11/02/2026
Hey tit 👋
Vit mugu tíverri boða frá, at eingin tunnusláttur verður í ár 🎭😔
Tað eru fleiri orsøkir til hetta. Millum annað hevur tað ikki eydnast okkum at finna hóskandi høli í nóg góðari tíð 🏠⏳
Samstundis hava vit eisini stóran tørv á, at fleiri bjóða seg fram at hjálpa til – bæði at gera klárt 🛠️, hjálpa á staðnum 🙋♀️🙋♂️ og at rudda upp aftur 🧹
Afturat hesum eru tað sera fá, sum hava givið til kennar, at tey ynskja, at tiltakið verður hildið 💬
Vit ynskja veruliga, at tað skal vera fleiri góð og livandi tiltøk í Kollafirði ❤️🏡 – so vit øll kunnu savnast og skapa lív í bygdini 🤝✨
Okkara ynski er, at tunnuslátturin kann gerast eitt fast og gott tiltak fyri bæði børn og vaksin 🎉👨👩👧👦
Í grannabygdum hava tey til dømis eina fasta føstulávintsnevnd, sum skipar fyri hesum.Tað kundi verið tunnusláttur fyri børn og eitt hugnaligt grýluball ella borðhald fyri vaksin 💃🕺
Men skal hetta eydnast, so krevur tað fleiri kreftir enn bara nevndina 💪
Soleiðis er hetta eisini ein áheitan til tykkum øll 📣
Um tit ynskja, at tunnusláttur og líknandi tiltøk skulu verða í framtíðini, hava vit brúk fyri, at fleiri bjóða seg fram at hjálpa 🙏