Dragin KG 212

Dragin KG 212 Kontaktoplysninger, kart og anvisninger, kontaktformular, åbningstider, tjenester, stjerner, fotos, videoer og meddelelser fra Dragin KG 212, Nonprofitorganisation, Klaksvík.

Árliga fiskikappingin í Norðoyggjum, sum Dragin skipar fyri, var hildin í góðveðriðnum í gjár.Úrslitið av kappingini gjø...
19/10/2025

Árliga fiskikappingin í Norðoyggjum, sum Dragin skipar fyri, var hildin í góðveðriðnum í gjár.

Úrslitið av kappingini gjørdist hetta:
🥇Nr. 1: Báturin 'Maria' KG 330 - 953 pund. Manning: Tórhallur Staksá og Sámal Á Tjaldrafløtti
Vinningurin var tveir gávukekkar á 4.000 kr. (Stuðul: Christian í Grótinum).

🥈Nr. 2. Báturin 'Eydnufarið' KG 555 - 814 pund. Manning: Jakup Eydnugarð og Finn Baldvinsson.
Vinningurin var tveir gávukekkar á 3.000 kr. (Stuðul: Christian í Grótinum).

🥉Nr. 3. Báturin 'Dalsenni' KG 18 - 476 pund. Manning: Jóannis Joensen og Rúni Klode.
Vinningurin var tveir gávukekkar á 2.000 kr. (Stuðul: JFK/GADUS).

🏅Størsta fiskin fekk Heri Johannesen við bátinum 'Vivian' KG 258. Fiskurin, ið var ein longa, var 114 cm.
Vinningurin var ein gávukekkur á 2.000 kr. (Stuðul: JFK/GADUS)

Eisini var lutakast millum luttakandi bátarnar, ið ikki vóru millum vinnandi bátarnar. Hetta vann báturin 'Benjamin' KG 660 við Sólarn Isaksen og Marni Isaksen.
Vinningurin var ein gávukekkur á 2.000 kr.(Stuðul: JFK/GADUS).

Dragin takkar fyri luttøku og fyri stuðul til vinningar!

Her er samrøðan við Kára, tá hann vitjaði Norðlýsið í gjár.
17/10/2025

Her er samrøðan við Kára, tá hann vitjaði Norðlýsið í gjár.

Kári millum Garðarnar vitjaði "Komið øll við" og tosaði um árligu fiskikappingina, sum verður í morgin leygardagin

Kari Gardarnar frá Draganum vitjar nú Norðlýsið, har hann fer at greiða frá fiskikappingini. Til ber at lurta umvegis le...
16/10/2025

Kari Gardarnar frá Draganum vitjar nú Norðlýsið, har hann fer at greiða frá fiskikappingini. Til ber at lurta umvegis leinkjuni niðanfyri :)

𝗡𝘂́ 𝗲𝗿 𝗮𝘁 𝗿𝗶𝗴𝗴𝗮 𝘁𝗶𝗹! 🎣🛥🤩Viðmerk ein vin, ið tú heldur burdi luttikið ;)
15/10/2025

𝗡𝘂́ 𝗲𝗿 𝗮𝘁 𝗿𝗶𝗴𝗴𝗮 𝘁𝗶𝗹! 🎣🛥🤩
Viðmerk ein vin, ið tú heldur burdi luttikið ;)

Árliga fiskikappingin í Norðoyggjum, sum Skúlaskipið Dragin skipar fyri, verður nú leygardagin 18. oktober.

13/10/2025

🐟🐟🐟Fiskikappingin 2025🐟🐟🐟
So royna vit aftur! -Um viðrar verður árliga fiskikappingin í Norðoyggjum sum Skúlaskipið Dragin skipar fyri, leygardagin 18. oktober 🛥🎣🐟😃
***𝐆𝐨́ð𝐢𝐫 𝐯𝐢𝐧𝐧𝐢𝐧𝐠𝐚𝐫***
Aftur í ár verða sera góðir vinningar:
Nr. 1: Tveir gávukekkar á 4.000 kr. (Stuðul: Christian í Grótinum)
Nr. 2: Tveir gávukekkar á 3.000 kr. (Stuðul: Christian í Grótinum)
Nr. 3: Tveir gávukekkar á 2.000 kr. (Stuðul: JFK/GADUS)
Størsti fiskur: Gávukekkur á 2.000 kr. (Stuðul: JFK/GADUS )
Harumframt verður lutakast millum allar luttakarar, ið ikki gerast millum vinnararnar - Vinningur: Ein gávukekkur á 2.000 kr. (JFK/GADUS )
Inntøkan av søluni fyri fiskin, fer óskerd til rakstur av skúlaskipinum Dragin.
Viðmerk ein vin, ið tú heldur burdi luttikið 💪😉🎣

19/09/2025

❗❗Fiskikappingin er útsett ❗❗
Fyri veður og av trygdarávum, er avgjørt at útseta fiskikappingina 💨

Kunning kemur, tá avgerð er tikin um nær hon verður ístaðin.
Haldið okkum til góðar!

13/09/2025
03/09/2025

**Gevið gætur** Fiskikappingin er flutt frá leygardegnum 13. September til leygardagin 20. September.

Hans Eli Hansen, stovnari av 'Grunnurin Dragin KG 212' og ein av stovnarunum av 'Føroysk Træseglskip', fekk heiðurin at ...
23/08/2025

Hans Eli Hansen, stovnari av 'Grunnurin Dragin KG 212' og ein av stovnarunum av 'Føroysk Træseglskip', fekk heiðurin at vinda Merkið á stong, á Sjómannadegnum í morgun 🇫🇴
-Ein hatíðarlig løta.

Adresse

Klaksvík

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Dragin KG 212 sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Organisationen

Send en besked til Dragin KG 212:

Del