06/05/2026
SafeHike kosin fjórðbest av 41 finalubólkum!
2.000 næmingar úr Danmark, Føroyum og Grønlandi hava luttikið í undanumførum av Company Programme 2026. Av hesum 2.000 høvdu 150 næmingar úr 41 bólkum vunnið seg víðari til finaluna í stásiliga bygninginum hjá Dansk Industri á Ráðhúsplássinum í Keypmannahavn. Dagurin byrjaði longu kl. 07.30 og endaði kl. 21.30, tá vinnarin varð kosin til galladøgurðan.
Jóna, Maria og Sámuel úr SafeHike gjørdust nummar 4 av heili 41 regionalum vinnarabólkum, og tað er eitt einastandandi avrik! Í hesum sambandi er vert at nevna, at okkara 1-ársnæmingar kappaðust fyri tað mesta í móti 2 og 3-árs næmingum, sum haraftrat sjálvandi eisini hava fyrimunin at skriva, leggja fram og kjakast á sínum móðurmáli.
Hægst møguliga stigatalið er 600 stig, og hesi max-stigini verða býtt í fýra øki – 150 stig fyri rapportina, 150 stig fyri framløguna, 150 stig fyri básin og 150 stig fyri dómarasamrøðuna.
SafeHike fekk tilsamans heili 541 stig, og hetta var bara 5 stig frá einum heiðursplássi. Millum annað átti SafeHike triðbestu rapportina og fjórðbestu framløguna av øllum 41 bólkunum - og tað í sær sjálvum er framúrskarandi!
Rektarin og vararektarin á Glasi, Una og Magni, sum vóru niðri í øðrum arbeiðsørindum, tóku sær tíð til at uppliva tiltakið og stuðla SafeHike í gjøgnum drúgva dagin. Tey vóru ikki sørt errin av føroysku luttakarunum – og serliga hildu tey, at framløgan hjá SafeHike var millum tær allar bestu.
Í samband við tiltakið legði granskingarleiðarin hjá Fonden for Entreprenørskab, Pernille Berg, fram úrslitini frá eini trý-ára granskingarverkætlan úr Svøríki undir heitinum: “Kan du se, om en gymnasieelev har deltaget i et iværksætterprogram?”.
Millum høvuðsniðurstøðurnar vóru, at gentur fingu serliga nógv burturúr at hava luttikið, og kanningarúrslitini benda tí á, at íverksetaraundirvísing kann minka um kynsmunir innan íverksetan og vinnulív. Eisini næmingar úr ikki-akademiskum heimum og næmingar við lægri akademiskum sjálvsáliti mentu seg serliga nógv lutfalsliga samanborið við aðrar bólkar í kanningini.
Sostatt sæst menningin av fakligum, sosialum og persónligum førleikum ikki bara aftur hjá SafeHike og hinum finalubólkunum, sum dystaðust um besta hugskotið í Industriens Hus. Menningin fevnir breiðari enn so, og heilt vist hava allir 28 bólkarnir úr føroyska undanumfarinum á Kambsdali í marsmánaði eisini lyft seg munandi og kunnu taka virðismiklar royndir við sær víðari í lívinum – um tað inniber íverksetan og nýmenning fer tíðin at vísa!
SafeHike á TONIK
Júst heimkomin úr Danmark skal SafeHike beint í eldin aftur, tí fríggjadagin 8. mai er bólkurin boðin at hava framløgu á stóru altjóða tøkniráðstevnuni TONIK í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju. Framløgan verður klokkan 10.00.
Sum altíð vilja vit úr Ungum Virki senda eina serliga tøkk til føroysku miðnámsskúlarnar og lærarar, Hugskotið og Íverksetarahúsið, og ikki minst stuðlarnar, sum í ár eru: Nema, Bygma Balslev, Norðoyar Sparikassi, Atlantic Airways og Bakkafrost.
SafeHike vil at enda takka Føroya Prent fyri plakatirnar og øllum hinum, sum hava stuðlað og veitt ráðgeving.