Sandavágs Fornminnafelag

Sandavágs Fornminnafelag Kontaktoplysninger, kart og anvisninger, kontaktformular, åbningstider, tjenester, stjerner, fotos, videoer og meddelelser fra Sandavágs Fornminnafelag, Nonprofitorganisation, Steigartún 6 & 8, Sandavágur.

30/04/2026
NÝGGJAN HJALL á GRUNDINA HJÁ LØGMANSHJALLINUM30.apríl 2026Nú verður grundin til hjallin gjørd av nýggjum. Konstruktiónin...
30/04/2026

NÝGGJAN HJALL á GRUNDINA HJÁ LØGMANSHJALLINUM
30.apríl 2026
Nú verður grundin til hjallin gjørd av nýggjum. Konstruktiónin á nýggja hjallinum er um at vera liðug uppi í garasjuni hjá Emil Hentze. Síðani verður fari at gera nýggjar sperrur.
Hesir báðir, Hans Dánial og Dagbjørn fáast við at laga grundarsteinar til hjallin og stoypt verður fast.

Vit kunnu gott staðfesta at hetta er ikki nakað fornminni, men við at gera nýggjan hjall so nær upprunalíki og seta hann á sama stað, fer at hjálpa til at geva eina mynd av hvussu umhvørvið var her á staðnum í løgmanstíðini 1555-1816 og á døgum Suðuroyar-Dánjals á Steig 1823-1874.

Sandavágs Fornminnafelag

Endurskapa løgmanshjall á SteigStormurin hin 24. november 2024 hevði við sær at annar løgmanshjallurin hoknaði.Nú er sjø...
09/04/2026

Endurskapa løgmanshjall á Steig
Stormurin hin 24. november 2024 hevði við sær at annar løgmanshjallurin hoknaði.
Nú er sjøtil settur á at endurskapa hjallin og tað arbeiði hevur Emil Hentze, timburmaður, tikið uppá seg.
Her eru nakrar myndir.
Sandavágs Fornminnafelag

VÁGA SAMFERÐSLUSØGA VIÐ Á BÓKAÚTSØLU 2026Frá 9. til 25. apríl 2026 verður bókaútsøla hjá stóru bókhandlunum: Rit & Rák í...
08/04/2026

VÁGA SAMFERÐSLUSØGA VIÐ Á BÓKAÚTSØLU 2026
Frá 9. til 25. apríl 2026 verður bókaútsøla hjá stóru bókhandlunum: Rit & Rák í Havn, Gamli Bókhandil HNJB í Havn og Bókabúðin í Saltangará og Bókabúðin Í Klaksvík.
Bókin Vága Samferðslusøga eftir Heina F. Petersen og Dánjal Poulsen verður at fáa á hesi bókaútsølu fyri 30,- krónur.

"Í bókini er skrivað um samferðslu í gomlum døgum, um bygdirnar í Vágum og um Mykines, um fast samband um Vestmannasund og um flogvøll og flogferðslu.
Árið 2002 var heilt serstakt fyri samferðsluna í Vágum. Hetta árið var oyggin knýtt at meginøkinum við undirsjóvartunli, og tunnil kom til Gásadals.
Síðani 2002 hava nógvar broytingar verið á flogvøllinum og í flogferðsluni: Mærsk Air gavst at flúgva, tvey onnur feløg fóru at flúgva, men tey góvust skjótt.
Frá 1998 til 2007 mentist Atlantic Airways úr einum upp í sjey flogfør og tríggjar tyrlur.
Flogvøllurin er longdur úr 1250 metrum upp í 1799 metrar.
Airbus A319 flogførini komu. Nýggj innflúgvingartól á flogvøllinum og í flogførununm eru tikin í nýtslu. Nýggj farstøð verður skjótt liðug.
Í 2013 fór nýggjur bátur at sigla út í Mykines."

Soleiðis lýstu rithøvundarnir Heini F. Petersen og Dánjal Poulsen, bókina Vága Samferðslusøga í 2013 tá hon kom út. Hon telur 480 síður.

Sandavágs Fornminnafelag

HERVERK FRAMT Á GARÐSMYLLUNATað sum fólk flest síggja sum eitt prýði fyri bygdina, tá ein kemur gangandi niðan ímóti Fos...
03/04/2026

HERVERK FRAMT Á GARÐSMYLLUNA
Tað sum fólk flest síggja sum eitt prýði fyri bygdina, tá ein kemur gangandi niðan ímóti Fosshyli er Garðsmyllan, sum eldsálir hava lagt 100-vís av tímum í at endurskapa.
Men soleiðis eru ikki øll av somu hugsan, tí her hava vandalar herja og hava meiggja alt út við spraymáling.

Vit í Sandavágs Fornminnafelag fara tí at heita á tykkum foreldur í bygdini um at tosa við børn tykkara, so at vit sleppa undan at slíkt endurtekur seg.

Vit leggja nógv fyri at verja fornminnini og at skapa trivna í bygdini, og tí fara vit at frábiða okkum slíkt herverk, sum her sæst.

Sandavágs Fornminnafelag

BÍBLIUORÐABÓKIN eftir JÓHANNES HARALDSENVit hava fingið nøkur eintøk av Bíbliuorðabókini eftir Jóhannus Haraldsen úr San...
26/03/2026

BÍBLIUORÐABÓKIN eftir JÓHANNES HARALDSEN
Vit hava fingið nøkur eintøk av Bíbliuorðabókini eftir Jóhannus Haraldsen úr Sandavági (Hannus hjá Haraldi), sum vit vilja lata út ókeypis til bygdarfólkið.

Tað var Føroyskt Kirkjumál, ið gav bókina út í 2012. Fyri arbeiðinum stóðu Svenning Tausen, kona hansara Amy Tausen og Theodor Hansen.
Bíbliuorðabókin telur 929 blaðsíður og er innbundin.

Ókeypis bøkur fáast í Undirhúsinum, úti á Bakka og hjá Jóan Peturi, uppi á Steig.
Ella við at venda sær til Ingolf Johannesen fartlf. 285363 ella Dagbjørn Hansen fartlf. 787477.

Sandavágs Fornminnafelag

BÓKIN UM SUÐUROYAR-DÁNJAL ENDURPRENTAÐVegna óvæntað stóra eftirspurningin og nærum útselda upplagið, hava vit valt at en...
15/03/2026

BÓKIN UM SUÐUROYAR-DÁNJAL ENDURPRENTAÐ
Vegna óvæntað stóra eftirspurningin og nærum útselda upplagið, hava vit valt at endurprenta bókina “SUÐUROYAR-DÁNJAL, lív og yrki”.
Hon fæst í bókabúðunum kring landi fyri 348,- kr.

Bókin telur 233 síður
Allar bøkurnar eru signeraðar av rithøvundinum.

Suðuroyar-Dánjal var porkeringur og heimsfjakkari.

Útlongsulin førdi hann til Havnar og haðani út í verðina sum sjófari, hann fekk skiparapappír í Keypmannahavn, var skipari á fleiri skipum í Føroyum og okkurt tíðarskeið skipaeigari og harvið reiðari.
Komin í besta aldur, búsettist hann í Sandavági.
Í Sandavági hevur nógv verið tosað um medaljuna, hann fekk eftir bragdið í Vestmannasundi í 1823, men tað var í veruleikanum bara ein brøkpartur av hansara innihaldsríka og áhugaverda lívi.
At hann endaði í Sandavági, má helst vera av tilvild, tí bóndasonur var hann úr Porkeri og hevði áhuga fyri jarðarbrúki. Kapital átti hann at keypa ein ognarlut burtur av løgmansjørðini í Sandavági, tá hon varð seld. Annars hevði hann einki tilknýti til bygdina.
Suðuroyar-Dánjal hevði fyrsta skiparaskúla í Føroyum. Hesin varð skipaður sum privatskúli á garðinum á Steig í Sandavági. Næmingarnir hjá honum vóru teir fyrstu føroyskt skrásettu navigatørarnir, men skjótt tóku aðrir við og fóru eisini undir frálæru í siglingarfrøði.
Suðuroyar-Dánjal var væl í øgn við donsku embætismenninar í Føroyum, og av skiftandi amtmonnum var hann avhildin maður.
Amalia og Suðuroyar-Dánjal vóru bæði tilflytarar til Sandavágs, hon heiman av Sandi og hann úr Porkeri. Men sporini eftir tey bæði, nú 200 ár seinni, hava fest djúpa røtur í bygdini, og stórur partur av bygdarfólkinum hevur okkurt við tey bæði at gera, antin beinleiðis ættarbond ella gift einum við ættarbondum til hjúnini Amaliu og Suðuroyar-Dánjal.
Í bókini verður farið aftur á slóðina hjá Suðuroyar-Dánjali og verður hon elt í fleiri bókaverkum, skjølum, greinum og frásøgnum kring landið. Nógvir steinar eru vendir fyri at leita eftir gullkornum, ið kunnu lýsa lívssøgu hansara. Tað eigur ikki at kløkka nakran, um okkurt meira fer at koma undan kavi um hendan úrmælingin, sum eigur heiðurspláss í føroyskari skipasøgu, sum skipari, skipaeigari og sjómansskúlalærari.

AÐALFUNDUR hjá SANDAVÁGS FORNMINNAFELAGAðalfundurin verður hjá Jóan Peturi, Steigartún 8 í Sandavági.Hóskvøldið 12. mars...
13/02/2026

AÐALFUNDUR hjá SANDAVÁGS FORNMINNAFELAG

Aðalfundurin verður hjá Jóan Peturi, Steigartún 8 í Sandavági.
Hóskvøldið 12. mars 2026, klokkan 19:00.

Skrá:
1.Rokniskapur 2025.
2.Broyting av viðtøkum.
3.Greitt verður frá virksemi felagsins.
4.Húsini hjá Suðuroyar-Dánjali og bókaútgávan.
5.Hensar’sa pakkhús.
6.Ymist.

Øll hjartaliga vælkomin.

Nevndin

Gevið gætur: Tilber at tekna seg sum lim í Sandavágs Fornminnafelag við at flyta árligt limagjald á 100,- krónur á konto 9181-509.600.8
Verandi limir, ið ikki longu hava avgreitt tað, kunnu flyta limagjaldið 2026 á somu konto.

SUÐUROYAR-DÁNJAL, LÍV OG YRKIBókin telur 233 síður og fæst til keyps í bókhandlum kring landið og á teirra heimasíðum fy...
19/12/2025

SUÐUROYAR-DÁNJAL, LÍV OG YRKI
Bókin telur 233 síður og fæst til keyps í bókhandlum kring landið og á teirra heimasíðum fyri 348,- krónur.
Allar bøkurnar eru signeraðar av rithøvundinum.

Suðuroyar-Dánjal var porkeringur og heimsfjakkari.

Útlongsulin førdi hann til Havnar og haðani út í verðina sum sjófari, hann fekk skiparapappír í Keypmannahavn, var skipari á fleiri skipum í Føroyum og okkurt tíðarskeið skipaeigari og harvið reiðari.
Komin í besta aldur, búsettist hann í Sandavági.
Í Sandavági hevur nógv verið tosað um medaljuna, hann fekk eftir bragdið í Vestmannasundi í 1823, men tað var í veruleikanum bara ein brøkpartur av hansara innihaldsríka og áhugaverda lívi.

At hann endaði í Sandavági, má helst vera av tilvild, tí bóndasonur var hann úr Porkeri og hevði áhuga fyri jarðarbrúki. Kapital átti hann at keypa ein ognarlut burtur av løgmansjørðini í Sandavági, tá hon varð seld. Annars hevði hann einki tilknýti til bygdina.
Suðuroyar-Dánjal hevði fyrsta skiparaskúla í Føroyum. Hesin varð skipaður sum privatskúli á garðinum á Steig í Sandavági. Næmingarnir hjá honum vóru teir fyrstu føroyskt skrásettu navigatørarnir, men skjótt tóku aðrir við og fóru eisini undir frálæru í siglingarfrøði.

Suðuroyar-Dánjal var væl í øgn við donsku embætismenninar í Føroyum, og av skiftandi amtmonnum var hann avhildin maður.
Amalia og Suðuroyar-Dánjal vóru bæði tilflytarar til Sandavágs, hon heiman av Sandi og hann úr Porkeri. Men sporini eftir tey bæði, nú 200 ár seinni, hava fest djúpa røtur í bygdini, og stórur partur av bygdarfólkinum hevur okkurt við tey bæði at gera, antin beinleiðis ættarbond ella gift einum við ættarbondum til hjúnini Amaliu og Suðuroyar-Dánjal.

Í bókini verður farið aftur á slóðina hjá Suðuroyar-Dánjali og verður hon elt í fleiri bókaverkum, skjølum, greinum og frásøgnum kring landið. Nógvir steinar eru vendir fyri at leita eftir gullkornum, ið kunnu lýsa lívssøgu hansara. Tað eigur ikki at kløkka nakran, um okkurt meira fer at koma undan kavi um hendan úrmælingin, sum eigur heiðurspláss í føroyskari skipasøgu, sum skipari, skipaeigari og sjómansskúlalærari.

Bókin um Suðuroyar-Dánjal á top-10 listanum hjá Gamla Bókhandli og hjá Rit & Rák. Nólsoyingar hava eisini givi bókini an...
17/12/2025

Bókin um Suðuroyar-Dánjal á top-10 listanum hjá Gamla Bókhandli og hjá Rit & Rák.
Nólsoyingar hava eisini givi bókini ans og tað er ikki at forsmáa.
Annars eru vit ovfarin av móttøkuni bókin fekk, tí fyrsta upplag er um at vera útselt!
Allar bøkur í 1. upplag er signeraðar.
Sandavágs Bygdarsavn og Fornminnafelag

Nú mikudagin 10. december klokkan 16:05 skulu bókin og maðurin, sum hevur skriva bókina á VágskálinaUmmælarar vera serfr...
08/12/2025

Nú mikudagin 10. december klokkan 16:05 skulu bókin og maðurin, sum hevur skriva bókina á Vágskálina
Ummælarar vera serfrøðingar á økinum, Erland Viberg Joensen, søgufrøðingur og Helgi Jacobsen, journalistur og rithøvundur.

Suðuroyar-Dánjal verður ofta nevndur sum undangongumaður í føroyskari sigling. Forlagið á Merkrunum hevur givið út bók um Dánjal Joensen úr Porkeri, sum búsettist í Sandavági

Adresse

Steigartún 6 & 8
Sandavágur
360

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Sandavágs Fornminnafelag sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Del