Grindamannafelagið

Grindamannafelagið Almenna síðan hjá Grindamannafelagnum. Her kunnu limir finna ymiskar upplýsingar í samband við felagið, og nýggjir limir kunnu tekna seg.

01/06/2026

Sum øllum kunnugt, so hevur ein ákæra veri sett fram mótvegis sýðslumanni og grindaformonnum í norður økinum. Felagið hevur arbeitt við at fáa lógina um djóravælferð broytta. Hettar arbeiði kom loksins til enda, tá lógar uppskotið bleiv samtykt og bleiv lýst, við gildiskomu tann 29 mai, 2026.

Síðani hava vit bíða eftur at hoyra frá ákæruvaldinum, um ákæran mótvegis hesum somu, bleiv slept ella roynd í rættinum.

Nú hava avarandi persónar so fingið at vita skrivliga, at øll ákæran móti teimun er slept og teir eru ikki ákærdir longur.

Eitt tógvi stríð og miðvíst arbeiði er sostatt komi at enda og fegnast felagið nú um, at man aftur kann fara í grind og ikki vera bangin fyri, at vera meldaður eftur djóravælferðarlógini og at allar ákærur eru sleptar

Grindamannafelagið fegnast !Løgtingið hevur í dag endaliga samtykt, við 28 atkvøðum fyri og 0 atkvøðum í móti, at veiða ...
26/05/2026

Grindamannafelagið fegnast !

Løgtingið hevur í dag endaliga samtykt, við 28 atkvøðum fyri og 0 atkvøðum í móti, at veiða og fiskiveiða eru ikki fevnd av djóravælferðarlógini.

Grindamannafelagið fegnast um lógarbroytingina, tí nú er endaliga staðfest, at tað er grindalógin og grindakunngerðin, sum er galdandi tá tað eru grindaboð. Sostatt kunnu grindafólk nú aftur fara í grind, uttan at óttast at blíva ákærd fyri brot á djóravælferðarlógina.

Broytingin verður endaliga lýst ein av komandi døgunum, og lógartekniskt verður linari ásetingin brúkt, í møguligum málum sum liggja í skipanini, tá lógarbroyting verður gjørd.
Hetta merkir vónandi, at ákærur ímóti grindafólkum fyri brot á djóravælferðarlógina, nú verða sleptar av ákæruvaldinum.

Árligi aðalfundurin hjá Grindamannafelagnum fyri 2026, varð hildin Kr. himmalsferðardag 14. mai 2026.Umframt skrá sambær...
15/05/2026

Árligi aðalfundurin hjá Grindamannafelagnum fyri 2026, varð hildin Kr. himmalsferðardag 14. mai 2026.

Umframt skrá sambært viðtøkunum, hevði landstýrismaðurin í Uttanríkis- og fiskimálaráðnum, Bárður á Steig Nielsen eina kunning um, at væntandi bleiv djóravælferðarlógin broytt í komandi viku, so at hon verður ikki er galdandi fyri m.a. grind.

Løgreglan varð eisini umboða á fundinum, og fekk hon høvið at greiða frá, hvussu tey arbeiða tá grindaboð eru, og eisini varð høvið hjá luttakaranum, at seta teimum spurningar.

Í formansfrágreiðingini, nevndi Ragnar Jacobsen m.a. at árið í fjør varð friðarligt, inntil tað bleiv kunnugt, at grindaforfólk vórðu blivin melda fyri djórapínslu, í samband við eina grind í Hvannasundi. Felagið valdi beinanvegin at síggja álvaran í málinum, og hevur síðani arbeitt dag og nátt fyri at ein loysn kann finnast, soleiðis at fólk kunnu fara í grind, uttan at liva í tí ótta, at blíva melda av aktivistum, fyri brot á djóravælferðarlógina.

Gestarøðarar vórðu eisini. Bjarni Mikkelsen lívfrøðingur greiddi m.a. frá merking og lívfrøðiligar kanningar av grind. Eisini nevndi Bjarni, at NAMMCO er komið við einum tilmæli til Føroyar, at stovnurin tolir eina veiðu á 5430 hvalir yvir eitt 5 ára tíðarskeið. Tað svar til 1086 hvalir í meðal um árið, fyri at veiðan skal verða burðardygg.

Tina Kajsdóttir hevði eisini eina framløgu um, hvussu tað varð at verða kvinna í grind, har mannfólk eru í meiriluta.

Allir nevndarlimirnir sum stóðu fyri vali, tóku við afturvali, og onki annað valevni varð í uppskoti. Eftir fundin skipaði nevndin seg óbroytt, sum er:

Formaður: Ragnar Jacobsen, Miðvágur
Næstformaður/peningarøkil: Bogi Hansen, Runavík
Skrivari: Esmar Joensen, Hvítanes
Eykavaldur: Tóri Simonsen, Hvannasund
Eykavaldur: Bjartur Tórhalsson, Vestmanna
Eykavald: Tina Kajsdóttir.

14/05/2026

‼️ Aðalafundurin hjá Grindamannafelagnum, verður sum áður fráboða í dag kl 13, í hølunum hjá arbeiðarafelagnum Hæddin í Saltangará.

Høvið verður at avheinta prógv til mønustingara á fundinum.
Eftir fundin, kunnu kortini avheintast sambært avtalu í Miðvági.

GG: Kortini vera ikki send við posti, men skulu avheintast persónliga. ‼️

06/05/2026

Hettar skriv er í dag, sent til almennar mynduleikar.

Her er áheitanin frá felagnum:

Fyri nøkrum vikum síðan bleiv útgerð, at styggja hval funnin á havbotninum sunnanfyri
Hvannasund.
Sambært grindakunngerðini er ikki loyvt at seta upp skipanir, sum kunnu broyta atferð hjá hvali, og tí er málið latið løgregluni.

Havandi í huga tey mongu mótmælini, sum hava verði í móti føroysku grindaveiðuni seinastu árini, er nærliggjandi at hugsa, at tað eru aktivistar umboðandi útlendskar djóraverndarfelagsskapir, ið hava lagt hesa útgerð út.

Hvannasund er ein av fleiri hvalvágum í Føroyum, og vit vænta at sama slag av útgerð er løgd út í øðrum firðum í Føroyum. Tí vilja vit heita á avarandi mynduleikar, um at seta í verk eina kanning av, um
hendan útgerð liggur á botni aðrastaðnis í Føroyum. Serliga verður hugsa um økir, uttan fyri okkara hvalvágir.

Hettar er eitt avrit, av brævið, sum er sent til viðkomandi mynduleikar og til tykkara kunning.

Vegna Grindamannafelagið
Ragnar Jacobsen
Formaður

20/11/2025

Grindamannafelagið tekur undir við fyrrverandi sýslumanninum, sum í tveimum førum er skuldsettur fyri at bróta lógina um djóravælferð

04/11/2025

So eru prógvini frá skeiðinum í Fuglafiðri, prentaði og klár at avheinta.

Tey kunnu heintast á Politiistøðini í Tórshavn, hav pass ella koyrikort við, sum samleika prógv

Í kvøld var grindaskeið, í Mentanarhúsinum í Fuglafiðri.Uml 140 fólk, bæði menn og kvinnur møttu upp.Fantastiskt at sígg...
27/10/2025

Í kvøld var grindaskeið, í Mentanarhúsinum í Fuglafiðri.

Uml 140 fólk, bæði menn og kvinnur møttu upp.

Fantastiskt at síggja og fleiri góðir spurningar komu.

Nú verður aftur skipað fyri grindaskeiði við undirvísing í brúki av mønustingara.Skeiðið verður í Mentanarhúsinum í Fugl...
23/10/2025

Nú verður aftur skipað fyri grindaskeiði við undirvísing í brúki av mønustingara.

Skeiðið verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði mánadagin 27. oktober 2025 kl. 19.

Skeiðið er ókeypis og ikki er neyðugt við tilmelding.

Fyri at fáa eina hylling á, hvussu nógv koma til skeiðið, er niðanfyri eitt leinki at trýsta á til eitt ókeypis atgongumerki.

https://atgongumerki.fo/3508500/godkent-moenustingaraskeid

Sambært grindakunngerðini er grindaskeið og loyvisprógv kravt, fyri at hava loyvi til at avlíva hval.

Bert persónur, sum er 16 ár ella eldri, og sum hevur loyvisprógv fyri at hava luttikið á grindaskeiði, kann avlíva hval.

Á grindaskeiði fæst kunning um grindalóggávu, grindareiðskap, drápshátt, brúk av mønustingara og grindaknívi og staðfesting av deyðseyðkenni hjá hvali.

Fyri at luttaka í grindarakstri og grindadrápi, sum vanligt, krevst ikki grindaskeið.
Øll kunnu fara í grind, bæði í báti og á landi, sum vanligt hevur verið, uttan at hava grindaprógv.

Atgongumerki.fo selur atgongumerkir til tiltøk í Føroyum

Adresse

Nóatún 1
Tórshavn

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Grindamannafelagið sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Organisationen

Send en besked til Grindamannafelagið:

Del