12/06/2026
💙 Cócó sóknar gott, varandi heimi 💙
4-ára-gamli frensurin, Cócó, bleiv latin til Kettuverndina tann 11. mai 2026, saman við sínum trimum systkjum, Garfield, CC, og Diva. Hann varð lagdur tann 1. desembur 2021, saman við tveimum øðrum systkjum, harímillum Diva, og hevur bert havt eitt heim higartil.
Cócó minnir nógv um Garfield í lyndi, men er hann enn meir alskin og nærverandi. Hann elskar at leggja seg undir liðuna á einum og omaná einum, gjarna heilt upp ímóti andlitinum sum eitt turriklæð. Hugtakið “personal space” kennir hann einki til 🤗😜. Honum dámar væl at kroysta trýnið ímóti andlitinum hjá einum, Hann er framligur og forvitin, og er tann fyrsti á staðnum, um nakað er áfatt; tvs. alt, ið flytir seg ella letur ljóð frá sær. Cócó er ein sannur fylgisveinur, og leitar hann tískil eftir einum ættleiðara, ið hann kann sleppa at lúra eftir og koma upp í millum, um hann metir tað vera neyðugt. Stórur er hann í holdum, og trýnið minnir nógv um tað hjá einum pantara, men sinnalagið er eins og hjá einari bamsu. Hann kundi ikki gjørt einari flugu fortreð 🥰.
Cócó er geldur og chipmerktur. Hann brúkar kettubakka. Hann hevur altíð verið innifrensur.
Um nakar vil bjóða Cócó eitt varandi heim, eru tit vælkomin at útfylla eina umsókn her: https://www.kettuverndin.fo/aettleiding/umsokn. Send okkum eini boð á Messenger, tá umsóknin er send inn. Spurningar verða eisini svaraðir har.
GG: Ættleiðingargjaldið fyri kettu frá Kettuverndini er 2000 kr. Gjaldið er fyri útreiðslur í samband við djóralæknan, heilivág og ansing. Nærri lýsing av gjaldinum sæst her: https://www.kettuverndin.fo/aettleiding/gjald