu takast í samráð við lærarayrkið.
Fyri at lærarayrkið skal hava veruliga ávirkan, er tørvur á viðkomandi kunnleika. Norðurlondini mugu tí hvør sær tryggja, at skipanir og tilfeingi koma í lag, sum skulu veita granskingargrundaða eftirútbúgving og førleikamenning til lærarar.
Talgilding í skúlanum kann ikki byggja á, at tað verður væntað av lærarayrkinum, at tað megnar hesa umstillingina sjálvstøðugt. Lærarar mugu fáa tíð og viðkomandi stuðul til at umleggja granskingina til praksis og at skilja og meta um avleiðingarnar, sum tøknin hevur við sær.
Førleikamenning er eisini ein treyt fyri javnlíkar fortreytir í skúlanum. Um vitlíkisskipanir verða settar í verk á ymiskar hættir, ella um kommunur og rektarar hava ymiskar fíggjarligar fortreytir fyri at geva lærarum viðkomandi førleikamenning ella gera íløgur í tøknini, so er vitlíki í vanda fyri at økja um munin millum skúlar og næmingar. Stjórnirnar í Norðurlondunum mugu tí veita tilfeingi og umstøður, sum arbeiða ímóti, at ójavni verður bygdur inn í talgildu menningina av skúlanum.
Men yrkisfakligir førleikar og ávirkan kunnu ikki standa einsamøll. Tað má eisini gerast greitt, hvar markið gongur, fyri hvussu vitlíki kann brúkast í skúlanum. Vitlíki má ongantíð brúkast til eftirlit við næmingum ella starvsfólki. Integritetur og rættartrygd mugu vera útgangsstøðið. Vitlíkisreglugerðin hjá Evropeiska samveldinum er her eitt umráðandi verjutiltak, sum má verjast og ikki gerast veikari. Her mugu Norðurlondini ganga á odda og standa fyri sterkum integriteti, rættartrygd og almennum eftirliti. Útbúgving krevur sterkar rættarligar karmar, sum tryggja ábyrgd, innlit og virðing fyri tí Norðurlendska modellinum, sum er grundað á álit.
Framtíðarinnar skúli rúmar bæði bókum, blýantum, talgildum amboðum og vitlíki. Tøknin kann vera ein virðismikil stuðul í undirvísingi – men hon broytir ikki ta ábyrgdina, sum lærarin hevur. Hon má ongantíð koma í staðin fyri lærarar ella gerast ein umvegur til sparingar. Tøkni kann gera leiðsluna sjálvvirkna, men hon hon kann ongantíð gera viðurskifti millum fólk, námsfrøðiligar metingar ella kjarnuna í undirvísingini sjálvvirkna. Læring rúmar nógvum, sum eingin tøkni fær gjørt: møtið ímillum menniskju, samrøðan, málið og minnið, spælið, hondskrivingin og kritiskur hugsanarháttur. Tá avgerð skal takast um tøkni, bók, pappír – ella eitt bland av øllum – eru røtt amboð í viðkomandi undirvísingarstøðu ein ábyrgd, sum altíð má liggja hjá læraranum.
Norðurlond hava góðar fortreytir fyri at ganga á odda í at menna eina javnlíka nýtslu av vitlíki í skúlanum, har lærarin stýrir. Men politisk ábyrgd er neyðug. Tí heita vit á stjórnirnar í londum okkara um at skapa eina felags tilgongd til vitlíki á útbúgvingarøkinum, sum samsvarar við tey krøv, vit nágreina her. Tørvur er á, at landið ger eina ætlan, sum gevur lærarayrkinum veruliga ávirkan og slær greitt fast, at tøknin skal stuðla – men ongantíð stýra ella koma í staðin fyri – ta lærarastýrdu undirvísingina.
Vit eru fyri menning innan vitlíki og talgilding. Vit, forfólkini í limafeløgunum í Nordiska lärarorganisationers samråd (NLS), síggja okkum tí sum sjálvsagdir samstarvsfelagar, tá stjórnirnar skulu velja røttu leið.
Vegna NLS (Nordiska lärarorganisationers samråd),
Yrkisfelag Miðnám, Føroya Lærarafelag og Føroya Pedagogfelag