16/04/2026
Gitte Klein, sálarfrøðingur: Hvør uppalir børnini?
Vit liva í eini tíð, har skíggin fyllir alt meiri, ikki bert hjá børnum og ungum, men eisini hjá eldra ættarliðinum.
Børn og ung brúka helst meiri tíð á skíggjum, enn tey sova, og innihaldið á skíggjunum kemur av tí sama at mynda tey meiri og meiri. Algoritmur og sosialir miðlar mynda hugburðir, vanar og atferð.
Komið verður m.a. inn á, hvørjar avleiðingarnar kunnu vera, tá ið børn brúka ov nógva tíð á skíggjum.
Hóskvøldið 23. apríl kl. 19.00
Kostnaður 80 kr, sum verður goldið kontant við dyrnar.
Kaffi/te og smákøkur afturvið.
Sørvágs kvinnufelag,
Húsmøðrafelagshúsið, Ovarivegur 8, Sørvági