Gakk og bint - KIP FO

Gakk og bint - KIP FO Hey øll, sum tíma at BINDA ella bara ganga ein túr. Í ár 2025 hittast vit Undir Hæddini á Hellunum 14.juni kl.14 Minst til at hava stokkarnar við.

Hey øll, sum tíma at BINDA

“Gakk og bint” er eitt ókeypis tiltak, ið heiðrar bindiáhugaðum. Altjóða heitið á degnum er World Wide Knit in Public Day, eisini nevnt KIP. Bindifestivalurin í Fuglafirði heldur, at hetta er eitt gott hugskot, tí uttan mun til trúgv, aldur og kyn, hvaðan vit koma ella hvørji vit eru, so er tað bindingin, sum er felagsmálið.

“Gakk og bint” er dagurin, tá øll kunnu fa

ra út á geilar og strætir at binda. Fært tú ikki møtt upp til nakað tiltak, set teg so bara útum við stokkunum. Hesi seinastu árini hevur “Gakk og bint” verið hildið víða um annan leygardag í juni mánaða. Tað var Danielle Sanders, sum tók stig til tiltakið. Tað byrjaði í 2005 og bleiv so væl móttikið, at dagurin varð hildin í 25 ymiskum býarpørtum beinanvegin. Undirtøkan er alsamt vaksandi, í 2019 vóru 440 tiltøk í 33 ymiskum londum. Sostatt er “Gakk og bint” heimsins størsta bindiátak.

Í Fuglafirði hittast vit á torginum við Mentanarhúsið. Møguleiki er at blíva sitandi á torginum og binda ella at ganga ein lættan túr. Stuttligt hevði verið, um vit føroyingar eisini fara fjølmentir út at binda saman við øllum heiminum. Vilt tú vita meira um “KIP”so kanst tú fara inn á Facebook, youTube ella google og finna World Wide Knit in Public Day. Tit eru vælkomin at deila myndir inn á fb-síðuna frá tykkara “Gakk og bint”.
-----
Hugaligt hevði eisini verið, um fleiri bygdir taka undir við tiltakinum og skipa fyri “Gakk og bint” í sínum næruhvørvið. Henda síðan á Facebook kann eisini brúkast til kunning um, hvar aðrastaðni “Gakk og bint” verður hildið í Føroyum. Vinaliga
fyriskiparnir á Bindifestivalinum í Fuglfirði

Adresse

Karvatoftir
Fuglafjørður
530

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Gakk og bint - KIP FO sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Del

Gakk og bint - KIP FO

Hey øll, sum tíma at BINDA

“Gakk og bint” er eitt ókeypis tiltak, sum hevur til endamáls at samla øll bindiáhugaði.

Altjóða heitið á degnum er World Wide Knit in Public Day, eisini nevnt KIP.

Vit í Bindifestivalinum í Fuglafirði helda, at hetta er eitt gott hugskot, tí uttan mun til trúgv, aldur og kyn, hvaðan vit koma ella hvørji vit eru, so er tað bindingin, sum er felagsmálið.