Gøtu kirkju ungdómskór

Gøtu kirkju ungdómskór Gøtu kirkju ungdómskór varð stovnað á heystið 2011, og er fyri ung millum 14 og 30 ár.

Kórið hevur útgangsstøði í Gøtu kirkju, men limirnir eru tó frá øllum tí føroyska meginlandinum - líka til Sandoynna. Endamálið hjá kórinum er at hava ein virknan leiklut í kirkjulívinum í Gøtu, men eisini at framføra til konsertir og aðrar samkomur kring landið. Listarliga málið kórinum er at framføra kórsang á høgum tónlistarligum og áhugaverdum støðið, tó uttan at binda seg til ein ávísan st

íl. Fyri at skapa avbjóðingar til eina støðuga menning, hevur kórið síðan 2014 luttikið á kórfestivalum og kappingum í Italia, Eysturríki, Riga, London, Týsklandi og til OL í Suðurkorea har kórið vann gull. Kórið vil eisini frameftir nýta kórkappingar og kórfestivalar, sum keldu til menning av kórinum, tí hetta gevur okkum sera nógva inspiratión og er sera mennandi fyri kórið. Kórið fylgir altjóða aldursmarkinum fyri ungdómskór, sum í útgangsstøðinum er 14-25 ár, men har 20% av limunum kunnu vera upp til 30 ár. Um tú ynskir at syngja við í kórinum, kanst tú seta teg í samband við kórið, við einum boðum her á síðuni, ella skriva/ringja beinleiðis til kórleiðaran, Símun Hammer á tlf. 566600 / teldupost: [email protected].

1. Hvítusunnudag kl. 11.00 stuðlar kórið aftur felagssanginum í Gøtu kirkju á eyðkendan hátt, og fer harumframt at framf...
22/05/2026

1. Hvítusunnudag kl. 11.00 stuðlar kórið aftur felagssanginum í Gøtu kirkju á eyðkendan hátt, og fer harumframt at framføra 2 krevjandi kórverk. Tað eina er ein Spiritual "Great God Almighty" eftir Stacey V. Gibbs, og harumframt framføra vit eitt skjótt 500 ára gamalt klassiskt kórverk fyri 'dupultkór', ið nevnist Jubilate Deo, eftir Giovanni Gabrieli, sum livdi áleið 1554 – 1612. Vælkomin til eina hátíðarløtu í Gøtu kirkju kl. 11.00 Hvítusunnumorgun.

HVÍTUSUNNA Í NES PRESTAGJALDI SUNNUDAGIN KL. 11:00.

KVF sjónvarpar gudstænastuna í Gøtu kirkju, har prestur prædikar og Gøtu kirkju ungdómskór luttekur við sangi.

Í Fríðrikskirkjuni er lestur.

Í morgin verða vit í Vesturkirkjuni, í samband við at nýggj umseting av Nýggja testamentinum er liðug, og verður útgivin...
13/05/2026

Í morgin verða vit í Vesturkirkjuni, í samband við at nýggj umseting av Nýggja testamentinum er liðug, og verður útgivin. Vit framføra kórverk av William Byrd og Johannes Brahms, umframt at leiða felagssangin undir Gudstænastuni. 🎶

Vit í Gøtu Kirkju Ungdómskórið eru ómetaliga eyðmjúk og takksom um, at áhoyrarnir til ársins kórfestival valdu okkum til...
10/05/2026

Vit í Gøtu Kirkju Ungdómskórið eru ómetaliga eyðmjúk og takksom um, at áhoyrarnir til ársins kórfestival valdu okkum til besta kór á kórstevnuni í gjár 9. mai á Kambsdali.
Vit høvdu valt eina ógvuliga krevjandi skrá, men eisini áhugaverd fyri áhoyrarnar - tað leggja vit altíð dent á.
Sjálvi vóru vit sera væl nøgd við okkara framførslu, og tí er tað eyka gleðiligt at fáa slíka viðurkenning enn einaferð. Um tú hevur hugt at hoyra framførsluna hjá okkum, so sæst hon her : https://www.youtube.com/live/upi1x1KUiKM?si=lmsOpe4guQdgPAxY&t=7231
Nú eru fleiri konsertir fyri framman - tann fyrsta longu til KVF Gudstænastu í Vesturkirkjuni Kristi Himmalsferðardag, umframt fleiri konsertir fram móti sumri 2026. Og í næstum kemur eisini ein fløguútgáva. Í Juli skulu vit so til International Choral Festival of Preveza at syngja og luttaka í eini kórkapping - um vit gleða okkum? Ja, sjálvandi gera vit tað :) 🎶

ÁRSINS KÓRFESTIVALUR: NÚ LEYGARDAGIN 9. MAI KL. 16.00 Í AULUNI Á MIÐNÁM Á KAMBSDALI!Til ársins kórfestival, tekur Gøtu K...
04/05/2026

ÁRSINS KÓRFESTIVALUR: NÚ LEYGARDAGIN 9. MAI KL. 16.00 Í AULUNI Á MIÐNÁM Á KAMBSDALI!

Til ársins kórfestival, tekur Gøtu Kirkju Ungómskór tykkum áhoyrarar við á eina ferð frá Føroyum til India. Okkara kæri Kim Hansen verður ílatin ein 'nýmótans' kórbúna, við framførsluni av verkininum 'Meistarin', við útseting eftir Símun Hammer, kórleiðara. Men vit dáma væl at avbjóðað tykkum áhoyrarar, so tí enda vit framførsluna við einum Indiskt inspireraðum verkið, eftir tónaskaldinum Ethan Sperry. Verkið byggir á ein Mixolydiskan skala, og yvirtóna teknikkir, og inniheldur eina rúgvu av 'nonsens' orðum, men sum øll geva meining, tá røddirnar saman imitera hvørja aðra...vit hava bara eini ráð til tykkum...komi og lurti, og fylgi væl við. Vit gleða okkum :)

Vit syngja sum nr. 10 á skránni (av 17 kórum íalt) 🎶. Konsertin byrjar kl. 16.00 og endar uml. kl. 18.30. Hvørt kór syngur í max 7 min. Kórfestivalurin er ein konsert og kapping millum kórini, og kostar einans kr. 100 kr. Konsertin er ofta útseld, so tað vóna vit sjálvandi aftur hesaferð, nú so nógv kór luttaka Kom og hoyr tað besta innan føroyskan kórsang komandi leygardag, har kórini, hvør í sínum lagi, spíla seg út. Vit gleða okkum til at spjaða nakað av sanggleði til tykkum sum koma at lurta 🙂 🎶

Atgongmerkini kunnu keypast her: https://www.atgongumerki.fo/3590127/flott-og-fjoelbroytt-korkonsert

KÓRLEGA OG GUDSTÆNASTA Í SKÁLAVÍK!Komandi vikuskifti 10-12. Apríl eru vit aftur á kórlegu í Skálavík, og tá syngja vit e...
06/04/2026

KÓRLEGA OG GUDSTÆNASTA Í SKÁLAVÍK!
Komandi vikuskifti 10-12. Apríl eru vit aftur á kórlegu í Skálavík, og tá syngja vit eisini til gudstænastuna í Skálavíkar kirkju sunnudagin 12. apríl kl. 12, har vit framføra nakað av tí, sum vit hava vant gjøgnum várið og á leguni.🎶

1. Páskadag fara vit at seta hátíðardám á gudstænastuna í Gøtu kirkju, gjøgnum kórframførslu, og dyggan stuðul av felags...
03/04/2026

1. Páskadag fara vit at seta hátíðardám á gudstænastuna í Gøtu kirkju, gjøgnum kórframførslu, og dyggan stuðul av felagssálmunum - sjálvandi síggjast vit🌼

Tænastur í Nes prestagjaldi:

Skírisdag kl. 11.00.
- Gøtu kirkja. Gudstænasta við altargongd. Próstur.
- Fríðrikskirkjan. Lestur.

Skíriskvøld kl. 17.00.
- Fríðrikskirkjan. Gudstænasta við altargongd. Próstur.

Langa fríggjdag kl. 11.00.
- Gøtu kirkja. Gudstænasta. Biskupur.
- Fríðrikskirkjan. Lestur. Kirkjukórið luttekur.

Páskadagur kl. 11.00.
- Fríðrikskirkjan. Gudstænasta. Próstur. Talvan gongur fyri Sunnudagsblaðið.
- Gøtu kirkja. Lestur. Gøtu kirkju ungdómskór luttekur. Talvan gongur fyri kirkjuna.

2. páskadagur kl. 11.00.
- Missiónshúsið í Æðuvík. Gudstænata. Altargongd. Próstur.
- Fríðrikskirkjan. Lestur.
- Gøtu kirkja. Lestur.

18/02/2026

Til føstuguds-
tænastuna kl. 20 í Gøtu í kvøld syngur Gøtu Kirkju Ungdómskór

05/02/2026

VIT YNSKJA OKKUM 2 TENORAR OG 2 BASSAR AFTURAT Í KÓRIÐ!
Vit vilja veksa nakað um tenor og bass partin í kórinum, og geva tí pláss fyri nøkrum nýggjum dreingjarøddum.
Skráin hjá kórinum er altíð sera áhugaverd, og hetta kórárið hava vit aftur spennandi og krevjandi framførslur, bæði í Føroyum og uttanlands. Lyklaorðini eru:
- kórframførslur í Føryum (til gudstænastur og onnur høvi)
- kórlega í apríl
- føroyskur kórfestivalur í Mai
- kórkapping í Grikkalandi 7-14. juli.

Gjøgnum góðar venjingar fært tíð og hjálp til at koma í form. Tað týdningarmiklasta er at tú hevur tíð til okkara skrá, sum er at venja hvørt mikukvøld frá 19.00- 21.00 (og onkuntíð eitt sindur fyrr/seinni), umframt annanhvønn leygardag (ólíka vikur) frá 11.00-14.00, og kanst luttaka á teimum framførslum sum kórið hevur.
Sum vidobrotið eisini vísir, leggja vit dent á gott samanhald í kórinum, og limirnir trívast tí væl saman.
Ljóðar alt hetta spennandi? Send eini boð her á síðuni ella sms til kórleiðaran á tel. 566 600, so frættir tú nærri.

24/11/2025
KÓRLEGA OG GUDSTÆNASTA Í SKÁLAVÍK!Komandi vikuskifti 24-26. Okt. er ungdómskórið á kórlegu í Skálavík, og tá syngja vit,...
24/10/2025

KÓRLEGA OG GUDSTÆNASTA Í SKÁLAVÍK!
Komandi vikuskifti 24-26. Okt. er ungdómskórið á kórlegu í Skálavík, og tá syngja vit, sum vanligt er, til gudstænastu á staðnum. So nú sunnudagin 26. Okt.. kl. 12.00 ber til at hoyra Gøtu Kirkju Ungdómskór í kirkjuni í Skálavík.🎶.

Adresse

Gøtuvegur 7
Gøtugjógv
511

Telefon

+298566600

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Gøtu kirkju ungdómskór sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Organisationen

Send en besked til Gøtu kirkju ungdómskór:

Del