Giktafelag Føroya

Giktafelag Føroya Giktafelag Føroya hevur til endamál at veita upplýsing um giktasjúkur, at betra um viðgerðarmøguleikar og at veita ráðgeving innan giktaøkið. august 1948.

Giktafelag Føroya varð stovnað 22. Felagið hevði tá navnið Føroya Felag móti giktsjúkum. Felagið var sjálvstøðugt føroyskt felag, sum samstarvaði við "Rigsforeningen til bekæmpelse af reumatiske sygdomme". Endamál felagsins er:

At veita upplýsing um giktasjúkur. At betra viðgerðarmøguleikar. At veita ráðgeving.

16/03/2026

Tíðindaskriv By adminmarts 15, 2026Tíðindir Tíðindaskriv frá Giktafelag Føroya  viðvíkjandi klimaviðgerð  Leygardagur, 14. mars 2026, Tórshavn  Giktafelag Føroya og Føroya Psoriasisfelag hava seinastu 4 árini havt møguleika fyri at senda giktasjúklingar og psoriasissj...

Á HEITAN Á OKKARA POLITTIKAR!!
15/03/2026

Á HEITAN Á OKKARA POLITTIKAR!!

Aðalfundur við fyrilestri um sjúku og venjingMánadagin 23. mars kl. 18 hevur Giktafelag Føroya aðalfund. Fundurin verður...
28/02/2026

Aðalfundur við fyrilestri um sjúku og venjing

Mánadagin 23. mars kl. 18 hevur Giktafelag Føroya aðalfund. Fundurin verður hildin í MEGD-húsinum á Íslandsvegi 10C í Tórshavn.

Á skránni verður millum annað fyrilestur um sjúku og venjing við Casper Desvil Bech, sum er útbúgvin DIF diplomvenjari, og dagliga arbeiðir við kropsligari venjing.

Sí meira: https://gikt.fo/adalfundur-vid-fyrilestri-um-sjuku-og-venjing/

Nevndin

25/02/2026

AÐALFUNDUR HJÁ MEGD

Aðalfundurin hjá MEGD verður hildin á Hotel Føroyum mikudagin 25. mars kl. 17.00.

Skráin:

a. Val av orðstýrara
b. Formansfrágreiðing
c. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar.
d. Framløga av fíggjarætlan til kunningar
e. Býtið av fíggjarliga stuðlinum til limafeløgini
f. Innkomin mál
g. Val av formanni/-kvinnu, sum verður vald/ur fyri 3 ár í senn.
h. Val av limum til starvsnevndina, umframt tiltakslimir, sum verða valdir fyri 2 ár í senn.
i. Val av løggildum grannskoðara, sum verður valdur fyri 2 ár í senn.
j. Innliman/striking av limafeløgum
k. Ásetan av limagjaldi
l. Ymiskt

Uppskot frá limafeløgum til mál at leggja fyri aðalfundin, her undir uppskot til formann/-kvinnu, 2 starvsnevndarlimir og 1 tiltakslim, skulu verða starvsnevndini í hendi 3 vikur áðrenn aðalfundin t.v.s. í seinasta lagi mikudagin 4. mars 2026. Vinaliga sendi møgulig mál ella uppskot á [email protected].

Um tað ikki liggur fyri hjá forfólkinum í tykkara felagi at møta, ber til at geva fulltrú til annað umboð fyri felagið at møta í staðin, og verða tit biðin um at upplýsa hetta tá tit tekna tykkum.

Hvørt limafelag hevur eina atkvøðu, og allir limir í limafeløgunum MEGD kunnu luttaka á aðalfundinum.

Vinarliga boða frá luttøku á [email protected] skjótast gjørligt og helst ikki seinni enn mikudagin 11. mars 2026.

Vónandi verður góð undirtøka á aðalfundinum.

Starvsnevndin

21/02/2026

Svar er sent øllum umsøkjarum til klimaviðgerð umvegis teldupost.
Summi hava boðað frá, at svarið er fangað í spammfiltrinum, og tí kann hetta eisini verða hent hjá øðrum.
Um tit ikki síggja svarið í tykkara inbakka, hyggi so í spamm-mappuna.

Vh
Feløgini.

15/02/2026

Áminning: Freistin at søkja um klimaviðgerð er í morgin 16. februar kl. 12.

Fatigue - hvat er tað?Møði er ikki bara møði, men kann kennast ymiskt. Fyri fólk við ymiskum sjúkum er eisini ein serlig...
10/02/2026

Fatigue - hvat er tað?

Møði er ikki bara møði, men kann kennast ymiskt. Fyri fólk við ymiskum sjúkum er eisini ein serlig sjúkumøði, sum kann virka lemjandi, og sum ikki kann hvílast burtur.

Ilt er hjá frískum fólkum at skilja hesa møðina, og tí hava vit skriva eina grein um hetta fyribrigdi, sum tú kanst vísa tínum avvarandi, so tey betri skilja ta møðina, sum tú stríðist við.

Sí leinki undir myndini.

Giktafelag Føroya takkar Liverpool Føroya, fyri hendan fantastiska stuðul, ið er til lutaur børnum við gikt❤️❤️
05/02/2026

Giktafelag Føroya takkar Liverpool Føroya, fyri hendan fantastiska stuðul, ið er til lutaur børnum við gikt❤️❤️

Liverpool Føroyar stuðlar Giktafelagnum By adminfebruar 5, 2026februar 5, 2026Tíðindir Liverpool Føroyar hevur latið Giktafelagnum 15.000 krónur í stuðli, sum serliga er ætlaður børnum og ungum við gikt. Julianna Tórunnardóttir, forkvinna í Giktafelagnum, tók ímóti stuðlinum. Jan...

Kunnandi tiltak um klimaviðgerð verður sunnudagin 1. februar kl. 15. í MEGD-húsinum.
22/01/2026

Kunnandi tiltak um klimaviðgerð verður sunnudagin 1. februar kl. 15. í MEGD-húsinum.

Sunnudagin 1. februar skipar Giktafelag Føroya saman við Føroya Psoriasisfelag fyri kunnandi tiltaki um klimaviðgerðartúrin, sum verður í Kroatia í summar.

Adresse

Íslandsvegur 10C
Tórshavn
100

Hvad er åbningstiderne?

16:00 - 18:00

Telefon

+298287128

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Giktafelag Føroya sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Organisationen

Send en besked til Giktafelag Føroya:

Del