07/05/2026
🌊 Í hesum døgum verður fyrsti árligi fundurin í MeCCAM-verkætlanini, ið Sjókovin stendur á odda fyri, hildin á grisku oynni Rhodes. Verkætlanin varð skotin í gongd á kick-off fundi í Føroyum í fjør 🐟🇫🇴
Hesa vikuna eru Unn, Sanna, Sigurgunn, Magni og Sveinn á ársfundi í MeCCAM-verkætlanini, sum verður hildin á griksku oynni Rhodos 🇬🇷🌍
Fundurin verður hildin saman við øllum 16 samstarvsfelagunum, sum koma úr 9 londum í Evropa 🤝🇪🇺
MeCCAM stendur fyri Measures for Climate Change Adaptation and Mitigation in European Fisheries og snýr seg um at hjálpa fiskiskapinum í Evropa at laga seg til veðurlagsbroytingar 🌡️🌊 og at menna og íverkseta loysnir, sum kunnu minka um útlátið av vakstrarhúsgassum 🌱
Á fundinum hava partnararnir høvi at hittast, kjakast um arbeiðið og úrslitini higartil og leggja lunnar undir arbeiðið komandi árið 📌🗓️
Slíkar verkætlanir geva okkum møguleika at skapa úrslit, sum veruliga kunnu gagna Føroyum og føroyskari fiskivinnu 🐟🇫🇴