Útoyggjafelagið

Útoyggjafelagið Áhugafelagsskapur fyri menning av útoyggjunum.
Øll kunnu gerast limir í felagnum - tekna teg sum lim her: https://bit.ly/3bBoZVp

Nú ber til at søkja um stuðul til mennandi virksemi á útoyggj.Játtanin í 2026 er á 1,1 mió. kr.Freistin at søkja um stuð...
30/01/2026

Nú ber til at søkja um stuðul til mennandi virksemi á útoyggj.
Játtanin í 2026 er á 1,1 mió. kr.

Freistin at søkja um stuðul er fríggjadagin 20. februar 2026.

Umsóknir skulu sendast til:

[email protected] ella til
Fíggjarmálaráðið
Tinganes
100 Tórshavn.

Fíggjarmálaráðið umsitur eina játtan, hvørs endamál er at stuðla tiltøkum á útoyggjum, sum virka mennandi fyri útoyggjar.

Heilsan til Hannebeth Garðalíð, 14.01.2026Góða Hannebeth Eg vil vegna meg sjálva og fyri Útoyggjafelagið takka tær so hj...
15/01/2026

Heilsan til Hannebeth Garðalíð, 14.01.2026

Góða Hannebeth
Eg vil vegna meg sjálva og fyri Útoyggjafelagið takka tær so hjartaliga fyri alt tað, tú hevur verið fyri okkum øll. Takk fyri títt vinsemi og hjartalag, fyri hjálpsemi, dugnaskap og tolni.

Tú hevur eisini altíð verið klár at rætta eina hjálpandi hond, klár at stuðla, og legði nógv fyri, tá ið tørvur var á tí. Og ikki minst blíð, skemtilig og við uppá tað - altíð.

Tú trúði uppá, at útoyggjarnar kundu mennast, um bert tað varð arbeitt nóg mikið fyri tí. Tú sást møguleikarnar, sást hvussu tilfeingið, ið er har, kann gagna og koma til heiðurs og æru, um tað bert verður handfarið rætt. Altíð klár við loysnum og hugskotum, og so var tú eisini so sera trúgv ímóti tí, sum tú helt var rætt og neyðugt.

Tín lutur, góða Hannebeth, hevur ikki ligið eftir. Tú, saman við Magna, hava víst, at útoyggjarnar hava menningarmøguleikar, og tit hava saman við huga og hond, arbeitt og virkað fyri hesum. Ja, við hjarta á røttum stað, altíð vinsæl, trúføst og hjálpsom, alt frá fundum, tiltøkum og stevnum, til handaligar uppgávur eins og fyriskipan, so hava tit verið tøk.

Nú ert tú farin um sýnina, og eftir er eitt stórt tómt pláss í bygdini, í oynni og ímillum okkum øll. Eg sjálv og mong við mær vóna, at títt arbeiði og títt hugalag framhaldandi fer at liva í oynni, til frama fyri framburð og trivnað, og at menningin heldur fram.

Enn ein hjartans tøkk fyri teg, f***a Hannebeth.
Frá Olgu Biskopstø og Útoyggjafelagnum

Sjón fyri søgn ;)
30/11/2025

Sjón fyri søgn ;)

29/11/2025
Ein góður møguleiki, eisini í morgin, sunnudagin ;)
29/11/2025

Ein góður møguleiki, eisini í morgin, sunnudagin ;)

Her er nógv gott og leskiligt at eta, frá útoyggj, og smáplássum, og umframt tað, eru nógvar góðar jólagávura at keypa, ...
29/11/2025

Her er nógv gott og leskiligt at eta, frá útoyggj, og smáplássum, og umframt tað, eru nógvar góðar jólagávura at keypa, bæði á Reinsarínum og í Perluni :))

Livandi tilfeingií Perluni og Reinsaríinum 29. og 30. novemberOpið er leygardagin 11-18 og sunnudagin frá 13-18Dygdar ma...
25/11/2025

Livandi tilfeingi
í Perluni og Reinsaríinum 29. og 30. november
Opið er leygardagin 11-18 og sunnudagin frá 13-18

Dygdar matur og lokalur smakkur
Vælsmakkandi matur av smáplássum og av útoyggj – alt frá seyðaúrdrátti til grønmeti og urtir.
Dygdar handverk og list - spennandi vørur úr træ, glas, ull, leir v.m., verða víst fram, og eru til sølu.
Jólagávur og jólagott, smúkkur, einglar úr ull, og ikki minst frágreiðingar og kunning frá handverkarunum.
Kaffi, te, køka, suppa og anna gott at njóta í kuldanum!

Góður jólahugni og góðar jólagávur

Adresse

Syðrugøta
513

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Útoyggjafelagið sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Organisationen

Send en besked til Útoyggjafelagið:

Del