Málráðið

Málráðið Málráðið er evsti málmyndugleiki, sum verjir og mennir føroyska málið, so at tað framhaldandi eins og áður er fremsti samleiki føroyinga.

Føroyska málráðið er stovnur undir Mentamálaráðnum. Tað varð stovnað í 2012 sambært løgtingslóg um málráð

Málráðið hevur sum endamál at røkja, menna og verja føroyska málið, at vegleiða, ráðgeva og gera niðurstøður í málspurningum og at áseta føroyska stavseting. Málráðið er skipað við ráði, starvsnevnd og skrivstovu.

Mál er ein grundleggjandi menniskjaligur førleiki. Við dagsins tøkniligu menning fáa vit nýggjar avbjóðingar við, hvussu...
29/05/2026

Mál er ein grundleggjandi menniskjaligur førleiki. Við dagsins tøkniligu menning fáa vit nýggjar avbjóðingar við, hvussu mál verður skapt, nýtt og skilt - og hvussu mál skapar okkum afturímóti.

Mál er ein grundleggjandi menniskjaligur førleiki. Við dagsins tøkniligari menning fáa vit nýggjar avbjóðingar við, hvussu mál verður skapt, nýtt og skilt…

04/05/2026

8. mai verður verkstova um samskifti, fólkaræði og teknmál í Skúlanum á Giljanesi við Svannu H. í Gong vegna Málráðið.

Lærarin peikar upp á talvuna. Har sæst ein mynd av einum ferføttum ránsdjóri. Lærarin spyr flokkin: “Hvør er her?” – “Ei...
23/04/2026

Lærarin peikar upp á talvuna. Har sæst ein mynd av einum ferføttum ránsdjóri. Lærarin spyr flokkin: “Hvør er her?” – “Ein úlvur!” svarar Tóri á mittastu røð. “Rætt hevur tú! – Hvønn sást tú?” – “Ein úlv!” rópa Marita og Fríða um kapp. “Hvørjum møtti tú?” – “Einum úlvi?” spyr Jákup eitt sindur ivandi. “Frálíkt! – og at enda: Hvørs vegna?” ... Tá verður kvirt inni í flokkinum.

Lærarin peikar upp á talvuna. Har sæst ein mynd av einum ferføttum ránsdjóri. Lærarin spyr flokkin: “Hvør er her?” – “Ein úlvur!” svarar Tóri á mittastu rø…

Rættindi eru bara verulig rættindi, um fígging at seta skipanir í verk fylgir við.Góðan móðurmálsdag!
25/03/2026

Rættindi eru bara verulig rættindi, um fígging at seta skipanir í verk fylgir við.
Góðan móðurmálsdag!

Í ár fall móðurmálsdagurin millum valanna, millum fólkatingsvalið og løgtingsvalið.

UppáveginTað hevur mangan verið spurt, hvaðani uppávegin stavar. Tað er ein møguleiki, at tað kemur frá sagnorðinum viga...
12/03/2026

Uppávegin
Tað hevur mangan verið spurt, hvaðani uppávegin stavar. Tað er ein møguleiki, at tað kemur frá sagnorðinum viga, sum á norrønum hevði formin veginn í øðrum lýsingarhátti. Í kvennkyni var formurin vegin. Bendingin var vega – vá – vágum – veginn.

Tað hevur mangan verið spurt, hvaðani uppávegin stavar. Tað er ein møguleiki, at tað kemur frá sagnorðinum viga, sum á norrønum hevði formin veginn í øðrum…

Freistin at søkja starv sum málfrøðingur er 24. februar.
23/02/2026

Freistin at søkja starv sum málfrøðingur er 24. februar.

Vilt tú vera við til at menna tær málfrøðiligu uppgávurnar, sum Málráðið arbeiðir við?

Krage søger mageÍ februar eru tveir dagar serliga knýttir at kærleiksteknum, tað eru kyndilsmessa og valentinsmessa.
13/02/2026

Krage søger mage
Í februar eru tveir dagar serliga knýttir at kærleiksteknum, tað eru kyndilsmessa og valentinsmessa.

Føroysk mentan er serstøk fyri okkum, so sjálvsagt vilja vit goyma hana til eftirtíð og eftirkomarar. Forhippað og forlipt í tí spennandi nýggja úr stóru v…

Starv sum málfrøðingur og samskipari - vælkomin at søkja!
10/02/2026

Starv sum málfrøðingur og samskipari - vælkomin at søkja!

Vilt tú vera við til at menna tær málfrøðiligu uppgávurnar, sum Málráðið arbeiðir við?

25/12/2025
Í dag fer sólin niður klokkan trý – ella ‘um nón’, sum tey søgdu fyrr. Orðið ‘nón’ kemur úr latínsku orðingini ‘nona hor...
21/12/2025

Í dag fer sólin niður klokkan trý – ella ‘um nón’, sum tey søgdu fyrr. Orðið ‘nón’ kemur úr latínsku orðingini ‘nona hora’ og merkir 9. tími – altso 9 tímar frá klokkan 6 á morgni. Enska orðið 'noon’ er sama orðið sum okkara ‘nón’, men á enskum er bland komið í, tí ensktalandi meina klokkan 12, tá ið tey siga noon.

Sum tit vita, er stytsti dagur í dag. Bert fimm tímar við dagsljósi. Fyri túsund árum síðan var dagurin eisini líka stuttur, men at hann var júst fimm tímar, tað vistu teir fornu føroyingarnir einki um, tí tá býttu teir ikki dagin upp í klokkutímar. Klokkan var ikki “til” tá. Í øllum førum ikki um okkara leiðir.

Tá ið fólk vildu vita, hvat ið klokkan var, so spurdu tey: “Hvat er fram?” Í hesum spurningi var merkingin: Hvussu nógv er (fram)liðið av degnum. Ella: Hvussu langt fram hevur sólin ferðast eftir himli.

Nón er altso klokkan 15.00. Men um klokkan var 16:30, og onkur spurdi "Hvat er fram?", so var svarið ‘hálvga vestur’. Var klokkan 18:00, var svarið ‘vestur’. Gomlu føroyingar peilaðu seg eftir ættunum. Hetta sæst eisini aftur í staðarnøvnum so sum Middagsfjalli og Nónsgjógv.

Vit hugdu í Seðlasavnið og funnu hesar orðseðlar:

6.00: eystur

7.30: hálvga landsuður

9.00: landsuður

10.30: hálvga middag(ur)

12.00: middagur

13.30: hálvga nón

15.00: nón

16.30: hálvga vestur

18.00: vestur

19.30: hálvga útnorður

21.00: útnorður

22.30: hálvga norður

Um náttina nyttaði einki at miða seg eftir sólini, so tíðin eftir sólsetur æt ‘økt at kvøldi’, og tíðin fyri sólarris æt ‘økt fyri dag’. Ein økt er tríggjar tímar.

Mynd: Nón í Funningi. Asfinn Sigvardsen.

Adresse

J. C. Svabos Gøta 7
Tórshavn
100

Hvad er åbningstiderne?

Mandag 10:00 - 12:00
Tirsdag 10:00 - 12:00
Torsdag 10:00 - 12:00

Telefon

+298312397

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Málráðið sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Organisationen

Send en besked til Málráðið:

Del