04/06/2026
Alpha Seydou úr Senegal fyllir seks ár 21. juni. Hann er so smæðin, at tað var ikki sum at siga tað at fáa hann at smílast, men hann bleiv tryggari, tá konan við myndatólinum fór eitt sindur burturfrá. Honum manglar stuðul til skúlagongd. Stuðulsgjaldið er 250 krónur um mánaðin. Um tú vilt stuðla Alpha Seydou, kanst tú skriva til Andreu á [email protected].