Kristnastova

Rutevejledning Website

Kristnastova Kristnastova er ein føroysk, kristin samkoma í Keypamannahavn. Kristnastova er eitt andaligt heim fyri føroyingar í Keypmannahavn.

Vit hittast til reglulig møtir fríggjakvøld kl. 20 og sunnumorgun kl. 11. Øll eru hjarliga vælkomin! Her hittast útsetar úr øllum Føroyum til sang og undirvísing úr Bíbliuni, til prát og samveru. Regluligu møtini eru:
fríggjakvøld kl. 20 og sunnudag kl. 11, og tá er sunnudagsskúli samstundis. Onnur tiltøk, so sum spælistova, bønarmøtir, sangtiltøk, havadagar, eldrasamkomur og kvinnukvøld verða lýst á heimasíðuni hjá Kristnastovu og á hesi facebooksíðu. Heimasíðan hjá Kristnastovu er www.kristnastova.dk

Á facebook-bólkinum 'Spælistovuna í Kristnastovu á Amager' eru øll foreldur vælkomin uppí. Her avtala vit nær vit hittast til spælistovu í Kristnastovu. Leinkja til bólkin er her: https://www.facebook.com/groups/128713337305844/

Vegna Kristnastovuleguna á Nordsjællands efterskole eru ongi møtir í Kristnastovu hetta vikuskifti.
15/10/2026

Vegna Kristnastovuleguna á Nordsjællands efterskole eru ongi møtir í Kristnastovu hetta vikuskifti.

Sunnudagin 11. oktobur kl. 11 er møti og sunnudagsskúli í kristnastovu, har vit lovsyngja saman, hava eina takkarløtu og...
09/10/2026

Sunnudagin 11. oktobur kl. 11 er møti og sunnudagsskúli í kristnastovu, har vit lovsyngja saman, hava eina takkarløtu og breyðbróting❤️

Torkil Jespersen talar.

Aftaná møti verður drekkamuður og samvera.

Verið hjartaliga vælkomin🤗

Fríggjakvøldið 9. oktobur verður aftur møti kl. 20. Vit fara at lovsyngja saman og hoyra eina talu frá Andrew Berghamar ...
07/10/2026

Fríggjakvøldið 9. oktobur verður aftur møti kl. 20.

Vit fara at lovsyngja saman og hoyra eina talu frá Andrew Berghamar 📖

Aftaná møtið verður drekkamuður at fáa. So kom ein túr og njót gott samfelag við brøður og systrar í Harranum❤️

Øll eru hjartaliga vælkomin✨

Sunnudagin 4. oktobur kl. 11 verður møti og sunnudagsskúli í Kristnastovu, Birmavej 36 á Amager, har fyrsti partur av mø...
03/10/2026

Sunnudagin 4. oktobur kl. 11 verður møti og sunnudagsskúli í Kristnastovu, Birmavej 36 á Amager, har fyrsti partur av møtinum verður merktur av, at Christmas Child eskjur verða innlætnar, meðan børnini eru saman við okkum. Harumframt verður takkarløta og breyðbróting.

Eftir takkarløtu og breyðbróting hevur Øssur Berghamar ein boðskap til okkara við evninum "Sum vinur við vin".

Eftir møtið verður drekkamuður og samvera.
Øll eru hjartaliga vælkomin.

Fríggjakvøldið 2. oktobur verður møti kl. 20.00, har vit hava eitt lovsongsmøti. Tað verður høvi at koma við sangynskjum...
01/10/2026

Fríggjakvøldið 2. oktobur verður møti kl. 20.00, har vit hava eitt lovsongsmøti. Tað verður høvi at koma við sangynskjum. Eisini fara vit at hoyra eitt stutt orð.

Aftaná møtið verður hugnaligt samfelag og sjálvsagt fáa vit ein drekkamunn.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

Annaðhvørt hóskvøld, líka viku, kl 20:00 til 21:00, koma vit saman at ákalla Gud, við bøn og tøkk.Tað fyrsta korterið br...
30/09/2026

Annaðhvørt hóskvøld, líka viku, kl 20:00 til 21:00, koma vit saman at ákalla Gud, við bøn og tøkk.
Tað fyrsta korterið brúka vit í Orðinum, hesuferð er tað 2.tim kap. 1.

Ynskir tú eitt prát ella forbøn. Eru Súsanna og Guttorm tøk at hitta í tímanum áðrenn, tvs kl 19:00 til 20:00, umframt at tú ert altíð vælkomin at kontakta tey á messanger ella á tel: 32551809

KRISTNASTOVULEGAN 2026 Góðu tit øll! 😃Hjartaliga vælkomin á Kristnastovulegu á Nordsjællands Efterskole.Komið burtur úr ...
29/09/2026

KRISTNASTOVULEGAN 2026

Góðu tit øll! 😃
Hjartaliga vælkomin á Kristnastovulegu á Nordsjællands Efterskole.

Komið burtur úr stórbýnum og njótið eitt langt vikuskiftið saman við øðrum føroyingum “ude på landet”. Her verður nakað fyri stór og smá, bæði til likam og sál.
Á skránni vera bíbliutímar, barnaløtur, postarenning, lovsongsløtur og breyðbróting, legubál og snobrød og hugnaligar fríløtur, tá fólk sita og práta, fara ein túr ella bara njóta at vera á legu!

Í ár kemur Niels Pauli Nónstein at hava bíbliutímar fyri okkum!

Kunning um leguna:
Legugjald:
Vaksin: kr. 500.
Børn (goldið verður fyri maks 2 børn pr. familju): kr 100.
Børn 0-1 ár: ókeypis.
Eindagstúr uttan at sova: vaksin: kr. 200, børn: kr. 50.
Viðvíkjandi legugjald, so er legugjaldið bindandi frá 4. oktobur

Bussur: Møguleiki er fyri at taka buss til leguna í ár. Bussurin koyrir frá Dalslandsgade (við Øresundskollegiet) hósdagin 15. okt. kl. 16:45 og heimaftur frá leguni sunnudagin 18. okt. kl. 13:30.
Bussurin hevur 58 setur, tey sum melda seg til fyrst, fáa plássini.
Kostnaður fyri bussin er kr. 152 kr, aftur og fram.
Børn sum brúka egi setur gjalda sama prís.

Meldið tykkum til skjótast tilber, seinasta freist er 4. oktobur.
Gjaldið fyri leguna og bussin í einum! T.d. ein vaksin + bus = kr. 652.
Tilmelding fer fram við at gjalda legugjaldið á kontu 1551-2254808 ella við Mobilepay á tlf. 85201 (Viðmerk navn/nøvn á teimum, sum goldið er fyri).

Hevur onkur mat allergi kann man skriva til Rebekku R. Hansen á messenger.

Praktisk ting í samband við leguna, verða kunngjørd seinni.
Um tit hava spurningar eru tit vælkomin at spyrja Gunn(60584825), Tórður, Súsonnu, Guttorm, Miriam, Helenu, Rebekku og Filip!

Evnið hjá Niels Paula til bíbliutímarnar verður: Livandi trúgv

Vit gleða okkum til eina góða legu saman :)

Mánadagin 28. septembur kl. 20 verður kvinnumøti aftur í Kristnastovu!🫶Vit fara at lovsyngja saman, hoyra eitt orð og so...
27/09/2026

Mánadagin 28. septembur kl. 20 verður kvinnumøti aftur í Kristnastovu!🫶

Vit fara at lovsyngja saman, hoyra eitt orð og so verður drekkamunnur og hugnalig samvera☕️

Allar kvinnur eru vælkomnar💖
Bjóða endiliga einari vinkonu við!

Sunnudagin 27. septembur kl. 11 er møti og sunnudagsskúli í kristnastovu, har vit lovsyngja saman, hava eina takkarløtu ...
26/09/2026

Sunnudagin 27. septembur kl. 11 er møti og sunnudagsskúli í kristnastovu, har vit lovsyngja saman, hava eina takkarløtu og breyðbróting.

Jógvan Zachariassen fer at tala um evnið, “vinir á leiðina”, við teksti frá prædikarin 4: 9-12.

Aftaná møti verður drekkamuður og samvera.

Verið hjartaliga vælkomin🤗

Fríggjakvøldið 25. septembur verður møti í Kristnastovu kl. 20. Vit fara at lovsyngja saman og hoyra talu frá Torkil Jes...
24/09/2026

Fríggjakvøldið 25. septembur verður møti í Kristnastovu kl. 20.
Vit fara at lovsyngja saman og hoyra talu frá Torkil Jespersen og Dánjal Ljósheim útfra 2. Timoteus

Aftaná møtið verður drekkamuður at fáa, so kom ein túr og njót gott samfelag við brøður og systrar í Harranum❤️

Øll eru hjartaliga vælkomin!!

Adresse

Birmavej 36
Sundbyerne
2300

Underretninger

Bliv den første, der får besked: Vi sender dig en e-mail, når Kristnastova offentliggør nyheder og tilbud. Din e-mailadresse bliver ikke brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Genveje

Del