29/05/2026
Open Doors Føroyar bjóðar til Nigeria kvøld.
Í Nigeria stendur so illa til hjá mongum kristnum, at á listanum yvir heimsins mest forfylgdu londum, er Nigeria nummar 7. Tað kann virka fjart frá okkum her í tryggu Føroyum. Men tó, so búgva nigerianarar eisini í landi okkara, sum eru merkt av støðuni í heimlandi teirra.
Tí skipar Open Doors saman við nigerianarum í Føroyum fyri einum Nigeria kvøldi leygardagin tann 6. juni kl 19:30. Tiltakið verður í Lívdini í Hoyvík.
Á skránni verður m.a. nigerianskur lovsongur, ein úr Nigeria fer at greiða okkum frá støðuni í Nigeria, vit fara at hoyra eitt sindur um søguna hjá landinum, og so verður eisini ein bønarløta, har vit sleppa at standa saman við teimum í bøn og uggan. Klæmint Eliasen, formaður fyri Open Doors í Føroyum, kemur eisini at greiða frá arbeiðinum, sum Open Doors ger í Nigeria.
Tá skráin er liðug, verður høvið at heilsa uppá nigerianarnar, og møguliga hava tey ymiskt við, so at vit sleppa at uppliva nakað av mentan teirra.
Tiltakið verður í Lívdini leygardagin tann 6. juni kl 19:30.
Gev gætur tað er 6..juni