Kongshavnar Kvinnufelag

Kongshavnar Kvinnufelag Vit arbeiða fyri javnstøðu, framburð, trivnaði og menning. Kongshavnar Kvinnufelag var stovnað í 1957.

Gerst limur við at skriva til kongshavnar kvinnufelag og gjald árligt limagjald - 120,- kr
Bank Nordik 6460-156.489.9
Betri Banki. 9181-470.948.0 Fyrsta uppgávan, sum tær settu sær fyri, var at byggja barnagarð. Tá var tað ikki ein kommunal ella landspolitisk uppgáva at byggja ella reka barnagarð.
Í 1982 stóð bygningurin klárur.

Ein framúr Femifagnaður 2026 í Løkshøll. Hetta var høvi at heiðra og takka undangongukvinnunum Arnbjørg Jacobsen og Juli...
04/03/2026

Ein framúr Femifagnaður 2026 í Løkshøll. Hetta var høvi at heiðra og takka undangongukvinnunum Arnbjørg Jacobsen og Julionna Jensen fyri teirra lut í Kongshavnar kvinnufelag. Í samrøðu við Sigrid Jensdóttir Dalsgaard greiddu tær báðar frá tíðini við dunnuspæl, basar, fundum hjá Doktarafrúnni og annað virksemi, sum hevur lagt lunnar undir okkara góða lokalsamfelag við útgerð til skúlan, bygdu fyrsta barnagarðin og mangt annað.

Barbara Holm kveikti kjakið við Sigrun Jónsveinsdóttir, Anniku Magnussen Gaard og Guðrun Rógvadóttir.

Gurið Hansdóttir framførdi, og saman sóu vit filmin Stempli hjá Sáru, sum var sera væl valdur av Urd Johannesen.

Femifagnaður 2026 - Hetta verður gott 😊
15/02/2026

Femifagnaður 2026 - Hetta verður gott 😊

FEMIFAGNAÐUR Í LØKSHØLLTýskvøldið 3. mars kl. 19.00 fagna vit kvinnunum við einum hugtakandi og virðisløntum heimildarfilmi um ein kvinnuligan iranskan borgarstjóra, sum hevur dirvi at broyta ótíðarhóskandi patriarkalskar siðvenjur í einum lítlum samfelag. Harumframt borðreiða vi...

https://www.facebook.com/share/p/1Gq46UCKSd/Góðu øll 😊Nú upprann dagurin, og vit kunnu fegnast við øllum borgarum í Runa...
29/12/2025

https://www.facebook.com/share/p/1Gq46UCKSd/

Góðu øll 😊
Nú upprann dagurin, og vit kunnu fegnast við øllum borgarum í Runavíkar kommunu

Tá tøk skulu takast
26. juni 2022
- Yvirlýsing frá Kongshavnar Kvinnufelag í samband við svimjihøll í Runavíkar kommunu –
Ein samd nevnd vil hervið boðað frá, at vit stuðla býráðnum í at samtykkja at byggja svimjihøllina.
Svimjihøllin er til frama fyri borgarar í øllum aldri, og tað stuðlar okkara fólkaheilsu og trivnaði.
Stórar verkætlanir krevja stórar avgerðir. Vit gleðast øll um verkið, tá tað er bygt.
Í 1982 opnaði fyrsti barngarðurin í kommununi, bygdur og fíggjaður av Kongshavnar Kvinnufelag, sum eisini stóð fyri rakstrinum fyrstu árini. Hetta gjørdi at kvinnur kundu fara til arbeiðis og undir lesna. Hetta hevur havt ómetaligan stóran týdning fyri framburðin í Runavík. Hvar hevði okkara vøkstur verið, um fiskurin ikki kundi avreiðast her, tí eingin var at hagreiða ?
Barnagarðurin var ein risa verkætlan fyri ein sjálvbodnan felagsskap. Stór tøk og stóra ávirkan á okkara samfelag.
Í dag er tað ein sjálvfylgja, at kommunan byggir og rekur barnagarð. Soleiðis menna vit okkara karmar og okkara samfelag.
At svimja er ein tann besta rørslan, fyri ung, sum gomul, fyri fólk við rørslu avbjóðingum - til spæl og til kapping. Ein framúrskarandi ítróttur fyri lívið. Svimjihøllin verður til stóra gleði fyri skúlar, barnagarðar, stovnar og fyri borgarar sum heild.
Politikarar í Runavíkar kommunu duga væl at menna kommununa og vit hava serstakliga góðar karmar við m.a. Bylgjuni, Gulu Smiðju, skúlum, Løkshøll og bókasavn – savnandi karmar til fragd fyri okkum øll.
Nú er tíðin búgvin til at taka takið, og byggja svimjihøllina.
Kongshavnar Kvinnufelag
Nevndin: Fríðbjørg Weihe, Anna Tróndargjógv, Brynhild Jóhansen, Josfrid Danielsen, Maria Hansen, Selinda Í Heiðunum, Sigrid Jensdóttir Dalsgaard

Hjartans tøkk til undangongukvinnurnar Elsa í Holusteini og Anna Glyvradal
15/10/2025

Hjartans tøkk til undangongukvinnurnar Elsa í Holusteini og Anna Glyvradal

Í gjár varð ein lítil hátíðarløta í samkomuhøllini á Eysturoyar røktar- og ellisheimið í Runavík, har tvær av eldsálunum í Kongshavnar Kvinnufelag blivu heiðrarar fyri drúgva tænastu og tað stóra […]

Fundarfrásøgn, aðalfundur 28.04.2025Nýggja nevndin er: Fríðbjørg Weihe, Anna Tróndargjógv, Selinda í Heiðunum, Sigrun K....
28/04/2025

Fundarfrásøgn, aðalfundur 28.04.2025

Nýggja nevndin er: Fríðbjørg Weihe, Anna Tróndargjógv, Selinda í Heiðunum, Sigrun K. Jónsveinsdóttir, Sigrid J. Dalsgaard. Tiltakslimir eru Maria Hansen og Beata R. Hansen.

Maria Hansen hevur verið kassameistari í 29 ár og felagið takkar henni fyri megnar arbeiði. Altíð greitt og væl frágingið. Josfrid Danielsen hevur somuleiðis verið nevndarlimur og arbeitt fyri felagið í fleiri áratíggir og felagið takkar fyri henni fyri hetta megnar arbeiði.

Nýggja nevndin skipar seg á komandi fundi.

Beata R. Hansen er vald at umboða felagið í KSF, Kvinnufelagssamskipan Føroya.
Uppskot um valevnið til sess í nevnd fyri grunnin, kvinnuhúsið og kreppumiðstøðin: Sigrun K. Jónsveinsdóttir.
Sigrid J. Dalsgaard hevur røkt hesar sessir í ávíkavist seinastu 2 og 4 árini.

Umboð fyri Kongshavnar kvinnufelag fer í næstum, saman við umboðum fyri hinum feløgunum í KSF, at luttaka á fundi við landsstýriskvinnuna í heilsumálum.

Farna árið hevur verið hendingarríkt,
- við Femifagnaður konsert, har ágóðin fer til Grannakaffi. Fundurin avgerð, at Kongshavnar kvinnufelag letur 7.500 kr til Grannakaffi. Hetta er meir enn inntøkurnar frá terminalinum og kassanum.
- Tveir valfundir til kommunuvalið
- Okkara luttøka í Kvinnufelagssamskipan Føroya tiltøkum fyri at fyrireika fólk til kommunuval.
- Tær góðu lív - tiltak við Rigmor Restorff Dam
Skriv saman við øðrum kvinnufeløgum:
- Skriv um hjúnarbandslóg og aldur
- Skriv um átøk í krabbameinsætlanina

Á fundinum komu fleiri uppskot frá limum, um hvat arbeiðast skal við komandi árið, við dent á hvussu kvinnufelagið kann seta fokus á mál í samfelagnum, sum tørva umrøðu.

Í góða veðrinum var høvi at mynda nakrar av kongshavnar kvinnunum við kongshavn :)

27/04/2025

Vælkomnar á aðalfund mánakvøldið 28. apríl í bátafelagnum á Bakka. Á skrá fyri 2025, er m.a. at velja okkara umboð til Kvinnufelagssamskipan Føroya . Sigrid J. Dalsgaard hevur verið okkara umboð, og forkvinna í KSF seinastu tvey árini.
Umboð fyri KSF fer eisini at luttaka á komandi fund við landsstýriskvinnuna í heilsumálum. Hesin fundur er í samband við okkara skriv, gjøgnum KSF, um at kvinnuheilsu.

Vit skulu eisini avgera, um vit vilja seta fram valevni til nevndina fyri grunnin fyri kreppumiðstøðina og kvinnuhúsið. Sigrid J. Dalsgaard hevur verið í nevndini í 4 ár.

Á aðalfundinum er eisini høvi at umrøða, hvørji okkara mál fyri árið skulu vera.

Farna árið hevur verið hendingarríkt,
- við Femifagnaður konsert, har ágóðin fer til Grannakaffi.
- Tveir valfundir til kommunuvalið
- Okkara luttøka í Kvinnufelagssamskipan Føroya tiltøkum fyri at fyrireika fólk til kommunuval.
- Tær góðu lív - Rigmor Restorff Dam

Skriv saman við øðrum kvinnufeløgum:
- Skriv um hjúnarbandslóg og aldur
- Skriv um átøk í krabbameinsætlanina

Send a message to learn more

Vit heita á løgtingið, at broyta hesa lóg
06/04/2025

Vit heita á løgtingið, at broyta hesa lóg

Í Føroyum kunnu børn giftast – tað er ikki í lagi!

Ímyndi tykkum hesa samrøðuna millum tvær 9 ára gamlar smágentur í Føroyum. Onnur genta spyr hina ”Kemur tú at spæla í dag?” og hin svarar ”Tað hevði eg tímað ordiliga væl, men eg kann ikki. Eg skal giftast í dag”. Hetta ljóðar óhugnaligt. Men hóast tað, so er tað loyvt sambært galdandi hjúnabandslógum í Føroyum. Hetta er ikki í lagi!

Í Føroyum er einki niðara aldursmark fyri, nær persónar kunnu giftast. Hetta merkir, at t.d. kann ein genta, sum er 9 ár, giftast við einum manni, sum er 75 ár, um foreldrini hjá henni og maðurin ynskja tað. Tey skulu bara biðja antin Ríkisumboðið ella Familjufyrisitingina um loyvi til at barnið kann giftast við gamla manninum.

Vit kvinnufeløg kring landið halda, at lógin eigur at broytast. Aldurin fyri nær persónar kunnu giftast eigur at fylgja myndugleikaaldrinum. Tá ung fylla 18 ár, gerast tey myndug, og samstundis fáa tey eina røð av rættindum. Tey fáa valrætt og valbæri, tey kunnu fáa koyrikort, hava loyvi at keypa rúsdrekka, tubbaks- og nikotinvørur o.s.fr. Við at áseta 18 ára aldursmark fyri, nær persónar kunnu giftast, kunnu vit fyribyrgja, at børn verða noydd at giftast við eldri makum.

Kvinnufelagið í Havn
Kongshavnar kvinnufelag
Valkyrjurnar

Adresse

Glyvrar

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Kongshavnar Kvinnufelag sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Del