02/11/2025
Føroya Astma/Allergifelag 40 ár
40 ár eru liðin, síðan Føroya Astma/Allergifelag varð sett á stovn.
Í sambandi við føðingardagin verður opið hús í MEGD húsinum, Íslandsvegur 10c, Tórshavn,
týskvøldið 4. november 2025, kl. 19.
Borðreitt verður við lagkøku, kaffi, te og øðrum.
Pál Weihe, professari, heldur upplegg um astma og blámusopp.
Øll eru vælkomin
Nevndin